mikudagur 7. juli 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 7. juli 2010 · Nr. 104
Sosialurin
Fyri nøkrum døgum síðan
er grein á heimasíðu Fíggj
ar málaráðsins, har fíggj ar
málaráðharrin
kunngerð
broyt ingar í umsitingini av
bar sils skipanini og kunda
tæn ast uni hjá TAKS. Ein
partur snýr seg um ábyrgdar
býti millum TAKS og Gjald
stovuna,
felagsumsiting
o.s.fr., tað mesta praktiskir
upp lýsingar uttan stórvegis
almennan áhuga. Tó, mitt
í hesi lýsing frá Jóannesi
Eides gaard stendur stutt og
greitt:
»Upplýsast skal, at Johan
Dahl,
landsstýrismaður
í
vinnumálum
og
Jó ann es
Eidesgaard,
lands stýris
mað ur í fíggjarmálum hava
avtalað at flyta umsit ing ina
av útgjaldinum frá Bar sils
skipanini frá ALS í Tórshavn
til TAKS í Suðuroy. Talan
verður um 3 størv, ið verða
flutt til TAKS í Suðuroy.«
Soleiðis. Stutt og greitt.
Tveir landsstýrismenn hava
»sínamillum
avtalað«
at
sundurliða ein almennan
stovn. Vit skunda okkum
at lesa víðari fyri at finna
grundgevingina
fyri
enn
einaferð at sindra ein stovn
og flyta hann úr Havnini. Og
vit finna hetta:
»Endamálið við hesum
broytingum er at skapa
betri karmar fyri loysn av
teimum ymsu uppgávunum,
ið stovnarnir hava. Talan
verður ikki um nýggj størv,
men flyting av størvum
millum stovnar í Havn og
flyting av trimum størvum
úr Havn til Suðuroyar. Eisini
er ætlanin nakað seinni at
flyta 3 størv afturat til TAKS
í Suðuroy.«
Hevði hetta verið ein
saklig grundgeving, so kundu
vit kanska staðfest, at hon
var røtt. – Løgmaður roynir í
grein í dag at verja avtaluna
og sigur m.a., at talan er ikki
um politiska flyting, men
um umsitingarliga flyting,
ið stjórin á TAKS hevur gjørt
av.
Hetta
er
møsn.
Ein
stovns leið ari kann ikki taka
slíka avgerð einsamallur, tí
sjálvandi skal politisk semja
vera um slíkt mál. Í hesum
føri er politiska semjan tó
bert avtalað millum lands
stýrismennirnar
Jóannes
Eid esgaard og Johan Dahl,
hetta hava teir sjálvir boð
að frá á heimasíðu Fíggjar
málaráðsins.
Endamálið er tí greitt, at
hetta snýr seg einans um at
flyta stovnar fyri at skapa
nøkur fá eyka arbeiðsplass
uttanfyri miðstaðarøkið. Var
nøkur meining í galskap in
um, so skuldi ein slík politisk
semja ella sum í hesum føri
ein avtala millum tveir lands
stýrismenn heldur verið um
tiltøk, sum kunnu skapa
nýtt virksemi sum veruliga
munar – gera kakuna størri,
heldur enn at pilka molar
burtur av. Gera økini sterk,
uttan at Havnin av teirri
orsøk viknar.
Ongin
viðmerking
er
at finna á heimasíðuni hjá
Vinnumálaráðnum, seinasta
greinin har var ein pástandur
um, at matfestivalurin í Havn
við fyribils lappaloysnum
kortini kanska kundi lata seg
fremja – hóast hann beint tá
var avlýstur, tí hann júst ikki
kundi fremjast! Har er av
sonnum framdrift.
Rossahandil ella
økismenning
Onkur kanska hugsar, at
talan er ikki um valstríð ella
rossahandlar. Helst er talan
um økismenningarpolitikk.
