Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-07, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juli 2010síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. juli 2010 · Nr. 104 28 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend Tað er eitt vanligt mikukvøld á vári 2009. Uttanfyri missiónshúsið í Sørvági standa fleiri bilar. Innkomin í møtisalin er Streingja kórið í Vágum í ferð við at rigga til enn eina venjing, í sløku 40 ára søgu kórsins. Har frammi er kórleiðarin Eileen Hansen í ferð við at gera klárt til fyrsta sangin, sum skal venjast hetta kvøldið. Tey 17 fólkini, sum eru møtt til venjing gera seg kláran at fara niðan á pallin. Øll uttan ein – Edvin Thomasen. Hann veit, hvar hansara pláss er, nevniliga á orgulbeinkinum. Her hevur hann sitið, og her hevur hann spælt, eins og hann hevur gjørt øll árini, síðani kórið sá dagsins ljós fyrst í 70’unum. Hetta hendi eftir ta andaligu vekingina sum tá var kring landið, og sum hevði ávirkan á mong fólk her í oynni. – Tað var Hassi, sum í síni tíð spurdi meg, um eg kundi spæla orgul í kórinum. Og tað játtaði eg so, greiðir Edvin Thomasen frá, tá eitt umboð fyri Trúboðan hitti hann á máli í apríl mánaði í fjør. Við loyvi frá hesum málgagni hjá Heimamissiónini prenta vit brot úr áhugaverdu samrøðuni, sum Torfinn Jacobsen, blaðmaður hevði við trúgva urguleikaran. Ímyndin av kórinum Fyri umleið 40 til 50 árum síðani gjørdust streingjakór ein partur av andaliga arbeiðinum her á landi. Gjøgnum árini hava mong streingjakór verið knýtt at ymsum missións- og meinigheitshúsum. Rættilig gongd kom á virksemið innan streingjakórini fyrst í sjeyti- árunum. Nøkur streingjakór hava hildið á í mong ár, meðan onnur er dottin niðurfyri aftur. Ikki tí, tað eru mong kór virkin í dag, men tað er helst eitt annað slag av kórum, meira at kalla sangkór. Eitt av hesum góðu og gomlu kórunum er Streingjakórið í Vágum. Hvønn dag í venjing og hvørja ferð, tey hava verið úti og sungið, hava limirnir møtt væl upp til venjing. Kanska serliga ein teirra, tann nú 87 ára gamli Edvin, hevur uppá mangar mátar verið sjálv ímyndin av hesum streingjakóri, tí hann hevur altíð verið har – og eigur at vera har. – Eg byrjaði at spæla við Streingja kórinum í Miðvági. Eg minnist ikki akkurát nær tað var, men tað mundi verða fyrst í sjeyti- árunum. – Tað var Hassi Hansen sum var leiðari í tí kórinum. Vit komu einaferð í prát, og hann spurdi, um eg ikki hevði hug at koma at spæla við í kórinum, og soleiðis kom tað í gongd, greiðir Edvin frá. Vilji og hugur Í september 1975 byrjaði so Streingja kórið í Sørvági, og tá fór Edvin at spæla orgul har. Seinni vórðu kórini bæði løgd saman, soleiðis at tað nú er eitt kór í oynni, sum eitur Streingjakórið í Vágum. Edvin hevur spælt orgul øll hesi árini, uttan slit. Umframt at spæla við í Streingja kórinum, hevur Edvin eisini spælt, tá møtir hava verið í Missiónshúsinum, og harafturat hevur hann í mong ár verið organ- istur í kirkjuni í Sørvági. – Tað skal vilji og hugur til at halda á so mong ár, greiðir Edvin frá. Hetta eru onnur fólk í nánd av honum eisini samd um. Tey siga beinleiðis, at tað eru fá sum høvdu gjørt honum hetta eftir. Sum tann lítillátni maðurin, ið Edvin er, leggur hann ikki so nógv í, at reypa sær av nøkrum. Tað kemur tí bara stillisliga frá honum: – Eg havi fingið ta talentina at kunna spæla orgul, og hana havi eg roynt at brúkt alt tað, eg havi kunnað. – Tað er tann mátin, sum eg kann tæna Harranum uppá. So leingi heilsan er Tá henda samrøðan varð gjørt, var Edvin 86 ára gamal. Hóast sín høga aldur hevur heilsan verið góð. Tó á heysti fyrra- ári var hann á sjúkrahúsinum eina tíð, og tá lá Streingjakórið stilt. Men nú er hann aftur klárur við orglið. – Eg ætli mær at halda á so leingi, sum eg orki, sigur Edvin og letur fingrarnar fara eftir tangentunum, meðan kórleiðarin, Eileen Hansen slær á streingirnar á gittarinum. Enn ein venjing hjá Streingja- kórinum í Vágum er í gongd. snorri@sosialurin.fo Heimildir: Grein úr Trúboðanum Samrøða við Edvin Thomasen Havi brúkt m Streingjakór – Tað skal vilji og hugur til at spæla orgul í so mong ár. Men hetta er tann mátin, ið eg havi viljað tænt Harranum uppá, sigur 87 ára gamli Edvin Thomasen úr Sørvági. Hann hevur spælt orgul í sløk 40 ár, bæði í kirkju og missiónshúsi, men ikki minst í streingjakórum í Vágum. Eg ætli mær at halda á so leingi, sum eg orki Eg havi fingið ta talentina at kunna spæla orgul, og hana havi eg roynt at brúkt alt tað, eg havi kunnað SangUr – Vit kunnu ikki vera Edvin fyriuttan, siga tey í Streingjakórinum í Vágum. Hann hevur spælt her í meiri enn 40 ár Mynd: Torfinn Jacobsen, Trúboðin