Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juli 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 9. juli 2010 · Nr. 105 Sosialurin Leo Poulsen Eitt føroyskt ferðalag upp á níggju persónar eru nú á veg niðan á tindin á hægsta fjalli í Vestureuropa, Mont Blanc. Teirra millum er Rani Nolsøe, sum vit tosaðu við í gjár. – Vit hava verið her í Sveits isku Alpunum í nakrar dag ar og halda til í einari smáttu, sum liggur í oman fyri tríggjar kilometra hædd. Her hava vit vant hetta ymiska, sum vit skulu duga fyri at ganga í fjøllunum, sigur Rani Nolsøe. Tey venja at ganga á ein­ um gletsjara, tey venja at brúka ísøks og cramp­ons, ið eru serliga útgerðin, tú bind­ ur á føturnar fyri at hava gott fótafesti, eins og tey venja seg við at ganga á brøttum, kavakløddum fjallasíðum. – Vit venja eisini at »rapella« oman gjøgnum kav­ an, at klóra gjøgnum grýtu­ lendi við línu á sær og annað líknandi, sigur Rani Nolsøe. Men tað er ikki bara hes­ ar seinastu fáu dagarnar, at ferðaliðið hevur vant til klintr anina upp á Mont Blanc. – Vit hava vant allan vet­ ur í Føroyum og klintrað upp á eina røð av fjøllum har heima. Og nøkur okkara hava eisini nýtt høvi at klintra upp á hægsta fjallið í Póllandi, á veg her til Alpurnar, sigur Rani Nolsøe. Trygdin í hásæti Tað er ein ikki so ógvuliga langt síðani, at Rani Nolsøe fekk áhuga fyri fjallaklintran, og fyri fýra árum síðani kom so tankin um at klíntra upp á Kilimanjaro, sum er hægsta fjallið í Afrika. – Tað var meðan vit vóru niðri í Tanzania og klintraðu í september í fjør, at avgerð varð tikin um at temja Mont Blanc í juli í ár, sigur Rani Nolsøe. Nú er so komið hartil, at seinastu fyrireikingarnar eru gjørdar og á miðnátt fór ferðalagið so undir seinasta teinin upp á sjálvan tindin á Mont Blanc. – Vit rokna við, at verða niðri aftur í bygdini, haðani vit byrja, klokkan fimm seinnapartin, sigur Rani Nolsøe. Tað merkir so, at túrurin tekur 16 tímar upp á tindin og niður aftur. Sky News visti fyrr í vikuni at siga, at eitt bretskt par – ein 20 ára gomul kvinna og ein 38 ára gamal maður – vóru dottin oman á Mont Blanc og mist lívið mánadagin, men tað er ikki nakað, ið nervar føroyska feðalagið sum so. – Nú var hetta parið farið einsamalt. Vit hava ikki færri enn tríggjar ferðaleiðarar, ein fyri hvørji trý av okkum, og hartil hava vit støðugt samband við fólk í bygdini, so vit alla tíðina fylgja væl við í veðurvánunum. Meta ferðaleiðararnir, at trygdin er í lagi verður farið undir seinasta teinin, sigur Rani Nolsøe. Hann leggur dent á, at tað ikki verður gingið upp á kompromis við trygdini. – Vit taka ongar óneyðugar kjansir. Tað verður upp til ferðaleiðararnar. Og skuldi tað hent seg, at okkum ikki eydnast at sleppa seinasta teinin upp á tindin, so hava vit kortini havt nakrar fan­ tast isk ar dagar her í Alp un­ um, sigur Rani Nolsøe. Tey temja Mont Blanc Í dag klintrar eitt føroyskt ferðalag seinastu túsund metrarnar niðan á hægsta fjallið í Vestureuropa, Mont Blanc. Drúgvar trygdarvenjingar liggja aftan fyri, og tey taka eingi óráð fyri, tí fjallið hevur kravt mong mannalív, seinast mánadagin í hesari vikuni Skuldi tað hent seg, at okkum ikki eydnast at sleppa seinasta teinin upp á tindin, so hava vit kortini havt nakrar fantastiskar dagar her í Alpunum Fýra í føroyska