mikudagur 7. juli 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 7. juli 2010 · Nr. 104
Sosialurin
Hansara hátign Heindrikkur prinsur burdi verið útnevndur
heiðurs føroyingur. Meðan miðlarnir tuskaðu aftaná distanseraðu
drotningini, sjarmeraði gamli prinsurin bæði eldri konur og lítlar
smádreingir. Og á seinasta tíðindafundinum átti prinsurin eisini
allar tær góðu viðmerkingarnar: Hevur tað verið ein góður
túrur? Veðrið kundi verið betri. Var tað ikki fantastiskt at hoyra
grottutónleik? Tað hevði riggað betri við lúraljóði. Hvat heldur
tú um føroyingar? Teir eru ikki líka tilafturskomnir, sum tá eg var
her fyrstu ferð. Og maturin? Jú, hesu ferð smakkaði hann í øllum
førum betri enn seinast.
Onkur útlenskur journalistur hevði spurt eitt føroyskt barn,
hvat ein drotning er, og fekk svarið: ein kona sum bestemmar.
Drotningin hevði onga viðmerking til hetta, og hvat skal hon siga:
Nei, eg havi einki vald, eg eri bara ein spegil, sum tit kunnu spegla
tykkum í? Sum spegling var vitjanin væl eydnað. Sjónvarpið sendi
samandrátt hvørt kvøld, og vit sóu okkum sjálv, soleiðis sum vit
síggja út í gylta drotningaspegilinum. Um hennara hátign ikki
kom, høvdu vit ikki fingið høvi at sæð søguna í Vestmanna, merkt
brimið í Mykinesi ella hoyrt sjósálmin í Skúvoy (har drotningin
ikki kom, men tað hevði minni týdning, tí tað er spegilsmyndin
sum er avgerandi).
Áðurnevndi journalistur var í veruleikanum ikki útlendskur.
Hon var donsk, og hon skilti ikki, at føroyingar tosaðu um donsk
tíðindafólk sum útlendsk. Nei, tað er kanska ikki lætt at skilja.
Um norðmenn hyggja mest eftir norskum sjónvarpið, týskarar
eftir týskum sjónvarpið og bretar eftir bretskum, eru føroyingar
so danskir, tí vit hyggja mest eftir donskum sjónvarpi? DR2 hevði
fleiri góðar sendingar farnu vikuna, millum annað eina ameri
kanska sendirøð (við danskari talu og donskum teksti), Inside the
Great Magazines, um at vit heldur vilja lesa søgur um Madonnu
(og Margrethu?) enn um kríggj og ræðuleikar.
Vit eru eisini donsk, tá vit hyggja at føroyskum sjónvarpið, tí
har verða somu sendingar endursendar – uttan nakra føroyska
týðing. Hetta er neyvan gott fyri tjóðskapin ella demokratiið, men
tað er ikki lætt hjá lítla Kvf at kappast við journalistisku dygdina
hjá t.d. TV2, sum sunnukvøldið varpaði ljós á donsku heima
hjálpina. 14daga kanningararbeiði hjá tveimum journalist um og
einum myndamanni avdúkaði, at heimahjálparar brúktu upp til
helvtina av arbeiðsdegnum heima hjá sær sjálvum ella í privatum
handilsørindum. Loyniligt kamera fylgdi ávísum heima hjálparum,
og bæði heimahjálp og myndugleikar máttu standa til svars.
Tíbetur fáa slíkar óhepnar síður av veruleikanum frið í Føroy
um. Føroyskir miðlar hava ikki pengar ella umstøður at vera
veruligir vakthundar, og hevði ein danskur miðil dittað sær at gjørt
eitt líknandi innslag um føroysk viðurskifti, høvdu vit mett tað
sum størri kolonialan ágang enn øll tey kongaligu fornermilsini
hjá Heindrikki prinsi tilsamans. So mikið av tjóðskaparligum stolt
leika hava vit tó. Tíbetur. Tað er eisini nógv stuttligari at síggja
vakrar glansmyndir av smílandi kongaparinum. Og skjótt kemur
Ólavsøkan við uppaftur fleiri vøkrum myndum og pussaðum
glansi. Hesuferð føroyskum. Tíbetur.
Miðlar
Dorit Hansen
dorithansen4@gmail.com
Danskar
spegils myndir
Í mikudagsblaðnum ummæla skiftandi fólk fjølmiðlarnar.
Vilmund Jacobsen
Veiðan hjá teimum seks
skip unum, sum hava gull
laksa loyvi, hevur í sein ast
u ni verið heldur slakari,
enn tá vertíðin byrjaði
tíð liga í apríl, og skipini ta
fyrstu tíðina høvdu rætti
liga rokveiði.
Í byrjanini av vertíðini
gjørdu skipini einar tveir
góð ar túrar um vikuna, har
tey vóru full undir lúkur
nar.
Gulllaksaveiðan hevur
ikki verið vánalig, men
hev ur verið heldur slakari
seinas tu
vikurnar
enn
annars.
