mikudagur 7. juli 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. juli 2010 · Nr. 104
12
Sosialurin
Nøkur orð um mín góða
beiggja Jonhard. Hetta er
ómetaliga tungt at seta seg
at skriva.
Fyri
knapt
tveimum
árum síðan fór eg við
familju
míni
niður
til
Danmarkar at ferðast. Var
illa nokk komin niður, tá eg
bleiv uppringd, at tú vart
illa sjúkur. Tú hevði í nógv
ár havt eina keðiliga sjúku
at dragast við, ja, heili 40
ár, og so skuldi tú fáa hesa
sjúkuna afturat. Tað var tað
allar ringasta, sum kundi
henda. Góði Jonhard, eg
og mín familja hava so
ómetaliga nógv gott at
minnast afturá. Tú var altíð
so glaður, tá vit komu inn á
gólvið hjá tykkum.
Eg havi so nógv gott at
minnast til tín, eisini tá vit
vóru børn, tá tók tú meg
altíð við tær. Eitt nú tá tú
fór at fiska ella at seta gørn.
Tær dámdi so væl sjólívið,
men sjúkan forðaði tær í tí.
Tú keypti tær eisini aktiur
í Nólsoyar Páll, so tað var
eingin ivi, at tað var tann
vegin, tú ætlaði at fara.
Tá tú var mitt í tjúgunum
fort tú til Danmarkar at fáa
tær útbúgving sum pleyg
ari. Arbeiddi eina tíð niðri,
til psykiatriska deild læt
upp í Havn í 1969. Tá flutti
tú heim aftur og var sostatt
við til at taka ímóti teimum
fyrstu sjúklingunum. Har
vart tú til ár 2000, tá sjúkan
byrjaði at gera um seg.
Eisini dámdi tær so
ómetaliga væl at mála, og
málaði tú nógv hús um
sumrarnar. Tað gjørdu tú
eisini við tykkara hús síðsta
summar. Bæði á Hvítanesi
og uppi í Børkugøtu. Ja,
tað er tungt at síggja stig
arnar liggja í túninum og
málingablikkini
standa
órørd.
Góða Jonna, tú verður
heldur ikki gloymd. Tú var
nógv um Jonhard og passaði
hann væl og virðiliga líka
til tað síðsta. Tit áttu tvey
børn og trý deilig ommu og
abbabørn, sum Jonhard var
so ómetaliga glaður fyri.
Altíð klárur at koyra tey,
um tey skuldu onkustaðni.
Hann gleddi seg eisini til
at tú, góði Leivur, skuldi
konfirmerast í heyst, men
tað upplivdi abbin ikki.
Góði Jonhard, tað kundi
verið so nógv annað at
skriva um, tí sum sagt,
minn ini eru nógv, men við
hesum orðum fari eg at lýsa
frið yvir minnið um góða
beiggja mín Jonhard.
Systir tín við familju
Esther Jenny
Minningarorð um
Jonhard
Egholm
90 ára føðingardagur
Sunnudagin 11. juli verður Jenny Ellingsgaard, Eiði,
fødd Rasmussen og ættað av Norðskála 90 ár. Tann,
ið hevur hug at heilsa uppá Jenny á føðingardegi
hennara, hendan dagin, er hjartaliga vælkomin á
Korndalsbýlið á Eiði millum kl 15.00 og 18.00.
90 ára føðingardagur
Mánadagin 12. juli verður Símun Pauli Djurhuus,
málari, Tórshavn 90 ár. Tey, ið ynskja at heilsa uppá
Símun eru hjartaliga vælkomin á Suðuroyaveg 7, frá
kl. 17.00
90 ára føðingardagur
Mikudagin 14. juli verður Hans Marius (Lilleven)
Johansen, Tvøroyri 90 ár. Tey, ið ynskja at heilsa uppá
Lilleven henda dagin eru hjartaliga vælkomin á Hotel
Tvøroyri ímillum kl 11.00 og 15.00.
85 ára føðingardagur
Fríggjadagin 9. juli fyllir Karin Johannesen,
Tórs havn, 85 ár. Dagurin verður hildin
á Ellisheim inum frá kl.16 til 21.
80 ára føðingardagur
Mikudagin 7. juli verður Hansina (Goje) Olsen, Syðrugøta
80 ár. Náttverði verður í Streymnesi frá kl. 18. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
80 ára føðingardagur
Hósdagin 8. juli verður Jógvan Ingvard Olsen, Toftir, 80
ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni.
80 ára føðingardagur
Fríggjadagin 9. juli verður Sanna Johanne sen, Skála
80 ár. Vælkomst verður í Meinigheit húsinum á Skála
frá kl. 18. fríggjadagin.
80 ára føðingardagur
Hin 8. juli fyllir Kanny Sambleben 80 ár. Dagurin
verður hildin 10. juli á Hotel Føroyum saman við
børnum og næstringum.
Nøvn
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Fríggjadagin 9. juli kl. 16 til
18 letur ein framsýning við
verkum hjá Selmu Mikladal
upp í Galerie Focus í Gríms
Kambansgøtu 20 í Havn.
Selma Mikladal er fødd
í 1954 í Klaksvík. Hon er
útbúgvin
sjúkra røkt ar
frøðingur og hevur búð í
Keypmannahavn í mong ár.
Sína fyrstu máln inga fram
sýning hevði hon í Før oya
húsinum í Keypmannahavn
í 2005.
Selma
hevur
verið
nógv í Grønlandi og eisini
arbeitt har og upplivað nógv
spennandi. Hon hevur altíð
fingist við at tekna og at
mynda á ymiskan hátt. Hon
er altíð á ferð í einum ella
øðrum spennandi sum nú í
Galerie Focus, har hon sýnir
málningar fram. Myndevnið
er ofta tað hon hevur sæð,
náttúran, kenslurnar og tað
sum stendur eftir, ikki eitt
ávíst stað, men samanumtikið
tað sansaða, tað upplivaða,
tann umgjørda myndin.
Framsýningin
verður
opin til 22. juli, týsdag til
fríggjadag kl. 15 til 18 og
leygardag kl. 16 til 18.
Fríggjadagin letur ein
framsýning hjá Selmu
Mikladal upp í Galerie Focus
Mynd: Jens Kristian Vang
Selma í Focus
www.fjorukrogvin.fo
Tel. 471500 / 771500
• Matstova
• Søgusavn
• Gávubúð