ferðalagnum uppi á hægsta fjallinum í Póllandi, Rysy, sum er 2499 metrar høgt. Frá vinstru: Jan Fossá, Regin Reinert, Arne Vatnhamar og Djóni Kunoy Randi Jacobsen Tað gongur nokkso hart fyri seg í rús­umhvørvinum í Havn. Hetta vísti eitt grund lóg­ arhoyr í Føroya rætti seinna­ partin í gjár. Ein 35 ára gamal mað­ ur in varð handtikin tíð liga gjáramorgunin og skuld­ settur fyri harðskap. Hann hevði mikukvøldið havt vitjan av eini góðar vinkonu og sjeiki hennara, og tey høvdu og drukkið vín. Mitt í øllum vildi hon í býin og fór avstað. Seinni fór hann út at leita eftir henni, tí hann visti sum var, at hon ofta kom lort í býin. Út móti morgni hevði hann boðið vinkonuni og tveimum heim í íbúðina hjá sær, greiddi hann frá í rætt inum. Illstøða kom í, og tann skuld setti viðgekk, at hann hevði tveitt gestirnar á dyr, men ikki við harðari hond, segði hann. Illstøðan kom í, tí kvinn­ an, sum hevði búð har frammanundan og hevði nógv av sínum framm­ anundan standandi har, fór at pilka út lutir, sum hon ætl aði at taka við sær. Tann skuldsetti hevði sagt, at hon skuldi taka alt, sum hon átti harinni. Hann hevði kastað við einum barnastóli, men hevði ikki kastað eftir henni, segði tann skuldsetti. Øll narkomanar Hann vildi vera við, at hon var so upp og niður, tí hon eins og hini hevði tikið am­ feta tamin. Øll hini vóru nar­ komanar, segði hann. Hann noktaði fyri at hava sligið kvinnuna. Tvørtur ímóti hevði ein annar sligið seg, segði maðurin, sum sat í rættinum við bláum eyga. Hon hevði gjørt herverk á motorsúkklu hansara, brotið eina lykt og sproyta máling á hana. Tað gekk fram av tí, sum lisið varð upp úr av hoyr­ ingunum av hinum, at tey ikki mintust alt, sum hent var. Eingin nevndi spark, men tey hava greitt frá, at tann skuldsetti hevði sligið kvinnuna, sum fall niður og aftaná fekk kúlu á pannuna. Kúluna hevði tann skuldsetti onga vðmerking til. Vinkonan slær seg altíð í, segði hann. Í føðingardag hjá abbanum Tann skuldsetti vónaði ikki, at hann fór at verða varð­ haldsfongslaður, tí dagurin í gjár var ein serligur dagur fyri hann. Mamman skuldi koma heim at hjálpa honum, og so skuldu tey í 80 ára føðingardag hjá abbanum. Hann helt eisini, at um hann skuldi inn at sita, fóru vinfólkini bara at ballast í íbúð hansara. Ákærin kravdi mannin varðhaldsfongslaðan, og hon vísti á, at maðurin hevði ein treytaðan dóm fyri harðskap hangandi yvir sær. Royndartíðin er ikki úti fyrr enn í august. Haraftrat skal hann 3. september í rættin fyri eitt annað harðskapsmál, og 24. Juni varð ahnn tikin fyri at hava framt harðskap. Verjin kravdi, at maðurin varð latin leysur, so hann kundi sleppa í føðingardag hjá abbanum. Eisini helt hann, at prógvini vóru veik. Dómarin valdi at varð­ haldsfongsla mannin fram til 4. august, og tann úrskurðin kærdi tann skuldsetti ikki. Varðhaldsfongslaður fyri harðskap Harðskapur Hini vóru bæði full og skeiv. Hann hevði bara drukkið. Ein 35 ára gamal varð seinnapartin í gjár varðhaldsfongslaður, skuldsettur fyri harðskap Ferðalagið á Mont Blanc Tey, sum eru við í føroyska ferða­ lag num, sum í dag klintrar upp á tindin á Mont Blanc er: Sjúrður Skaale Rani Nolsøe Guðrun Eysturlíð Hanus Fríðrikkur Joensen Djóni Kunoy Regin Reinert Jóan Hendrik Andreasen Arni Vatnhamar og danin Lars Monrad Jensen Fakta