Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-07, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juli 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 7. juli 2010 · Nr. 104 Sosialurin Oyggjablaðið ína talent Einki uttan Edvin Eileen Hansen hevur verið í Streingjakórinum frá byrjan, og hevur verið kórleiðari í mong ár. – Eg minnist sera væl ta fyrstu ferðina, vit sungu. Tað var í Miðvági, og fyrsti sangurin var ‘O, Jesus lat upp míni eygu’, greiðir hon frá. Eileen letur væl at samstarvinum við Edvin. – Hann hevur verið ótrúliga trúgvur at møta upp. Hvørt kvøld, vit hava vant er hann komin at spæla. Og tá hann onkra hendinga ferð hevur verið sjúkur, ja, so steðgar alt upp hjá okkum. – Vit kunnu ikki vera hann fyri uttan, sigur hon. TRÚGVUR 87 ára gamli Edvin Thomasen soleiðis sum mong kenna hanna - við eitt orgul. – Eg havi bara ynskt at tæna Harranum við mínari talent, sigur hann lítillátin. Umframt virksemi innan tað andaliga, hevur Edvin eisini arbeitt hjá handilsvirkinum N. Niclasen í Sørvági og hjá Landsverkfrøðinginum. Edvin arbeiddi har til hann fylti 70 ár. Mynd: Torfinn Jacobsen, Trúboðin PAUSA Hóast teir ídnu sangararnir neyvan ynsktu tað, so er tað kortini ein veruleiki at Streingjakórið í Vágum ikki venur longur. Kórið hevur ikki vant í eitt ár ella so, men vónað verður at tað kann byrja aftur nakað skjótt.