mikudagur 7. juli 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. juli 2010 · Nr. 104
14
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Gulllaksavirkið Tavan í Leir
vík hevur í seinastuni merkt,
at minni gulllaksur kem ur
upp á land í løtuni, enn tá
veið an var best ta fyrstu tíð
ina av vertíðini.
Tá mest er at gera á
virkinum í vertíðini, arbeiða
tey vanliga í tveimum lang
um vaktum á 10 tímar hvør
vaktin.
Óvanligt
hev ur
heldur ikki verið, at ar beitt
hevur verið onkrar leygar
dagar.
Men í seinastuni hevur
til gongdin av gulllaksi verið
min ni støðug, og virksemi
hev ur tí bert verið á virki
num einar 34 dagar um
viku na, har tey hava arbeitt
í tveimum 8 tímar longum
vaktum.
Samanfall
Jóan Magnus Rasmussen,
stjóri í Tavuni, sigur, at tað
eru tvey samanfallandi við
ur skifti sum gera, at minni
gulllaksavirksemi
hev ur
verið á virkinum í seinast u ni.
Eitt er, at skipini fáa
held ur minni av fiski. Hitt
er, at Eysturbúgvin breyt
motor in og noyddist úr vin
nu.
Stjórin vísir á, at tað hevur
ging ið hampiligt hjá Steintóri
og Vesturbúgvanum, síðan
Eystur búgvin breyt motorin,
men kortini hevur veiðan
hjá skipunum kanska ikki
eydnast heilt so væl, sum
tá Eysturbúgvin og Vest ur
búgv in partrolaðu saman.
Vanligt
hevur
verið,
at Tavan í Leirvík keyp
ir
gulllaksin
hjá
Polar
havi, Stjørnuni og Eystur
búgva num, og nú Stein tór
er makkarin hjá Vestur
búgvanum, hevur virkið í
Leirvík keypt fiskin hjá teim
u m í staðin.
Sum skilst, hava virkir í
Sand oy og Suðuroy eisini
keypt ávísar nøgdir av gull
laksi num hjá Steintóri.
Vestmenningur, Fram og
Vest ur búgvin
leggja
sína
gull laksaveiði upp til Faroe
Pe lagic í Kollafirði, har fisk
ur in verður heilfrystur til
út flutnings.
Minni nøgd
Árið í fjør eydnaðist so
ser staka væl hjá Tavuni í
Leirvík, har virkið setti met,
bæði í nøgd og rakstr ar av
lopi.
Jóan Magnus Rasmussen
sig ur, at meðan tey í fjør vir
k aðu góð 11.000 tons av gull
laksi, er væntandi, at saml
aða nøgdin í ár helst verður
eini 8.000 tons.
Higartil í vertíðini hava
vit keypt umleið 5.000 tons,
og vit vóna at keypa eini
3.000 tons aftrat, um gongdin
verð ur, sum hon er nú.
Stjórin vísir annars á, at
út lit eru til, at hetta verður
eitt gott ár – eisini í nøgd –
hjá virkinum, tí 8.000 tons
er framvegis ein stór rá fiska
nøgd.
Jú, vit eru bjartskygdir.
Mark nað ar útlitini eru í lagi,
og vit vænta, at árið 2010 eisi
ni fer at roynast, sigur Jóan
Magnus Rasmussen, stjóri í
Tavuni í Leirvík.
vilmund@sosialurin.fo
3000 tons minni
av gulllaksi
FRAMLEIÐSLA Gulllaksaarbeiði á Tavuni í Leirvík hevur verið eitt sindur meiri
óstøðugt í seinastuni, enn tá vertíðin byrjaði tíðliga í apríl mánaða í ár
- Jú, vit eru bjartskygdir. Marknaðarútlitini eru í lagi, og vit vænta, at árið 2010 eisini fer at roynast, sigur Jóan Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni
Mynd: Vilmund Jacobsen
GÓÐ ÚTLIT
… higartil í vertíðini hava vit keypt
umleið 5.000 tons, og vit vóna at
keypa eini 3.000 tons aftrat…
JÓAN MAGNUS RASMUSSEN
Jóan Magnus Rasmussen er stjóri í Tavuni, sum hevði eitt
avlop í fjør upp á heilar 10 miljónir krónur
Mynd: Vilmund Jacobsen