Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juli 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 105 · 9. juli 2010 8 Føroyska Victoria letur seg Eg tími ikki at hava Eitt normalt lív við manni og børnum, Eg vil hava Eitt øðrvísi lív, sigur føroyski stripparin victoria Wild, sum um vikuskiftið var hEima í havn og undirhelt strippari eyðun klakstein eydun@sosialurin.fo Victoria Wild var farna vikuskiftið í Føroyum og strippaði fyri føroyingum á dansistaðnum Deep í Havn. Tað serliga við henni er, at hon er ein av teimum fáu føroyingunum, sum hevur strippað fyri sínum landsmonnum – á einum almennum tiltaki í øllum førum. Victoria Wild eitur Beinta og er úr Havn, men fyri fimm árum síðani flutti hon til Danmarkar at búgva. – Tað var øgiliga spontant, at eg bleiv strippari. Mest sum frá einum degi til annan. Eg hevði ongantíð sæð eitt strippshow í mínum lívi, men knappliga fekk eg eitt hugskot um, at eg vildi til Danmarkar at verða stripp­ ari, sigur hon. – Eg dugi ikki at siga, hvar hug­ skotið kom frá, men eitt ella annað stað havi eg havt hug at gera tað, og so gjørdi eg tað. Eg ringdi til eitt strippara bureau í Danmark, og tey skaff aðu mær upplæring. Eg gekk til undirvísing í tveir mánaðir, áðrenn eg var til reiðar at fara út strippa. Fordómar Tað slepst ikki undan, at nógv fólk hava sína hugsan um stripparar og tað, tey takast við, men hetta nervar ikki Victoriu Wild. – Mær dámar væl hetta arbeiðið. Eg veit væl, at tað eru nógvir fordómar um stripp arar, men eg kann ikki taka mær av, hvat onnur fólk hugsa. Eg havi hug at gera hetta, og tí geri eg tað. Eg fái ikki eitt gott lív, um eg livi eft ir tí, sum onnur halda. Eg vil hava tað stuttligt og uppliva so nógv sum gjørligt. – Eg tími ikki at hava eitt normalt lív við manni og børnum, eg vil hava eitt øðrvísi lív, sigur hon. Umframt at verða strippari, er Victoria Wild søluleiðari í einum lítl­ um kosmetikkfirma, sum selir vørur til Matas­ketuna. Victoria Wild er 27 ára gomul, og hon ætlar sær at halda fram sum stripp ari í nøkur ár afturat. – Eg føli ikki ordiliga, at eg eri lið­ ug við hetta enn. Nú veldst tað um, hvussu væl eg haldi mær, men eg rokni við, at eg fari at strippa í nøkur ár afturat. Og hvør veit, um eg kann halda fram innan fakið onkursvegna, kanska við at læra onnur at strippa, sig ur hon. Úr føroyskum klæðum Um vikuskiftið undirhelt Victoria Wild í Deep í Havn, og har lat hon seg úr føroyskum klæðum. – Síðani eg byrjaði at strippa, havi eg havt eina ætlan um, at eg fara til Føroya at strippa í føroyskum klæðum. Fýra ár seinni er tað veruleiki. Eitt ella annað stað eri eg nokk so stolt av at verða føroyingur, og eg eri ikki flov at verða strippari. Tað kann verða, at fólk taka hetta illa upp, men eg síggi einki galið við tí. Hvat er galið við ein um flottum, naknum kvinnukroppi í føroyskum klæðum. – Eg føli meg eitt sindur eygleidda í Føroyum, og tað geri eg ofta. Fam­ iljan var skeptisk at byrja við, men nú halda tey, at tað er í fínasta lagi, at eg strippi. Eg havi fingið onkur hatur­ brøv frá føroyingum, men tað taki eg ikki so tungt. – Hinvegin fái eg eisini brøv frá fólki, sum halda, at tað er í fínt, sum eg geri. Ungar gentur skriva til mín og fyri ikki at tala um mannfólkini. Eg haldi ikki, at føroyskir menn eru so smædnir, sum teir onknuntíð verða gjørdir til, men eg haldi, at teir onkun tíð misskilja eitt sindur, hvat ein stripp ari er, sigur hon. Victoria Wild gjørdi eitt serligt føroyskt show, nú hon um vikuskiftið var heima í Havn og strippaði myndir: jens kristian vang úr