mikudagur 7. juli 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. juli 2010 · Nr. 104
22
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Klokkan er fimtan minuttir yvir 11
hósdagin. Úr stóra salinum í erva
hoyrist góður andaligur sangur,
nú børnini eru savnað saman til
dagsins næsta bíbliutíma.
Tað eru kortini ikki øll sum eru í
salinum hesa løtuna. Í turrveðrinum
hesa løtuna eru nøkur ungfólk
farin út um at stytta sær stundir
eina løtu.
Millum hesi er Svanna Hera dótt
ir Hammer, sum er ein av mongum
leiðarum ið krevjast til eina slíka
legu.
Eftir morgunmat, andakt, rudd
ing, dagsins fyrsta bíbliutíma og
eina fríløtu, fáa leiðararnir eisini
sína fríløtu.
– Vit byrja onkran morgun kl. 7
og onkran kl. 8. Og so arbeiða vit
eisini onkutíð til kl. 11 um kvøldið,
greiðir hon frá. – Men tað er eisini
gott at kunna slappa av viðhvørt.
Næst á skránni er døgurðin
ein
Summarlega
– Mær hevur altíð
dámað sera væl
at koma higar á
Zarepta, sigur unga
klaksvíksdaman,
Svanna Heradóttir
Hammer. Hon er farin
um aldursmarkið fyri
summarlegurnar,
men kann hinvegin
síggja fram til í
heyst, tá ein lega
verður fyri hennara
aldursbólk, nevniliga
18+. – Tað gleði eg
meg til, sigur hon.
18+
– Eg gleði meg í september, tá eg
sjálv sleppi á legu her, sigur 18
ára gamla Svanna Heradóttir
Hammer úr Klaksvík. Í farnu
viku var hon ein av mongum
leiðarum á Zarepta
Mynd: Jens Kristian Vang