Men dagin eftir felags kunn
gerðina
frá
lands stýris
monnunum fáa vit at vita,
at landsstýriskvinnan í økis
menningarmálum als ikki
hevur hoyrt um málið. Og
ikki bara tað – hon er ímóti,
at
slíkar
avgerðir
verða
tiknar yvir nátt uttan nakra
politiska viðgerð yvirhøvur.
Hvør skal siga, hví so hava
ein landsstýrismann í økis
menning yvirhøvur?
Fyri stuttum upplivdu
vit hetta sama, tá lands
stýrismaðurin í heilsumálum
flutti Heilsutrygdina til Klaks
víkar. Ikki kundi hann leggja
fram eina einastu sakliga
grund fyri, at Heilsutrygd
húsaðist best í Klaksvík.
Nakrar grundgevingar vórðu
nevndar, men tær vóru als
ikki sakligar – og í besta føri
sera tunnar. Hvørki fakligar,
fíggjarligar
ella
vanliga
ratio nellar
grundgevingar
eru komnar fram, men bert
slíkar, ið mest líktust verju av
tilvildarligum avgerðum!
Og nú vísir Annika Olsen
á, at tá fekk Axel Johannesen
greitt at vita frá løgmanni, at
hetta átti at verið viðgjørt
í landsstýrinum, og at í
framtíðini skuldu einstakir
landsstýrismenn ikki flyta
stovnar uttan at hetta hevði
verið fyri á landsstýrisfundi.
Og sjálvandi taka vit fult
undir við Anniku Olsen, nú
hon krevur, at løgmaður
stendur við sítt orð, og gevur
landsstýrismonnunum við
vinnumálum og fíggjarmál
um greið boð um at taka hesa
flytingina aftur.
Sambært bløðunum, so
ætlar løgmaður sær ikki at
gera hetta. Sostatt bendir
einki á, at landsstýrið enn
hevur sæð skriftina á vegg
inum, men bara roynir at for
telja øðrum, hvussu landsins
ognir verða best røktar og
vardar – uttan sjálvt at vita
ella vísa, hvat tað merkir.
Vit hava ferð eftir ferð sæð,
hvussu milliónir oman á
milliónir verða blástar upp í
luftina, tí nú skal nakað nýtt
og øðrvísi roynast, og so er
eisini hesa ferð. Her er einki
nýtt!
Sundurliðing
virkar ikki
Eg hugsaði, at vit vóru komin
longur. At billa sær inn, at
meira og minni sundurliðaðir
almennir
stovnar
skulu
seta gongd á menningina í
útjaðaranum, og at teimum
á baki skal koma eitt betur
vinnulív, mentanarlív og alt
møguligt annað, er alt ein
stór misskiljing, tí sum oftast
er náttúrliga gongdin júst
tann øvugta. Men tað hevur
einki at siga, tí endamálið er
bert at tøma miðstaðarøkið
fyri almennar stovnar –
sjálvt um tað ikki virkar.
Jóannes Eidesgaard og
Jóhan Dahl valdu heldur at
ganga í fótasporunum hjá
teimum, ið halda tað geva
besta úrslit, at almennir
stovnar verða spjaddir í so
nógvar ættir sum gjørligt,
hetta hóast at løgmaður
fleiri ferðir hevur sligið
fast, at kravið fyri breiðum
semjum at røkka settum
málum er, at tora at hava
felags langtíðarmál og seta
egnu áhugamál til viks fyri
at tæna landi og fólki.
Um tað snýr seg um rossa
handlar og/ella egin áhuga
mál kann veljarin taka støðu
til. Men løgið er tað, at vit
enn einaferð eru vitni til eina
slíka ódemokratiska avgerð,
sum frá degi til dags hevur
broytt tilverugrundarlagið
hjá trimum familjum í Havn
– umframt trimum aftrat
seinni.
Tí fari eg at loyva mær
at krevja av løgmanni, at
hann stendur við sítt orð
og tryggjar, at eitt mál sum
hetta verður sakliga viðgjørt
– eisini politiskt.w
Heðin Mortensen
Borgarstjóri
Statt nú við títt orð,
harra løgmaður!
