fríggjadagur 9. juli 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 9. juli 2010 · Nr. 105
Sosialurin
Kjak
Eg eri vitandi um, at teir
um leið 260 eftirskúlarnir í
Danmark hava 70 prosent
av øllum teimun donsku 10.
floksnæmingunum. Ein má
so staðfesta, at eftirskúlin
er komin fyri at vera í Dan
mark, hóast danska stjórn in
minkaði stuðilin til eftir
skúlarnar í 90unum. Nú álit
um eftirskúlar er gjørt, eri
eg eisini samførdur um, at
Hvalba er tað rættað plássið
at byggja nýggjan eftirskúla,
tí har er vøkur náttura, nógv
vinnulív, íttróttarmøguleikar
og nógv annað, sum ger meg
samførdan um, at hetta er
tað rættað.
Hví fara á eftirskúla
Fleiri kanningar rundan um
okkum vísa til, hví foreldrini
lata síni ung fara á eftirskúla,
og tað framgongur av for
eldr unum, at orsøkirnar eru
fleiri. Tað er serliga í Jútlandi
at tað er ”inn” at ganga á
eftirskúla. Tað er ein partur
av danskari siðvenju at fara
á eftirskúla, serliga í Jútlandi
er áhugin stórur, og teir
eftir skúlar, sum liggja eitt
nú í Keypmannahavn, hava
nógvar næmingar, sum koma
frá Jútlandi og Fjóni, meðan
tað ikki eru so nógv ung, sum
koma úr Keypmannahavn til
Jútlands á eftirskúla, hóast
talið er høgt.
Hvat siga foreldrini
Foreldrini vilja fegin at teirra
næmingur fara á eftirskúla,
tí tey hava kanska sjálvi
gingið á eftirskúla, og tey
kenna eftirskúlan sum sín
egna buksilumma, tað er ein
tryggur, skipaður og læru rík
ur skúli, og tey ungu mennast
bæði fakliga og sosialt. Ikki at
gloyma, at tey vera sjálvi betri
fyri at gerast sjálvbjargin og
harvið eru betri før fyri at
taka skilagóðar avgerðir í
framtíðini.
Eftirskúlin styrkir
sjálvsálitið
Fleiri kanningar vísa eisini á,
at tey ungu, sum hava ging ið
á eftirskúla, eru eisini betri
fyri, tá ið tey koma inn á mið
námsskúlarnar, og tey eru
meira sjálvbjargin og hava
størri sjálvsálit, og tað er
eisini við til at styrkja teirra
fakliga og sosiala kunnleika,
tá ið tey fara víðar í teirra
lívi.
Tað sosiala er
altavgerandi
Tað sosiala lívið á ein um
eftirskúla er eftir mín um
tykki tann mest týdn ing
ar mikli parturin við eftir
skúla hugsanini, og hetta
sæst eisini aftur í álitinum
um eftirskúlar, har serligur
dentur verður lagdur á kost
deild og sosialar førleikar.
Læra av okkara
ringastu krepputíð
og fyribyrgja
Vit mugu ikki gloyma kreppu
tíðina seinast í 80 –unum og
90 unum, tá ið eisini okkara
ungdómur fór í hópatali til
Danmarkar og aðrastaðni
undan kreppuni. Nógv ung
fóru á Genner og Hygum í
áttatiárunum og nítiunum
á eftirskúla. Vit hava aftur
nú eina búskaparkreppu,
men munurin er, at hon er
allastaðni í heiminum og
ikki sum í 90unum, tá ið
okkara oyggjaland var sera
hart rakt.
Trupulleikin í 90unum
var, at størsti parturin av
okk ara ungdómi ikki kom
heim aftur til móðurlandið,
men fór beina kós í danskar
eftirskúlar og studentaskúlar
o.a. Men her skal eisini nevn
ast, at búskaparstøða Føroya
í 90 unum gjørdi sítt til, at
vit mistu ein stóran part av
okkara unga ættarliði.
