fríggjadagur 9. juli 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 105 · 9. juli 2010
11
við nátt úruna, at teir viðhvørt mugu
verða mintir á, hvussu stórsligin hon
er, men øll vitjandi verða beinanvegin
berg tikin av henni. Føroysk ferðavinna
hevur tí ongan kappingarneyta á hesum
øki. Náttúran er gimsteinurin í føroysku
krúnuni og tann mest sølubæra vøran
hjá landinum.
Hugmyndin av tí frískliga og tí feska
hóskar eisini sera væl at festa á Føroyar,
heldur hann. Framleiðslan í landinum
er fesk, og upplivingin av at vera í
land inum er frísklig. Men føroyingar
eiga at lata vera við at tosa um ringt
veður, minnir hann á. Heldur skulu
fólk í Før oyum áhaldandi vísa øðrum
á, at Føroyar hava nógv veður, og at
tað nógva veðrið sanniliga kann vera
ein upp living.
Føroyingar skulu eisini hava í huga,
at múgvandi ferðafólk sjáldan leita eitt
onkrum ferðamáli, ið bara sær lokkandi
út. Tey leita eftir onkrum, ið hevur
støðu sum eitt duldardult Shangri-la.
Ein um stað, har tey vóna at finna hvíld
inni í sær sjálvum, og sum kann fylla
tey við megi og meining langt burturi
frá ein um gerandisdegi við strævnum
ar beiði.
Higartil hevur ímyndin av andligari
endurføðing verið ein mynd av heitum
londum við eysturlendskari meditatión
og teilendskari vøddamýking, og nógv
lond hava notið ágóðan av hesi svøvn-
kendu dreymamynd. Men hví ikki
mæla fólki til andliga endurføðing
við eini frískligari og virknari feriu, ið
blæs ur burtur dagliga haftið betur enn
ein kvalin dvali í sólini, spyr Simon
Anholt.
Vísdómur sum søluvøra
Í síni frágreiðing sigur hann:
»Føroyar eiga at standa í fremstu
røð at bjóða seg fram til andliga endur-
føðing. Aldargamli føroyski vísdómurin
er vanliga skynsemið hjá bóndanum
og fiski manninum heldur enn læran
hjá eystur lendskum vísmonnum.
Heimspekin hjá føroyingum er hart-
vunnin fólkslig vitan um at liva í einum
av bjóð andi umhvørvi, at brúka vit og
skil ímóti harðrendu og óútrokniligu
nátt úruni.«
Minnast skal til, heldur hann, at
tann einfalda trúgvin á búskaparligan
vøkstur seinastu mongu árini hevur
skapt týðiligan framburð á nógvum
økj um, men so hvørt sum fólk venja seg
við frukt irnar av teirra nýggja ríkidømi,
tekur ein kensla av sakni og vónbroti
seg upp. Var tað veruliga vert at offra
so nógva lívsgóðsku fyri verðsligt ríki-
dømi, hugsa tey múgvandi.
Tey spyrja, hví tey ikki gjørdust
lukku ligari, so hvørt sum tey gjørdust
ríkari, og tey eru ótolin eftir at vita, nær
alt fer at kennast øðrvísi. Við øktum
ríki dømi hava tey fingið eina lættari
tilveru, men duga ikki at viðurkenna
hetta og spyrja tí, hvørjum tey stríðast
fyri. Júst hesi fólkini kunnu lokkast til
ókenda gim steinin í Norðuratlantshavi,
har fólk liva í fagrasta samljóði við
nátt úruna.
Simon Anholt skrivar: »Hesi seinastu
árini hava nógvar kanningar víst, at tá
vit stremba eftir ríkidømi og náa tað,
gevur tað eitt endamál og enntá gleði,
men bert til eitt vist. Tá vit fara upp
um eina ávísa inntøku, javnast gleðin,
livi aldurin og útinningin. Strembanin,
offr ini og æviga tráanin eftir einum
kámum og ógreiðum máli, ið altíð
flytur seg longri og longri burtur,
skuggar fyri gleðini um tað, vit hava
rokkið.«
Andlitini úteftir
Heilt filosofiskar eygleiðingar vóru so-
statt partur av frágreiðingini, sum Simon
Anholt læt føroyska Uttanríkisráðnum
í fjør, men ikki bara. Hann vísti eisini
á, at Føroyar heilt einfalt hava ilt við
at gerast kendar uttanlands, tí ongir
før oy ingar av álvara gera vart við seg
á altjóða pallinum. Lond gera ofta tað
mis tak, at tey vísa fram bygningar,
hag tøl og søguligar hendingar, men
fjøl miðl arnir hungra sum oftast eftir
and litum, nevnir hann.
Hetta kallar hann nýmótans alment
diplomati. Tað byggir á luttøku, røkkur
víða og er óformligt. Umráðandi er at
fáa ein áhaldandi streym av óform-
ligum føroyskum sendifólkum at geva
Før oyum andlit úteftir og læra onnur
um før oyska mentan og sereyðkenni.
Føroyar eiga miðvíst at framala tílík
gávurík fólk, kanska enntá við at geva
teimum heiðursmerkir eins og riddara-
krossar, heldur hann.
»Tað er sera týdningarmikið, at
vit ásanna týdningin av fyrimyndum,
sum kunnu birta upp undir nýskapan
og íverk setan í Føroyum og geva øðrum
dugna ligum fólki dirvi at traðka fram í
ljós málan, ið annars høvdu hildið seg
aftur orsakað av jantelógini. Føroysku
and litini skulu takast fram sum ímyndir
um før oyska samfelagið, og tey, sum
ímynda føroysku andlitini, skulu heiðr-
ast alment fyrri teirra ískoyti til menn ing
og framburð í føroyska samfelagnum,«
skrivar Simon Anholt.
Hann heldur, at hetta krevur eina
broyting í føroyska mentalitetinum,
sum er merktur av lítillætni og tøgn.
Eyðkenni sum hesi kunnu ikki broytast
upp á stutta tíð, men mentanarliga og
sosialt broytast tey, sum tíðin líður, tí
altíð fara at finnast fólk, sum vilja flyta
mørk og broyta gomlu sereyðkennini.
Mill um hesi broytingarhugaðu og
fram søknu, sigur Simon Anholt, fara
vit at finna framtíðar fyrimyndir og
fram tíðar um boðsfólkini fyri Føroyar.
SHJ-ATV-Import
Tlf. 57 00 00 · shj@altfyrieitt.fo
Gepard 150 ccm
Prísur 14.800 kr. v/mvg
Leopard 250 ccm
Prísur 24.800 kr. v/mvg
Super ATV Tilboð
Allir prísir eru við mvg
Allar maskinurnar eru útgjørdar við sleipukróki
og eru sera væl dámdar innan landbrúk
Sosialurin / KvR 34 18 00
Føroyar eiga at standa í fremstu røð
at bjóða seg fram til andliga endurføðing
mynd: jens kristian vang
Hugmyndin av tí frískliga og tí feska hóskar sera væl at festa á Føroyar, heldur Simon Anholt.