mikudagur 7. juli 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 7. juli 2010 · Nr. 104
Sosialurin
Oyggjablaðið
góður leiðari
Millum leiðararnir á
leguni eru nakrir við sera
kreativum gávum. Teir
hava ikki gjørt mætari
enn at geva út eitt blað,
hvønn dag ið legan varir.
Blaðið ber heitið »Gula
rótin«, og her verður
ymiskt tikið fram frá
leguni.
Í Gularótini nr. 3 frá 30.
juni loyva vit okkum at
sitera úr klummuni. Her
verður sagt soleiðis:
»Vit hava tosað við
starvs fólk í køkinum fyri
at vita, hvat nýtslan av
ymiskum er hesa vikuna.
Frá køkinum siga tey,
at henda legan nýtir
1000 bollar fyri hvønn
drekkamunn á kvøldi, og
at í gjár ótu vit øll 3000
karrybollar.
Nevnast kann eisini, at
nógv bestikk og tallerkar
verður brúkt, tí vit eru
350 fólk í húsi og vit
hava 4 máltíðir um dagin.
Rokna tú so sjálvur út,
hvussu nógv bestikk skal
brúkast og vaskast um
dagin«.
3000
KarrYBOllar
um slakar 40 minuttir. Her hevur
Svanna uttan iva sína uppgávu at
loysa.
Um ikki annað, so er helst altíð
tørvur á góðum uppvaskarum.
Sjálvboðin
Hetta er langt frá fyrstu ferð, at 18
ára gamla Svanna úr Klaksvík er á
legu her á Zarepta.
Sum barn hevur hon mangar
ferðir luttikið á teimum fjølbroyttu
tiltøkunum, sum hetta leguhúsið
bjóðar børnum, ungum og vaks
num.
– Eg havi nógv góð minnir her úr
Zarepta. Fleiri bíbliutímar minnist
eg enn sera væl, og tað er altíð gott
at hoyra okkurt gott, og okkurt
sum haraftrat er viðkomandi fyri
okkum ungu, sigur Svanna, sum
eisini gongur á ungdómsmøti í
Klaksvík.
– Man hoyrir altíð okkurt nýtt
á bíbliutímunum her, leggur hon
aftrat.
Nú hevur aldursmarkið á ein
hátt rokkið henni, soleiðis at
Svanna í roynd og veru er ov gomul
til at luttaka á vanligu summar
legunum.
Men hvat ger man so, tá ein
elskar legulívið, men er ov gomul
til sjálv at luttaka á eini legu?
Jú, so meldar ein seg bara sum
sjálvbodnan leiðara.
Og tað var júst tað sum Svanna
Heradóttir Hammer gjørdi. Hon er
nú ein av mongum leiðarum á hesi
leguni fyri tey 1516 ára gomlu.
– Ja, eg geri faktist alt: Eri í
køkinum, serveri matin og mangt
annað. Hetta lívið dámar mær sera
væl, sigur hon brosandi.
Samanhald
Hóast ein er leiðari, fær ein kortini
møguleika at luttaka við fleiri av
tiltøkunum á eini legu. Og leið ar
arnir hava sum longu nevnt eisini
sínar fríløtur.
Soleiðis fangaðu við Svannu,
saman við øðrum ungum leiðarum,
eina løtu ið tey vóru farin oman
á spæliplássið at hugna sær við
hoppipútuni og reiggjunum.
Fyri Svannu er tað nakað ser
stakt við at koma allan henda vegin
úr Klaksvík til Vatnsoyrar.
– Tað er sera stuttligt at vera
saman við øðrum ungum. Eg havi
jú summarferiu, og tí er tað fínt at
koma til Vatnsoyrar, her man ikki
er vanliga.
snorri@sosialurin.fo
8:00 Veking
8:25 Merkið á stong
8:30 Morgunmatur
9:00 Andakt
10:00 Bíbliutími
10:45 Fríløta
11:15 Bíbliutími
12:00 Døgurði
13:00 Frí - ítróttur, kiosk o.a.
15:00 Drekka (sjálvtøka)
17:30 Nátturði
21:00 Kvøldseta
22:00 Drekka
23:00 Andakt
Dagsskrá hósdag 1. juli 2010
Vit byrja onkran morgun
kl. 7 og onkran kl. 8. Og so
arbeiða vit eisini onkutíð til
kl. 11 um kvøldið
Man hoyrir altíð okkurt
nýtt á bíbliutímunum her
FRÍLØTA
Aftaná ein strævnan fyrrapartin,
er gott hjá leiðarunum at kunna
slappa av eina løtu. Hoppiborgin
er eitt gott stað til at finna nýggja
megi til restina av degnum
Mynd: Jens Kristian Vang