Vit mugu fyribyrgja
og hava visónir,
hóast stórt hall
á fíggjarlógini
Hóast stórt hall á fíggjarlógini
og búskaparkreppan stendur
við, meti eg, at best er at
byggja nýggjan eftirskúla
í Hvalba í stundini og ikki
nakra aðrar fyribilsloysnir
sum røddir eru frammi við.
Hasar 40 til 50 millónir
krón ur er ein íløga langt inn
í framtíðina og eg meti eisini
at tað skal setast nógv meira
pengar av til enda málið á
fíggjar lógini fyri næsta ár.
Nei, vit mugu byggja nýggjan
eftir skúla í Hvalba beinan
vegin og harvið fyribyrja, at
okkara núverandi ættarlið
ikki rýmir av landinum. Tá
er einki vunnið. Vit skulu
heldur ikki gloyma, at um
vit ikki styrkja øll økir av
landinum,
serliga
innan
skúla gott, standa vit ikki
sterk her á oyggjunum.
Men hvat siga
tey ungu
Tey ungu, sum eru í hasum
málbólkinum, fata seg ikki
sum vaksin, men tey ynskja
og søkja eftir at blíva vaksin,
og hetta er eisini partur av
teirra menning. Tey ynskja
eisini at slíta seg leys av for
eldrinum og harvið leysari
teymar við heimið. Men tey
søkja og ynskja allatíðina
nýggjar
avbjóðingar.
At
taka egnar avgerðir er eis
ini við til at styrkja teirra
egna samleika og tey føla
enn meira at ”eg eri eg”.
Sam stundis læra tey at vera
saman við øðrum ungum,
sum eftir mínum tykki er
tann størsta styrkin.
Skúlin er fyri øll
Í álitinum um eftirskúlan i
Hvalba verður eisini nevnt,
at skúlin er fyri øll. Hetta er
eisini hugsanin hja Grundvig
um skúlaskap, at skúlin er
fyri øll og ikki bara fyri tey,
sum eru sera væl fyri bókliga.
Hetta er eisini tankin við
eftirskúlanum,
har
allir
næningarnir skulu vera nr 1,
við øðrum orðum, at øll eru
líka góð.
Tað er umráðandi at
hava góðar karmar
fyri næmingum við
rørslutrupulleikum
Eftir at hava lisið álitið um
eftirskúlan, er eitt ivamál,
sum eg haldi má avgreiðast
beinanvegin, og tað er, at tað
skal ikki gerast munur á, um
fólk eru rørslutarnað ella eið.
Her skal játtan fylgja við,
men tað góða, sum stendur
í álitinum er, at eftirskúlin
er gjørdur til erndamálið at
hýsa brekaðum.
Ræðumyndin er
fólkaminking
Stór fólkaminking er fyri
framman í Føroyum vísa
kann ingar og framrokningar,
so um vit ikki fylgja við, og
hava ítøkuligar visónir, ser
liga innan skúlaskap og í
uni versi tetshøpi,
verður
støðan nógv verri fyri okkara
samfelag. Tí tað eru nógv
onnur lond sum vit eru í
kapping við, um alt tilfeingið,
sum skal skapa trivnað og
vøkstur. Tilfeingið er eisini
eftir minum tykki útbúgvið
og skapandi fólk, sum koma
at menna landið langt inn í
framtíðina. Tí er tað serliga
umráðandi at vit byggja
eftirskúlan í Hvalba, sum ein
íløgu inn í framtíðina. Um
vit ikki fylgja við her, ja so
er ræðumyndin enn størri
við stórari fólkaminking fyri
Føroyar og fólkið ferð har ið
fólk eru.
Eftirskúlan í Hvalba
beinanvegin
Vit mugu læra av okkara
krepputíð í 90unum og nú
ver andi vánaligu búskapartíð
og vera fyribyrgjandi og
hava visónir, tí mugu vit fáa
set spakan í beinanvegin
fyri eftirskúlanum í Hvalba,
hóast núverandi fíggjarstøðu,
annars
sær
ræðumyndin
størri út. Landsins myndug
leik ar, ræðfesti rætt og far ið í
gongd við at byggja eftir skúl
an, tí eitt er vist at eftirskúlin
hevur stóra týdn ing og ávirk
an fyri okk ara samfelag langt
inn í framtíðina.
