Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-07, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juli 2010síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

43 Mikudagur 7. juli 2010 · Nr. 104 Sosialurin Ítróttur Tróndur Arge – Kalmar er eitt øguliga gott lið, sum spælir skjótan og góðan fótbólt. Eg vildi mett at teir eru á støði við FCK og Brøndby, ella har í millum. Tað er ikki ómøguligt hjá okkum at koma víðari, tí tað vísti seg í fyrra dystinum, sum vit taptu 1-0, at vit komu til teir møguleikarnar, sum skulu til fyri at avgera dystin. Vóru vit øguliga hepnir í Svøríki, so komu vit heimaftur við einum 1-0 sigri, sigur Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi. Kalmar liggur í løtuni á einum sætta plássi í bestu svensku deild- ini. Kalmar stendur sterkt til okkum. Teir spæla 4-3-3 og hava nakrar skjótar og vandamiklar framherjar. Vit hava hend urnar fullar, tá vit spæla ímóti teim um. Vit fáa kanska ein ella tveir møguleikar og teir mugu vit skora uppá og hevur Rene ein góðan dag í málinum og ger eina ella tvær 100% bjargingar, so hava vit ein møguleika, sigur Heðin Askham Kalmar megnaði ongantíð at veruliga at trýsta EB/Streym í fyrra dstinum. Teir fingu heldur ikki ferð spælið hjá sær og tað metir Heðin Askham møguliga er teirra skyld. – Teir fingu ongantíð ferð á spæl ið hjá sær og tað var kanska ors ak að av okkum. Teir eru at tosa við á miðj uni og partvís í verjuni eis ini. Hava vit ein góðan dag, har vit gera alt rætt, so kunnu vit gera ein vørr ímóti teimum. Uppleggið hjá okkum verður nøkunlunda tað sama sum í fyrra dystinum. Møgu - liga vit flyta okkum eitt lítið sind- ur longur fram á vøllin, tí vit hava góðar leikarar á framrættaðu pláss- unum. Vit eru eisini vandamiklir í deyðbóltsstøðum, so okkara møgu- leikar skulu nokk koma, sigur Heðin Askham. EB/Streymur hevur bara tveir skað ar at dragast við, men tíverri eru tveir av lyklaleikarunum, sum ikki eru tøkir. – Teir flestu leikararnir eru tøk- ir, eitt nú Bjarni Jørgensen, sum byrjaði inni í Svøríki og eisini Sorin Angel er komin fyri seg eftir skaða. Tíverri er Hans Pauli Samuelsen ikki tøk ur vega skaða og tað er Alex dos Santos heldur ikki, sigur Heðin Askham. Men hvat skal til fyri at Heðin Askham er nøgdur við luttøkuna í Europa League? Um vit hava gjørt alt, sum vit kunnu og allir leikarar hava givið seg 100%, so eri eg rímuliga væl nøgd ur, líkamikið um vit koma víðari ella ikki. Vit hava longu í fyrra dystinum gjørt ein góðan fig- ur, sigur Heðin Askham at enda. trondur@sosialurin.fo Heðin Askham: Vit hava ein møguleika Evropa LEaguE Í annaðkvøld skal EB/Streymur aftur royna seg ímóti svenska Kalmar í Europa League. Fyrri dysturin endaði við einum teprum 1-0 sigri til Kalmar. Málið kom ikki fyrr enn seint í dystinum Bert eiit mál skilur liðini, undan dystinum í annaðkvøld kl. 19 á Svangaskarði Mynd: Sofus D. Johannesen Størsti profilurin hjá runavíkingum fer ikki við til Svøríkis Mynd: Álvur Haraldsen ikki við Tróndur Arge – Christian Høgni hev ur fingið frí og meira liggur ikki í tí, sigur Pauli Poulsen, venj ari hjá NSÍ, úr telefonini úr Svøríki. NSÍ tapti fyrra dystin ímóti Gefle 2-0 í Gundadali, men tað var minni munurin á liðnum. – Fyri eitt lið, sum spælir í bestu svenskudeildini, so spæla teir ikki góðan fótbólt. Teir hava einar fimm leikarar, sum eru hægri enn 1.90cm, so teir eru betri enn vit í luft spæl- inum, sigur Pauli Poulsen. Tað verður torført hjá NSÍ at spæla seg víðir næsta umfar. Tað ásannar Pauli Poulsen eis- ini. – Tað verður torført hjá okk um at koma víðari, tí vit skulu í minsta lagi hava tvey mál, meðan teir einki skulu fáa. Vit hava valt at siga tað soleiðis, at vit fara inn fyri at fáa eitt gott úrslit burtur úr hesum dystinum og ikki hugsa um samlaðu uppgerðina, sigur Pauli Poulsen. – Vit skulu verða skjótari at umstilla okkum, tá vit missa bóltin. Tað gekk gali í Gunadali í fyrra dystinum og teir høvdu ein skjótan framherja sum revs aði okkum. Men vit fara at spæla okkara, eisini í Svøríki. Tað merkir at vit til tíðir missa bóltin í uppspælinum, men so leiðis hava vit valt at spæla fót bólt, sigur Pauli Poulsen at enda. Dysturin verður hóskvøldið klokkan 18.00 føroyska tíð. trondur@sosialurin.fo Christian Høgni ikki við í Svøríki Evropa LEaguE Stóri profilurin í landskappingini higartil er Christian Høgni Jacobsen, sum eisini er liðskipari hjá NSÍ. Men hann er ikki við í ferðalagnum hjá NSÍ, sum fór til Svøríkis í gjáramorgunin