mikudagur 7. juli 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 7. juli 2010 · Nr. 104
Sosialurin
E
g veit, tað hóskar seg ikki at
vera eftirsnarur... men eg visti
tað! Fyri einum ári síðani,
tá ið ein minni landsliðskapping
í fótbólti var, eisini í Suðurafrika,
visti eg í tann mun, hvat fyri eitt
sjónvarpsligt fenomen fór at strúka
inn yvir landið næsta summar:
MUTE-knøtturin!
So, um tú ikki longu veitst, hvat
ein vuvusela er fyri nakað, hev-
ur tú antin gjørt ein bin Laden,
ella ert tú haldari av Televarp-
in um. Ein vuvusela er eitt langt,
trompet-líknandi
ljóðføri
gjørt
úr plasti, sum varð nýtt av við-
halds fólki til Confederations Cup
í Suðuramerika við tí endamáli at
halda ein gang so ógvusligan, at
sjálvt sjónvarpsfrásøgn skuldi vera
ótolandi.
Vuvuselain
ljóðar
sum
ein
loftflotadeild av ninjavespum við
einum vánaligum fartelefonstóna,
og er fyri sjónvarpsfótbólti hvat
Anna Faroe hevði verið fyri eini
rappkonsert í Leikalund: frálík at
hugt at, ein marra at lurta at.
Nøkur halda, at vuvuselain
hevur røtur í einum ljóðføri til-
hoyr andi
eini
fyrndargamlari
afri kanskari stammu, sum brúkti
hornið hjá eini atilopu, nevnt
kudu, at kalla saman bygdarfólkið
til týðandi fundir.
Nøkur halda tó, at vuvuselain
stavar frá eini plastfabrikk í Kina.
Sannleikin er óklárur.
V
ið bretska Sky Sports segði
spanski
miðvallaleikarin
Xabi Alonso nakað so leið-
is: »Vit eru vanir við sangir og fót-
bóltslig herróp, men ikki hetta
ræðu liga
horn-
blása ríið. Hornið køvir veruligt
uppfinnsemi
millum
við halds-
fólk og ger tað sera torført hjá
leikarum at samskifta. Vuvuselain
ørkymlar og ger apsalutt einki fyri
atmosferuna.«
Fifa, ella Sepp Blatter, kendur fyri
at hava 50 hugskot um dagin, harav
51 vánalig, men sum nú, aftaná
Lampardsa »mál« endiliga sær út
til at góðtaka videotøkni, stuðl ar
hinvegin hasum ljóðførinum frá
helviti. Hann hevdar, at vuvusela-
in er avgerandi fyri »einum autent-
isk um suðurafrikanskum fótbólts-
upplivilsi.«
Tað var annars ein tíð, herr
Blatt er, har eitt autentiskt enskt
fótbóltsupplivilsi handlaði um at
goyma seg fyri flakkandi harka-
liðum fyri síðani at betala fyri at
standa í eini trokandi mannamúgvu
við einum nóg so góðum útsýni
ímóti høvdinum hjá onkrum manni,
meðan pissið frá onkrum øðrum
dryppaði niður eftir baksíðuni á
tínum brøkum. Eg minnist ikki
Blatter stuðla hasum.
Fifa sigur seg vilja umhugsa
støðuna til avlongu helvitini bert
um tey verða misnýtt. Tað vil siga,
brúkt sum vápn, hugsi eg, hesir
fótbóltsins einræðisharrrar meina
við.
Altso, nú plagi eg ikki vanliga at
eggja til hooliganismu, ella harð-
skap yvirhøvur, men í hesum føri
hevði eg so gleðiliga tikið slagið
sjálvur vegna hasi á leið hálvu
miljón uni, ið enn er í Suðurafrika
í fótbóltsørindum, og eina miljard
ella so sjónvarpshyggjarum. Afturat
tí, ein vuvusela brúkt at sláa meg
við er ein vuvusela minni at blása
í.
»Tað er ikki upp til Fifa at hindra
fólki at larma á fótbóltsvøllum«,
segði
Sepp
Blatter...
og
enn eitt gull korn frá fótbóltsins
hægstráðandi: »Um tú fert í býin
eitt leygarkvøld, tá er hetta ein nógv
størri avbjóðing fyri hoyrnina«.
Kortini, tað einasta, ið verður
avbjóðað, Sepp, er mín førleiki at
ignorera mentalu mynd ina av tær
í einum disko.
»Eg havi altíð sagt, at tá ið
vit fara til Suðurafrika, so er tað
Afrika«. skoytti hann uppí. »Tað er
larmut, energiskt, rútmiskt, tón-
leikur, dansur, trummur. Hetta er
Afrika. Vit mugu tillaga okkum eitt
sindur.«
Hetta tykist mær at vera eitt
nokkso ógóðtakiligt brúk av eini
populerari stereotypu. Afrikanarir
– teir eru larmutir, og so dansa teir
ordiliga nógv. Hvat hevði Blatter
sagt, um vuvuselain gjørdist popu-
ler í Amerika? »Tað er rætt, sum tey
siga, at amerikanarir eru heldur
irriterandi, men hey, hetta er
Amerika, og tey eru nøkur komplett
neyt høvd. Vit mugu tillaga okkum
eitt sindur.«
Tey, ið eru ordiliga pro-vuvusela,
harímillum fótbóltsglaðir kultur-
radikalistar – jú, hesir eru til – vísa
á, at talan er um eina »tónlistarliga
siðvenju«. Men, í álvara, og við all-
ari virðing eisini, tí sjálvur dugi
eg ikki at skyna mun á einum
nóta og skóta, men eg havi so ikki
dagað nógvan musikalitet í hasum
tónleysa og monotona snorinum.
