Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juli 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. juli 2010 · Nr. 104 6 Sosialurin Randi Jacobsen Fyribilsskattatølini fyri fyrra hálvár í ár vísa, at nakað meira er komin inn í sktti samanborið við í fjør. Nevnast skal tó, at nakrar kommunur hava hækkað skatta pro­ sentið. Í grannakommunun­ um Hvannasunds komm unu og Viðareiðis kommunu hevur inn tøk­ an verið væl størri í ár. Inntøkan hjá Viðareiði er vaksin við 17,75 pro­ sentum og inntøkan hjá Hvannasunds kommunu við 12,89 prosentum. – Tað er bara ein or ­ søk, og tað er fiski vinn­ an. Gongur illa í fiski­ vinn uni, dalar inntøkan, og beinanvegin, sum tað gongur betur, kemur meira inn í skatti. Inn­ tøkan hjá hesum komm­ un unum er tí eitt gott barometur fyri, hvussu tað gongur fiskivinnuni, sigur Hans Jákup Kalls­ berg, borgarstjóri á Við­ areiði. Í báðum bygdum hev ur ein stórur partur av fólki arbeiði, ið er tengt at fiskivinnuni. randi@sosialurin.fo Randi Jacobsen Skattainntøkan í Sunda kommunu var meira enn tvær ferðir størri fyrra hálvár í ár samanborið við í fjør. – Tað kann bara vera ein orsøk, og hon er, at fólkatalið í kommununi er vaksið so nógv, sig­ ur Kim Durhuus, borg­ arstjóri. Tá ið bygdirnar løgdu saman í Sunda komm­ unu, búðu í kommununi 1570 fólk. Nú er fólkatalið 1680. Skatta inn­ tøkan fylgir fiski vinnuni Fólkavøksturin sæst aftur í skattainntøkuni Randi Jacobsen Í flestu kommunum í landinum er meira omið inn í skatti fyrra halvár í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Bara fimm komm­ un ur hava reyð tøl, og tríggjar av hesum eru í Sandoynni. Tað eru Sands kommuna, Skop­ unar kommuna og Skála víkar kommuna. Í Húsavíkar kommunu hevur inntøkan verið eitt lítið vet størri enn í fjør. – Tølini lýsa væl støð­ una, sum Sand oygg in er í. Fólk eru flutt burtur grundað á, at tey ikki síggja fyri sær nakran undirsjóartunnil í næstu framtíð, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi. Hann heldur, at tað hevði hjálpt væl, um politiskur vilji var til at flyta nøkur almenn størv í Sandoynna. Ein stórur partur av fólkini hevur arbeiði tengt at fiskivinnuni, og tí er skattainntøkan so skiftandi. Annars samsvarar skatta innøkan fyri hetta hálvárið væl við metingina hjá komm­ unu stýr in um. Fyrra hálvár í fjør var skatta­ inn tøkan hægri enn mett, sigur Brandur Sand oy. Fráflytingin svíður Randi Jacobsen Hvussu kann nakar fáa seg til at gera seg inn á kríatúr? Henda spurning setir Petur Meinhard Danielsen í Porkeri sær. Hósdagin og fríggjadagin í seinastu viku fekk hann sær frí frá arbeiði og fór norður um fjørðin at ferðast í fýra dagar saman við familju og gestum. Tey komu suður aftur sunnu morgunin, og tað fyrsta, hann sá, var, at knarv­ arnir til eina hurð inn í bil­ húsið vóru koyrdir av. Inni sá hann sigarett­ stubbar, og fleiri høft lógu á gólvinum. – Her hava óbodnir gestir verið, hugsaði hann við sær. Tá varnaðist hann ikki, at eitt langt band, sum hann plagdi at leiða seyðin við, var horvið. Seinnapartin fór hann út at hyggja til seyðin, sum gekk í tveimum stikum oman fyri húsini. Tvey lomb vóru ikki at síggja. – Tá sá eg, at onkur hevði bundið bandið hjá mær um hálsin á einum lambi, og í hinum endanum var ein gomul plógs, sum bara hevði ligið har, sigur Petur Meinhard Danielsen. Hann fekk loyst lambið, men hitt lambið var onga­ staðni at síggja. Geislarnir peikaðu út í luftina Eftir arbeiðstíð mánadagin fór hann aftur at leita, og tá sá hann nakað svart liggja í einum horni á øðrum stik­ inum. Lambið mundi verið sjálvdett, sum ofta hendir, men tá ið hann tók deya lambið up, sá hann, at høvdið var skorið av og hekk fast í eini slintru. Høvdið var skorið, broti og skrætt av. Tríggir geislar peikaðu beint út í luftina. – Dagin eftir ringdi eg til politiið, og ein politistur kom, men hann segði, at einki var at gera, um eg ikki kundi nevna onkran. Men tað kundi eg ikki, tí eg visti mær ongan óivin og kundi ikki fara at gita. Týsdagin seinnapartin varnaðist hann, at ein lang­ ur dálkur, sum hann átti, var komin at liggja undir vaskinum. Tá i hann tók knívin úr slíranum, var blóð á blaðnum. Hansara egni knívur varð also brúktur til at drepa lamb hansara við. Eitt seyðband var í slíranum, og hetta segði honum, at tann, sum hevur framt ógerðina, hevði bundið seyðbandið við knívinum um miðjuna. Petur Meinhard Danielsen er bæði harmur og skelkaður av hesi upplivingini, men hann ætlar sær ikki at gera nakað við at leita eftir gerningsmanninum. Lívið skal ganga víðari, og hann vil ikki skapa ófrið í bygdini. ­ Slíkt er ongantíð áður hent her. Sjálvandi doyggja vit ikki í hungri av at missa eitt lamb, men taðå er mátin og framferðarhátturin móti lambinum, sum ger meg illa við. Hvussu kann nakar finna uppá at kappa høvdið av einum livandi lambi? Eg vóni, at eg við hesi frásøgnini kann lata eyguni upp hjá onkrum, sigur Petur Meinhard Danielsen. randi@sosialurin.fo Høvdið kappað av livandi lambi Djórapínsla Meðan Petur Meinhard Danielsen og familjan í Porkeri vóru norðanfjørðs um vikuskiftið, hevur onkur verið inni á stykkinum hjá honum og kappað høvdið av einum livandi smálambi Hvussu kann nakar fáa seg til at gera seg inn á kríatúr, spyr Petur Meinhard Danielsen í Porkeri Mynd: Áki Bertholdsen smálamb