Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juli 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 105 · 9. juli 2010 10 Ferðavinna Uni Arge uniarge@gmail.com Talið á ferðafólkum í Føroyum minkar, visti Kringvarpið at siga herfyri, men útlitini til, at ferðafólkatalið aftur fer at vaksa, eru góð, staðfesti stjórin á ferða­ vinnudeildini hjá Uttan ríkisráðnum, Súsanna Sørensen. Í 2006 vóru 47.000 ferðafólk í Føroyum, síðan er talið minkað við 12­15 prosentum, men í ár kemur helst vend í aftur, upplýsti stjórin á ferðavinnudeildini. Bæði ferðavinnan og flogvinnan hava seinastu tvey árini merkt sviðan av heimsumfatandi fíggjarkreppuni, men tá avleiðingarnar av kreppuni einaferð hæsa av, kann støðan hjá føroysku ferða vinn uni aftur fara at verða mett sum vanlig. Og spurningurin í mong ár hev ur verið, hvussu stendur til hjá Før oyum sum lokkandi ferðamáli undir van lig um umstøðum. Í 2009 fekk Uttanríkisráðið enska serfrøðingin, Simon Anholt, at gera eina frágreiðing um umdømi og kapp­ ingar samleika Føroya. Okkurt stríðs­ málið stóðst av, at innlit ikki fekst í frágreiðingina, tá hon framvegis ikki var liðug, og av hesum tvídrátti hevði boð skapurin í frágreiðingini hug at hvørva. Men tilmælini í henni vóru bæði mong og fjølbroytt. Millum tey ókendu Føroyingar sjálvir hava ofta ta fatan, at Føroyar eru serligar, og at fólkið í oyggj unum er gestablítt og ber við sær grund leggjandi virðir sum vísdóm og eyð mýkt, ið eru fingin til vega úr tætta sam bandinum við náttúruna. Alt hetta er sambært Simon Anholt rætt. Trupul­ leikin er bara, at øgiliga fá í verðini vita av hesum. Simon Anholt, sum hevur ráðgivið mongum londum um, hvussu tey kunnu styrkja sín samleika, sigur, at van lig fólk í flestu londum eru í mesta lagi tilvitað um 30 lond í heiminum. Teirra vitan fevnir um teirra egna land og eini 14­15 onnur lond, sum tey annað hvørt kenna, virða ella hámeta. Ofta er talan um grannalondini og so eini 10­15 lond aftrat, sum tey hava hoyrt um í fjøl­ miðlunum. Fyri flestu fólk kundu øll hini 160 londini í heiminum als ikki verið til. Kanska kenna fólk nøvnini á eini 50­ 60 av hesum londunum, og alt eftir, hvussu væl fólk eru útbúgvin, kunnu tey hava eina ávísa vitan um londini. Men yvir høvur er vitanin lítil, og tá tað snýr seg um eitt so lítið land sum Før­ oyar, er eyðsýnt, at ógvuliga fá fólk vita nakað sum helst um oyggjarnar. Simon Anholt staðfestir, at eitt land við fáum íbúgvum, lítlum bú skapi, lítl­ um landaøki og við sera avmark aðari politiskari, mentanarligari og dilpo­ matiskari ávirkan telist millum eitt av teimum 160 londunum, sum megin part­ urin av heimsins íbúgvum ikki hugsar um. Sera framsøkið er tí hjá einum so lítlum landi at vilja vinna seg fram millum tey 30 londini, ið øll kenna. Duldarfult Shangri-la Men hetta merkir ikki, at Føroyar als onki hava at bjóða, sigur hann. Føroyar eru tvørtur ímóti so sermerktar, at tær væl kunnu verða marknaðarførdar sum eitt duldar fult Shangri­la í Norður­ atlants havi, ið bara ikki er uppdagað fyrr enn nú. Umráðandi er samtundis at leggja dent á, heldur hann, at Føroyar eru partur av skandinavisku familjuni. Skandinavia ímyndar úti í heimi hugtøk sum javnrættindi, modernitet, rætt vísi, umhvørvistilvitan, álit, rein­ lyndi, dugnaskap, støðufesti, hámenn­ ing, gløggskygni og siðiligheit. Tá eitt land verður uppfatað sum skandi­ naviskt, verða hesi virðir beinleiðis knýtt at landinum. Onki er tí meira upp lagt enn at knýta Føroyar at skandi­ na visku familjuni. Simon Anholt skrivar: »Føroyar skulu avdúkast sum tað dulda kamarið í skandi naviska húsinum. Tað er av sonn­ um ein spennandi dreymur at finna útav, at viðurkenda skandinaviska hús­ ið hevur eitt evarska lítið eyka kamar, ið rúmar Føroyum. Okkara uppgáva er at fáa fólk at droyma hendan dreymin og síðani prógva, at dreymurin kann gerast veruleiki.« Hann leggur dent á, at tað snýr seg ikki bara um at spyrja, hvussu Føroyar kunnu gerast kendar millum onnur lond, eins og so mangan verður spurt. Tað snýr seg minst líka nógv um at spyrja, hvussu Føroyar kunnu gerast týdn ingar miklar fyri onnur. Neyðugt er í tí sam bandi at gera sær greitt, hvat landið hevur at bjóða, og tað er ikki so lítið, heldur Simon Anholt. Stórsligna náttúran Tann, sum vitjar Føroyar fyrstu ferð, verður málleysur av náttúruni, staðfestir hann. Føroyingar sjálvir eru so vanir Frískleikin í Føroyum skal endurføða útlendingar Vakra føroyska náttúrAn og skiftandi veðUrlAgið kunnu Vera Við til at endUrføðA múgVandi útlendingAr, ið kenna AndligAn sakn í tilVeruni. Hetta Var ein niðurstøða Hjá Simon Anholt, sum í fjør gjørdi frágreiðing fyri UttAnríkiSráðið um at styrkja umdømi føroyA. føroyar eru mestsum púra ókendAr í Heiminum, og skulu tær gerast kendAri, mugu tær Vísast frAm sum ein SpennAndi skandinaViskur gimSteinUr, staðfesti Hann Føroyar skulu avdúkast sum tað dulda kamarið í skandi naviska húsinum. Tað er ein spennandi dreymur at finna útav, at viðurkenda skandinaviska hús­ ið hevur eitt evarska lítið eyka kamar, ið rúmar Føroyum