Og, hvat siðvenju viðvíkur: hvat tá
við onkrum veruliga afrikanskum
tónleiki? Tað hevði faktiskt verið
vælkomið.
Ikki tí, av sonumm átti tað at
verið mannarøddin, sum skuldi
avloyst hissini ljóðføri á suður afri-
kanskum fótbóltsvøllum. Eg veit,
tann alraminsta mutlanin frá einum
materialistiskum og eyðrænandi
vesturlendingi, serliga evropeara,
um hvat afrikanarin átti at gjørt,
og tú fært aftur í kolonialistiskum
grælingsfjaðrum.
Men í stríðnum ímóti apartheid
sungu afrikanarir. Og eginliga er
tað so, og uttan at blíva Seppsliga
eintáttaður, at tvørvegis landsins
søgu hevur tað verið teirra óføra
sangrødd, ið hevur andkveikt og alt
fram kenslurnar, harav afrikanska
mentan.
Suðurafrika er ikki teir fyrstu
vertirnir at koma við onkrum til
HM í fótbólti, sum restin av fót-
bólts verðini ikki hóvar. Men tað
var altíð minni sannlíkt, at ein
alheimsligur sjónvarpsskari fór at
øsa seg um høgguslokk-smakkandi
peanuts til fótbótlsdyst, hvat japan-
ar borðreiddu við í 2002 – um hann
so frægt sum, ja, beit merki í hann...
hetta!
S
occer City Stadium, har
finalan verður, er
bygt so at skapa
so nógvan gang sum
gjørligt. Eg kann
bert
ímynda
mær, hvat
hasi 94.000 hjáverandi
fara at uppliva, sum kappingin
kemur í hæddina – og tað, forrestin,
er ein massivt yviramplifiserað
Muse-konsert,
har
tónleikurin,
allur sum hann er, verður spældur
á pan floytu.
»Tað fer at verða tað mest larm -
andi heimsmeistaraskapið nakran-
tíð«, skrøggaði sjefurin, Danny
Jordaan. »Tey fara at koma við
sínum vuvuselaum, og gangurin fer
at verða fangaður innií hválvinum.
Tað fer at verða framúrskarandi.«
Vælsignaði, Danny, fanga hann,
men syrg tá fyri at hava hann í
varðhaldi, og lat ongantíð í lívinum,
nakrantíð, hasa bløkuna út aftur.
Um nakað, tá vitnar nýtslan av
vuvuselaini bert um ta ekstremu
fótbólts-analfabetismu, sum enn
er í landinum. Suðurafrikanskir fót-
bóltsfjepparir hava ikki tørv á eini
ávísari grund, so sum eitt mál, eini
hugfangandi løtu ella heiladeyðari
dómaraavgerð, at tamba hasar
kjálkarnar og blása. Teir bara blása
víðari – sum um ein baksending
til málmannin er líka feitt sum
eitt saksaspark í mál – og á einum
kollektivum ljóðstøði, sum hevði
staðið seg ímóti motorunum á Al
Goresa jumbojett anytime.
Nú eri eg nakað av einum anglo -
mani, men sjálvt enskir fótbólts-
fjepparar eru ikki perfektir. Eitt nú
hava teir sín heilt egna tónlistarliga
irritant – hornorkestrið, sum fratar
eyðkennislagið til The Great Escape,
oftani uttan íslit ein heilan dyst.
K
anska kann Suðurafrika
læra frá hasi lammiterandi
træklokkuni,
ið
nærum
endaði sum eitt samheiti fyri
enskan fótbólt eftir krígsárini á
sama hátt sum vuvuselain fyri HM í
Suðurafrika, men sum onglendingar
dissaðu so skjótt sum teir
funnu útav, hvussu
forargilig hon var,
og at ongin annar
dámdi hana.
Men
um
ikki,
og
tú
ikki finnur
fjar stýr ing-
ina,
ella
hevur ein
M U T E -
knøtt, ella
o n k u r
autentisk
b r u g d a
heima
við
hús bara insisterar uppá at lurta
við óljóðinum frá, tá skilji eg
so óluksáliga væl, um tú hevur
gjørt ein bin Laden... ella Ólavur
Rasmussen, sum tey eisini kalla
fyribrigdið (tá ið jú eingin fani enn
veit, og so slettis ikki hvalbingar,
hvar maðurin er).
So, jú, eg stuðli tær totalt í tínari
roynd at goyma teg fyri hasum ei-
ntónandi hornblástrinum úr hel-
viti.
Tíðargrein
Agga Niclasen
meining@meyl.fo
Takk og lov fyri MUTE!
Vuvuselain er fyri sjónvarpsfótbólti, hvat Anna Faroe hevði verið fyri eini
rappkonsert í Leikalund: frálík at hugt at, ein marra at lurta at