mikudagur 7. juli 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. juli 2010 · Nr. 104
24
Sosialurin
Oyggjablaðið
Góðir karm
tónleikalív
Vilmund Jacobsen
Størsta einstaka íløgan hjá Sørvágs
kommunu í hesum árinum er út
byggingin av musikskúlanum í
bygdini. Skúlin hevur húsast í gamla
skúla, men við skúlaársbyrjan í
heyst verða umstøðurnar hjá tón
leikaog mentanarlívinum í bygd
ini og í oynni í síni heild nógv betr
aðar.
Í november mánaða í fjør tók
Sørvágs kommuna støðu til inn
komin tilboð upp á arbeiði til nýggj
an tilbygning og ístandseting av
gamla skúla.
Tað var byggifelagið Trøðhamar
í Vágum, sum hevði lægsta boð og
fekk til uppgávu at fremja hesa
verkætlan í verki. Tilboðini, sum
komu inn, lógu úr stívliga 1,5 miljón
um krónum upp í stívliga 2 miljónir
krónur.
Trøðhamar bjóðaði sær at gera
arbeiði fyri 1.544.000 miljónir krón
ur, men aftrat hesum kemur so
ymiskt annað, sum eisini hongur
uppi í hesi bygging, sum er nokso
ser støk.
Fyrimyndarligt arbeiði
Jákup Súni Lauritsen, sum er for
maður í teknisku nevnd hjá Sørvágs
kommunu, er eisini formaður í
byggi nevndini aftanfyri hesa verk
ætlan.
Hann sigur, at samlaði kostn að
urin av musikskúlanum fer at liggja
millum 3 og 4 miljónir krónur.
– Bygginevndin hevur fylgt væl
við verkætlanini, og vit hava havt
fundir umleið 14. hvønn dag. Vit
halda, at Trøðhamar hevur gjørt
eitt fyri myndarligt arbeiði.
Jákup Súni sigur, at musikskúla
verkætlanin í Sørvági er serstøk, nú
gamli skúli verður settur í stand við
eitt nú flagtekju, samstundis sum
nýggi og størri parturin av bygg
ingini skal fella inn í um hvørvið.
– Gamli skúli verður konserthøll,
har pláss verður fyri umleið 100
fólk um, meðan nýggi parturin
verð ur ymisk venjingarhøli og
onn ur høli. Vit hava havt Jóhannes
Stein grund at hjálpa okkum við
aku st isku viðurskiftunum, bæði í
gamla skúla og í byggingini í síni
heild, soleiðis at ljóðviðurskiftini
verða so góð sum gjørligt. Hetta
merkir, at valið av tilfari eisini er
gjørt hareftir. Haraftrat hava vit
havt listarmannin, Pól Skarðenni,
TÓNLEIKALÍV Tá summarfrítíðin er liðug, verður eisini
nýggi musikskúlin í Sørvági liðugur. Musikskúlin, sum áður
bara var gamli skúli í bygdini, er nú útbygdur og trífaldaður
í stødd, samstundis sum gamli skúli er settur í stand og
fer at verða brúktur til konsertir og framførslur
Vilmund Jacobsen
Virkandi borgarstjórin í Sørvágs
kommunu, Jóhan F. á Ørg, letur
væl at gongdini í síni kommunu,
sum umframt Sørvág, eisini fevnir
um Mykines, Bø og Gásadal.
Hann sigur, at fólkatalið í
komm ununi liggur um 1100, harav
stív liga 1000 fólk búgva í Sørvági
og hini smáu 100 í teimum trimum
bygd unum.
– Undan kreppuni í nítiárunum
var fólkatalið í Sørvági eisini stív
liga 1000, men endaði heilt niðri
á 960970. Nú er tað so við tíðini
komið upp um aftur tey 1000.
Gongur væl
Jóhan F. á Ørg sigur, at skatta inn
tøkurnar hjá kommununi eis ini
hava verið støðugar, nú kreppa
annars hevur rakt nakrar komm
unur, sum hava staðfest minkandi
skatta inntøkur.
Men soleiðis er ikki í Sørvágs
kommunu.
Borgarstjórin sigur, at skatta
inntøkurnar eru ikki minkaðar,
men tær eru heldur ikki vaksnar
stórvegis.
Jóhan sigur, at skattainn tøk
urnar í 2009 vóru á leið tær somu
sum í 2008, og líkt er ikki til, at
inntøkurnar í ár verða minni enn
í 2009.
– Vit vænta, at samlaðu skatta
inntøkurnar hjá Sørvágs komm
unu í ár helst fara at liggja um
slakar 30 miljónir krónur.
Sørvágs kommuna hevði størri
skattainntøkur í juni í ár enn í juni
í fjør, og hetta merkir so eisini,
at tað eru mán aðir, sum í ár eru
størri enn í fjør.
– Nettoskuldin hjá okkum
verð ur einar 89 miljónir krónur,
tá árið er liðugt, og tað er um leið
ein triðingur av árligu skattainn
tøkunum, sigur Jóhan F. á Ørg.
Nógv gjørt
Borgarstjórin
sigur,
Sørvágs
komm una hevur gjørt nógv sein
astu árini, men størsta verkætlan
í løt uni er musikskúlin og takið
á svimji høllini, sum nú verður
skift.
– Vit hava gjørt ymisk onnur
arbeiði, og vit hava eisini asfalterað
nokso nógv, bæði í Sørvági og í
smáu bygdunum, sum eru partur
av komm ununi. Haraftrat gera vit
eitt stórt laðingararbeiði fram við
veg num úr bygdini og út á Bakka
í Sørvági, sum veruliga kemur
at síggjast aftur, tá tað er liðugt,
sigur Jóhan F. á Ørg, virkandi
borg ar stjóri í Sørvágs kommunu.
vilmund@sosialurin.fo
SØRVÁGUR Tað gongur væl hjá
Sørvágs kommunu, og fíggjarliga er
kommunan rættiliga væl fyri við eini
nettoskuld sum svarar til umleið ein
triðing av árligu skattainntøkunum
Gongur væl
í Sørvági
Vit vænta, at samlaðu
skattainntøkurnar hjá
Sørvágs kommunu í ár helst
fara at liggja um slakar
30 miljónir krónur
JÓHAN F. á ØRG
BORGARSTJÓRIN
– Nettoskuldin hjá okkum
verður einar 8-9 miljónir
krónur, tá árið er liðugt, og
tað er umleið ein triðingur
av árligu skattainntøkunum,
sigur Jóhan F. á Ørg, virkandi
borgarstjóri í Sørvágs kommunu