Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juli 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. juli 2010 · Nr. 105 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Tað gongur sera væl at selja feskan laks úr Føroyum, og prísir nir hava í seinastuni ver ið himmalhøgir. Seinastu tíðina hevur nógv verið at hoyrt um stóra ali- og framleiðslufyritøkuna Bakka frost á Glyvrum, sum er vorðin ein rættiligur risi innan føroyskt vinnulív, fram leiðslu og útflutning av laksi og laksavørum. Men tað eru eisini onnur ali feløg og sølufeløg í landi- num, sum fáast við laks. Bakkafrost er serliga kent sum virkið, ið virkar por tión- ir úr laksi, meðan onnur fe- løg hava hildið seg til feskan fisk, sum tó eisini er ein part- ur av vøruútboðnum hjá Bakka frosti. Góðir prísir Bjarni Kass er sølumaður hjá Salmex, ið selir alifisk hjá Vik ing Seafood á Strondum og Faroe Farming í Suðuroy. Eins og onnur sølufólk, ið selja feskan, føroyskan laks, veit hann um prísirnar, sum hava verið og eru á mark- naði num. Og hesir prísir eru snøgt sagt ”eksploderaðir”, sum sølu maðurin tekur til. Hann sigur, at meðan miðal prísir fyri feskan, før- oysk an laks í desember lógu mill um 25 og 27 krónur fyri kilo, hava miðalprísirnir fyri sama fisk seinastu tíðina lig- ið millum 38 og 40 krónur fyri kilo. Bjarni ásannar, at hetta er ein rættiliga stór prísøking, sum kemur sera væl við hjá før oysku alivinnuni. Hann sigur, at prísøkingin hev ur verið bæði Evropa og USA. - Tað stóri alifiskurin, sum er 6 kilo og størri, hev ur rættiliga góðan prís á ameri- kanska marknaðinum, með- an fiskurin, sum er minni enn 6 kilo, kanska fær einar 4 krónur minni fyri kilo á evropeiska marknaðinum, enn hin stóri fiskurin fær í USA. Bara stórt Bjarni Kass sigur, at USA vil bara hava tann stóra laks in, sum eftir øllum at døma í stóran mun endar sum sushi á amerikanskum mat stov- um. - Vit vita ikki, hvussu stór- ur partur endar sum sushi, men vit halda, at hetta er ein fitt ur partur av laksinum, vit selja vestur um hav, leggur hann aftrat. Sølumaðurin hjá Sal mex heldur, at umleið helm ing ur- in av útfluttum feskum laksi úr Føroyum í løtuni fer til Evropa, meðan hin helm ing- ur in fer til USA. Spurdur, hvør orsøkin er til, at USA bara vil hava tann stóra og heila fiskin, sigur Bjar ni Kass, at tað er hann ikki heilt vísur í. - Hinvegin er greitt, at heili fisk ur in heldur sær betri enn eitt nú fesk laksafløk. Men hví amerikumenn júst vilja hava hin stóra fiskin – og ikki hin smáa – eri eg ikki heilt greiður yvir, men hetta kann hava nakað við tað at gera, hvussu fiskurin verður sko r- in til sushi, sigur Bjarni Kass. Fóður og umstøður Ymiskar orsøkir kunnu vera til, at feskur alifiskur júst hes ar seinastu mánaðirnar hev ur havt so góðan prís. - Ein er, at eftir spurn- ing ur in hevur verið rími- liga stórur, og annar er, at chilenska alivinnan fram- vegis ikki er komin ordiliga á føt ur aftur. Haraftrat kemur, at sushi vinnur alt meiri fram, og hetta síggja vit bara í Føroyum, har matstovur hava sushi sum part av vøru- út boðnum. Sama er í Evropa, har sushi eisini vinnur fram. Bjarni Kass vísir á, at tað eru í minsta lagi tvey onnur viður skifti sum vísa seg at telja við, tá ræður um feskan før oyskan laks. - Eitt er, at føroyska skipan in, har alingin nú fer fram á nógv størri økjum og flyt ir millum økir, hevur giv- ið góð úrslit – og góðan fisk. Ann að er, at fóðurið, sum Havs brún framleiðir, er úr fiski og hevur gott orð á sær sum heilsugott, sigur hann. At eta fisk Bjarni Kass vísir á, at kring um heimin verður eisini sagt, at tað er heilsugott at eta fisk, og mælt verður til at eta fisk kanska tvær ferðir um vikuna. - Omega3-feittsýrur verða sagd ar at vera góðar fyri heilsu na og tá fóðurið, sum fisk ur in fær at eta, eisini er úr fiski, hevur feski laksurin úr Føroyum eitt høgt tal av hesum feittsýrum, sum vit kunnu brúka í okkara mark- nað arføring saman við teirri aliskipan, sum er og sum ger, at fiskurin ikki verð ur strongdur, sigur sølu maður- in hjá Salmex. Hann væntar kortini, at prís ur in á feska laksinum fer at fella nakað aftur til heystar, tá eitt nú norð menn eru lidnir við sína ”industri- feriu”, sum hann tekur til. - Men vit halda ikki, at út lit ini eru ring, nú vit hava eina góða aliskipan, sum vísir seg at hava stóran týdning fyri trivnaðin hjá fiskinum, sam stundis sum vit hava fóð ur, ið vísir seg at roynast sera væl í kappingini um heilsu góða fiskavøru, sigur Bjarni Kass. vilmund@sosialurin.fo Himmalhøgir prísir á laksi úr Føroyum LAKSUR Fyri góðum hálvum ári síðan fingu føroyskar alifyritøkur, sum selja feskan, føroyskan laks, ein miðalprís, sum lá millum einar 25 og 27 krónur fyri kilo. Men seinastu tíðina hevur sami fiskur fingið millum 38 og 40 krónur fyri kilo í miðal - Laksaprísirnir eru eksploderaðir við fleiri krónum aftrat fyri kilo av fiski, sigur Bjarni Kass, sølumaður hjá Salmex Omega3-feittsýrur verða sagdar at vera heilsugóðar og tá fóðurið, sum fiskurin fær at eta, eisini er úr fiski, hevur feski laksurin úr Føroyum eitt høgt tal av hesum feittsýrum, sum vit kunnu brúka í okkara marknaðarføring ... hví amerikumenn júst vilja hava hin stóra fiskin – og ikki hin smáa – eri eg ikki greiður yvir... BJARNI KASS, SØLUMAÐUR ... prísirnir á feskum alilaksi eru snøgt sagt eksploderaðir... BJARNI KASS, SØLUMAÐUR