Einki óvanligt er í, at
veið an er eitt sindur aftur
og fram gjøgnum vertíðina,
men sum oftast plagar hon
at batna aftur, tá tíð er um
liðin.
Á landingarmiðstøðini
Kongshavn í Saltangará,
sum vanliga landar gull
laksa skipini, Polarhav og
Stjørnuna, søgdu tey her
fyri, at meðan tað í byrjan
ini av vertíðini tók einar 34
dagar at fylla skipini, tekur
tað nú kanska 45 dagar at
fáa somu nøgd – ella eitt
samdøgur meiri.
Tað er tó ikki so, at skip
ini, sum eru á hesi veiði,
sigla við hálvari last aftur
av túri. Tey hava gjarna
fing ið uppí, tá tey hava
verið úti hesar 45 dagarnar.
Breyt motor
Tey seks skipini, sum pla ga
at fiska gulllaks í ver tíð ini,
eru Polarhav og Stjørn an,
Vestmenningur og Fram
og Eysturbúgvin og Vestur
búgvin.
Men fyri eini tíð síðan
vóru teir so óhepnir á
Eystur búgvanum, at motor
urin fór í knús, meðan teir
vóru til fiskiskap. Neyðugt
er við nýggjum motori, og
væntandi var, at hetta fór
at taka einar tveir mánaðir
ella so.
Og soleiðis reyk allur
tann størri helmingurin
av gulllaksavertíðini hjá
Eystur búgvanum í hesum
um fari.
Vesturbúgvin
hevur
sein astu tíðina partrolað
eftir gulllaksi saman við
djúp vatns trolaranum
Stein tóri úr Hvalba.
Skipini hava gjørt nakr
ar túrar, og sum skilst hevur
hetta riggað hampiliga væl,
tó ikki heilt so væl, sum tá
Eysturbúgvin og Vest ur
búgvin fiskaðu saman.
vilmund@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen
Hóast politiska skipanin í
Føroyum enn ikki er vorðin
samd
um,
hvussu
fram
skal farast í spurninginum
um makrelin í 2010, nú
samráðingarnar um býtið
millum
standalondini
slitnaðu í Londan fyrr í
summar, er kortini líkt til,
at ein ávís loysn er fingið á
teimum sløku 4.000 tonsum
av makreli, sum lógu eftir av
føroysku kvotuni fyri 2009.
Tað
eydnaðist
tíverri
ikki
at
fáa
fatur
á
landsstýrismanninum
í
fiskivinnumálum,
Jacobi
Vestergaard, í morgun, men
Sosialurin
veit
rættiliga
vist, at landsstýrismaðurin
um dagarnar hevur givið
feløgum munnlit loyvi at
fara út at fiska makrel.
Jacob
Vestergaard
hevur
verið
eitt
sindur
trekur
í
seinastuni,
og
reiðaríir hava funnist at,
at landsstýrismaðurin ikki
hevur
viljað
skrivað
út
loyvi at veiða tann partin av
eginkvotuni hjá skipum, sum
lá eftir frá árinum 2009.
Í fjør heyst søgdu bæði
Noreg og ES, at tey fóru at
loyva sínum skipum at fiska
tað, sum lá eftir frá í fjør, í
2010 í staðin.
Sløk
4.000
tons
av
føroysku
makrelkvotuni
í fjør vórðu ikki veidd
og føroysk reiðaríir, sum
áttu
lut
í
hesi
kvotu,
hava funnist hvassliga at
landsstýrismanninum,
tí
hann hevur drálað við at
geva teimum loyvi at fiska
hesa nøgd.
Men
um
dagarnar
hava
so
reiðaríir
fingið
at
vita
munnliga
frá
landsstýrismanninum,
at
tey kunnu loysa og fara út at
fiska makrel.
Lítið man vera at ivast í,
at tað eru hesi sløku 4.000
tonsini, sum skipini nú í
fyrsta lagi kunnu fara eftir.
Herfyri frættist, at Finnur
Fríði og Jupiter høvdu loyst,
og síðan tá eru ivaleyst eisini
onnur skip fara út at veiða
makrel í føroyskum sjógvi.
Sosialurin fer at venda
aftur til hetta mál í blaðnum
fríggjadagin.
vilmund@sosialurin.fo
Slakari gulllaksaveiða
VEIÐA Seinastu tíðina er minni gulllaksur komin upp á
land, enn tá veiðan var best í byrjanini av hesi vertíðini
Skip fingið munnligt
loyvi at fiska makrel
MAKRELUR Nógv hevur verið kjakast um makrel í hesum árinum,
bæði vinnuliga og politiskt, men nú skilst, at landsstýrismaðurin
hevur givið nøkrum skipum munnligt loyvi at fara á makrelveiði.
Finnur Fríði og Jupiter eru farnir at fiska makrel – og ivaleyst eru onnur
skip eisini farin til fiskiskap eftir makreli undir Føroyuma
Tey seks skipini, sum eru á gulllaksaveiði í hesi
vertíðini, eru Polarhav og Stjørnan, Vestmenningur
og Fram og Vesturbúgvin og Steintór
Mynd: Vilmund Jacobsen
VEIÐA