Levi Mørk
býráðslimur hjá
Tórshavnar kommunu
Eftirskúlin í Hvalba – stóran
týdning fyri okkara samfelag!
Um almenna áskoðanin er,
at næmingar skulu vera
minni í skúla, so teir orka
betri í frítíðarskúla, ella/
og at lærarar skulu arbeiða
minni, tí teir ikki hava nóg
góða undirvísing, so er
hetta eitt risa afturstig fyri
okkum øll.
Trivnaður og
tað fakliga
Føroyski
fólkaskúlin
er
far in í summarfrí. Góða
og ljósa veðrið gevur bæði
næm ingum og lærarum
orku at fyrireika komandi
skúlaár, og á mangan hátt er
júst hendan tíðin avgerandi
fyri, hvussu komandi ár fer
at ganga.
Eingin ivi er um, at
føroyski fólkaskúlin hev
ur stóran týdn ing fyri land
okkara. Hetta er ein læru
stovnur við einum ávísum
endamáli.
Næm ingarnir
skulu brynj ast til lívið, og
tí er fyri reiking og almenn
virð ing avger andi.
Skúlin stendur ikki fyri
ansing av næmingunum.
Tímarnir børn og ung eru
í skúla hava eitt mennandi
endamál, har trivnaður og
tað fakliga eiga at ganga
hond í hond.
Almenna prátið
Eftir fyrstu PISA royndirnar
fingu vit – á mangan hátt
– eitt gott og sakligt kjak
um føroyska fólkaskúlan.
Semja var um, at tað skuldi
setast inn, so vit í komandi
royndum skuldu standa
okkum betri. Nú vit síggja
framgongd, lærarar gera
eitt gott arbeiði, tykjast tey,
ið vara av føroyska fólka
skúlanum at hava fingið
maktarloysi.
Vitjaði í morgun heima
síðuna hjá Skúlablaðnum.
Har veðrur víst á, at tað
er trupult hjá lærarum at
veita nóg gott innihald og
góða dygd í undirvísingina,
tí tímarnir eru ov nógvir.
Samstundis verður víst á,
at børnini eru ov móð, tá
tey koma í frítíðarskúla.
Víst verður eisini á, at
næmingarnir
ganga
kanska ov nógv í skúla,
og tí skal skúladagatalið
endurskoðast.
Sum
um
hetta ikki er nóg mikið.
Víðari verður lagt upp til,
at skúlarnir nú skulu hava
eina viku vetrarfrí. Tí tað
fer at spara pening.
Stolti
lærarin
ristir
við
høvdinum.
Eg
siti
við bankandi hjarta og
lesi.
Hvar
er
almenna
virðingin fyri lærarunum
og
skúlanum?
Nú
eru
lærarar ikki nóg góðir og
næmingarnir eru ov móðir.
Havi hug at halda, at hetta
er láturligt.
Skúli krevur eina
mennandi dagsskrá
Eitt alment tilboð til børn
og ungdóm, sum fólka
skúl in er, gevur onga mein
ing, um stovnurin ikki er
ein lærustovnur, sum fær
frið og tíð at arbeiða eftir
endamálinum. Hava onga
grund at halda, at leiðslur
og lærarar ikki eru førir fyri
at standa fyri hesi tilboði.
Um almenna áskoðanin
er, at næmingar skulu vera
minni í skúla, so teir orka
betri í frítíðarskúla, ella/
og at lærarar skulu arbeiða
minni, tí teir ikki hava nóg
góða undirvísing, so er
hetta eitt risa afturstig fyri
okkum øll.
Tóra við Keldu
Næmingar
ov móðir og
lærarar ikki
nóg góðir