mikudagur 7. juli 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. juli 2010 · Nr. 104
10
Sosialurin
Heðin D. Poulsen,
Kristina Toftegaard Larsen, Karl
A. Olsen og Kári á Rógvi,
valevni Sjálvstýrisfloksins
Seinastu dagarnar hevur
samgongan sett turbo á ta
margháttligu
innanhýsis
andstøðuna. Edmund sigur,
at javnaðurin vil loysing;
Jóannes er í andstøðu til
sína egnu handfaring av
bankunum. Landsstýrisfólk
kæra hvørt annað fyri at
flyta stovnar uttan politiska
viðgerð, ‘tí teir vænta val.’
Vit hava mangan sit ið
í
landsnevnd
Sjálv stýris
floksins
og
viðgjørt
al
skyns uppskot, sum sigast
skulu vera royndir at skapa
breiðar semjur. Men semju
felagar
okkara,
ið
vera
skulu úr samgonguni, hava
skotið niður stjórnarskipan,
komm unu reform og seinast
hava teir týðiliga avskrivað
pensjóns reform í hesum val
skeiðnum.
Vit staðfesta tí, at nyttu
leyst og ábyrgdarleyst er
at gera semju við sitandi
samgongu um týðandi mál,
tá ið staðfestast kann, at
gjørdar semjur við sam
gong una
um
til
dømis
stjórn arskipan og átøk á
uttanríkispolitiska økinum
ikki verða hildnar.
Vit eru sannførd um,
at neyðugt er við re form
um á so mongum økj um,
harímillum
á
komm unu
økinum
og
skúlaøkinum,
sum innara andstøðan í sam
gonguni longu hevur beint
fyri. Men nú drotn ingar
vitjanin er farin aft ur um,
og samgongufólk eru farin
í valstríð, fara vit heldur at
brúka tíð uppá at orða okkara
egna fram tíðarpolitikk enn
til fánýtis at fundast um
hug skot hjá embætisverki
ella landsstýrisfólki, sum
kortini ikki fáa stuðul frá
samgongufólki á tingi.
Vit fara tí sjálvi í val
stríð
og
frábiða
okkum
fleiri
nyttuleysar
fundir
um semjur fyrrenn eftir til
stundandi valið.
Samgongan er ikki semjufør
Kjak
Ólavur Olsen
Hvar er
eftir lit og
brúkara
um boðið
nú?
Vit fara tí sjálvi í val stríð og frábiða
okkum fleiri nyttuleysar fundir um
semjur fyrrenn eftir tilstundandi valið
Tað sær út sum at bankar
sleppa at gera akkurát
tað, teimum lystir. Tað
er, í mínum eygum, alt ov
lítið eftirlit við, hvussu
bankar leggja avgjøld á
bæði eitt og annað. Hvør
er føroyski mynduleikin,
ið skal halda eyguni við
bankunum? Eg kann bara
ímynda mær hvat var
hent, um onkur annar enn
bankarnir høvdu borið
seg at á henda hátt. Eisini
hevur Sosialurin grein um
hendan trupulleika í www.
portal.fo. Greinin eitur:
Bankarnir skora milliónir
í smáum upphæddum.
Í dag, 1 juli 2010 vísir
tað seg so, at bankarnir,
utt an opinbart at vita
av tí sjálvir, hava ognað
sær fleiri milliónir krónir
við at senda konto avrit
til kundar sínar. At slíkt
yvirhøvur kann henda,
er ein skandala. At bank
arnir, í ringasta føri vera
noyddir at gjalda hendan
pening aftur, er eisini ov
lætt sloppi. Flestu brúk ar
ar mugu vera klárir yvir, at
avgjøldini eru sera nógv og
at tann renta, ið møguliga
stendst av innistandandi
peningi, skjótt er vekk í
avgjøldum.
Nú vóru fleiri, ið løgdu
merki til hesa hendingina
við konto avgjøldunum,
men hvat um nú eingin
hevði gjørt vart við seg?
Og hvat við øllum teimum
ferðum slíkt møguliga er
hent fyrr?