Jenis av Rana
Í tíðindabroti á portal.fo
í sambandi við kjak um
fosturtøku, sum í løtuni er
í Danmark, er ein óheppin
orðing, sum krevur eina
viðmerking.
Í
brotinum
verður
greitt frá ætlanum, sum
nøk ur hava, men tíbetur
onnur mæla ímóti, um at
broyta markið fyri nær
fostur kann verða tikið úr
trygga umhvørvi sínum í
móðurlívi. Millum tey, sum
mæla ímóti, er etiska ráðið,
sum greitt vísir frá sær
tosið um at geva barninum
deyðiliga sproytu áðrenn
tað verður tikið, tí at hetta
er at sammeta við aktiva
deyðshjálp.
Deyðiliga
sproyt an er neyðug, siga
onn ur, tí tá tú fremur hesar
seinu fosturtøkur hendir
ferð eftir ferð, at barnið
livir í tímavís, tá tað verður
føtt.
Óhepna orðingin
Greinin í sær sjálvum sig
ur frá einum samfelag,
sum meira og meira gevur
rúm fyri hugsanum um
útveljing, sum fyri sjeyti
árum síðani fekk stórar
partar av heimsins londum
at venda sær við andstygd
frá og móti teimum, sum
hesar hugsanir framdu í
verki. Vónandi fáa hesar
ætlanir ikki fótafesti, hvørki
í syðra parti av ríkinum ella
her heima hjá okkum.
Orðingin, sum yvir skrift
in sipar til, er at finna sum
niðurstøða í greinini, hon
ljóðar soleiðis: tí vildi tað
lætt um fyri allar partar,
um fostrið longu var deytt,
tá tað kom út.
Høvuðsparturin í ein
ari
fosturtøku
er
væl
hann ella hon, ið missir
lívið. Hvør veit at siga
frá hesum sakleysa, sum
brádd liga verður noktað
rættin til tað lív, sum tú
og eg njóta, at fosturtøka
vildi verið ein lætti fyri
tað? Men hetta er júst tað
afturvendandi
mistakið
í fosturtøkukjakinum, at
forsprákararnir
snúgva
sær undan at tosa um
høvuðspersónin, hann ella
hana, ið bøtir við sínum
lívi. Sjálvandi er veruleikin
ræðandi, tí vilja tey ikki
tosa um barnið, men tú
kemur ikki uttan um, at
við at viðmæla fosturtøku
tekur tú tær rætt til at forða
einum øðrum at verða borin
í heim.
Hvør er Gianna
Jessen?
Lova mær at tú tekur tær tíð
at fara inn á netið og finna
søguna um Giannu Jessen.
Les grípandi søgu hennara,
ella finn eitt av brotunum,
har hon sigur frá, t.d. í au
stralska
parlamentinum.
Hesi brot finnur tú lætt við
at fara inn á www. google.
dk (ella com) og skriva navn
hennara Gianna Jessen.
Ætlanin
var,
at
Gianna skuldi týnast í
30 graviditetsviku. Eitur
evni varð sprænt inn í
trygga bústað hennarar,
men tá Gianna 18 tímar
seinni
varð
fødd,
livdi
hon.
Ein
kærleiksfyltur
sjúkrarøktarfrøðingur
megn aði ikki at síggja hana
doyggja, men gav henni
rættin til tað lívið. Lívið,
sum hon í dag elskar, tóat
eitrið hevur sett síni merki
á likam, men ikki gleði
ella charmu hennara. Tú
verður gripin av hennara
lívsjáttandi frásøgn, so lova
mær, at tú tekur tær eina
løtu at finna hana.
Søgan um
Giannu Jessen -
og viðmerking
til skeiva orðing
um fosturtøku
Tað er løgið, at vit enn
einaferð eru vitni til eina
slíka ódemokratiska
avgerð