Eg vil hervið spyrja
hvør føroyskur myndug
leiki hevur eftirlit við
bank unum her á landi?
Hjalmar Hansen
aðalskrivari í Bláa Krossi
Rúsevni ein tikkandi bumba?
Tøkk til Anniku Olsen, lands
stýriskvinnu, fyri at taka
hetta evnið upp í lesarabrævi.
Tað er gott at síggja landsins
ovasta leiðsla tekur hetta
álvarsmál fyri fult.
Rúsevni eru eitt álvarsmál,
sum vit øll eiga at geva gætur.
Hjá okkum í Bláa Krossi og
á Blákrossheiminum er tað
ein fastur partur av okk
ara arbeiðsøki. Vit møta
mis brúkarunum,
teimum
nærm astu, og vit gera eitt
fyribyrgjandi arbeiði eftir
besta førimuni.
Fyribyrging er meira
enn upplýsing
Upplýsing er neyðug – vita n
er neyðug. Upplýsing einsa
møll ger tó ongan mun.
Fyri byrgingararbeiðið á rús
økinum er nógv drúgvari og
meira krevjandi enn at prenta
plakatir og greiða frá, hvussu
rúsevni virka. Fyribyrging er
eisini hugburðsarbeiðið! At
arbeiða við hugburði krevur
tíð, og tað er altavgerandi,
at avvarðandi partar geva
møgu leika til tess at seta
tíð av til hetta. Blái Krossur
hevur í mong ár arbeitt aktivt
á hesum øki, millum annað í
samstarvið við kommunur
og skúlar.
Harafturat er fyribyrging
meira enn at møta børnunum
og teimum ungu. Allar royndir
vísa, at munadyggasta fyri
byrgingararbeiðið
verður
gjørt, tá foreldrini eru við.
Tá gevur fyribyrging á rús
økinum bestu úrslitið.
Í serligum vandabólki
Tað er týdningarmikið at fáa
tey í tal, sum eru í serligum
vandabólki. Serliga tey, sum
eru byrja at brúka rúsevni,
og tey, sum annars ferðast
í hesum umhvørvi. Tað er
týdningarmikið at fáa hesi
á tal so tíðliga sum tilber.
Á Blákrossheiminum hava
vit havt samband við nógv
ung seinastu árini. Tað eru
ungfólk sum brúka rúsevnir.
Blákrossheimið hevur í fleiri
ár, heitt á Heilsumálaráðið um
at fáa játtan til ein ráðgeva,
sum burturav skal takað
sær av ungum og familjum
teirra,
men
enn
hevur
hend an áheitan ikki borið
ávøkst. Tað er neyðugt við
eini uppraðfesting á hesum
økið. Loysnin, sum verður
vald av mynduleikunum, er
at senda fólk uttanlands í
viðgerð, hóast vit í Føroyum
hava fólk við hollari vitan og
kunnleika innan økið. Tað er
ikki nóg gott!
Sum Annika Olsen sig ur
»Vit mugu taka rúsevnis
trupulleikan í Føroyum í
størsta álvara, tí fyri eitt
lítið og viðbrekið land sum
Føroyar kann hetta fáa sera
álvarsligar avleiðingar fyri
okkara ungdóm o.ø. Tað er
ungdómurin, ið gerst off
ur fyri rúsevni, tað er ung
dómurin, ið gerst offur fyri
harð skapi, tí er tað sera týdn
ingar mikið, at ungdómurin
verður hildin skaðaleysur av
rúsevnum. «
Tað er skaðiligt at brúka
rúsevnir. Vit eiga at gera
eitt
dygdargott
fyri byrg
ingararbeiði, har allir partar,
ið hava vitan og áhugamál,
eru við.
Revsiramma er eitt – og
er eitt týdningarmikið og
neyðugt signal. Hin síðan
er, at vit mega taka okkum
av
teimum,
sum
brúka
rúsevnir, og hjálpa teimum
burtur úr hesum. So leingi
brúkarar eru, so er eisini
ein marknaður, og so verður
smuglað.
Allar royndir vísa, at
muna dyggasta fyri byrg
ingar arbeiðið verður
gjørt, tá foreldrini eru
við