Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-07, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juli 2010síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. juli 2010 · Nr. 104 44 Sosialurin Ítróttur ÍF hevur havt eitt framúr kapp­ ingarár higartil, sum millum annað hevur bjóðað uppá eina spennandi hálvfinaluni í steypakappingini og eina viku á fyrsta plássinum. Kapp­ ingarárið byrjaði í Runavík við ein­ um nógv umtalaðum dysti, tá dóm­ arin valdi at steðga dystinum, tí tað fór at kava. Tá var ÍF aftan fyri 1­0, men í nýggja dystinum vann ÍF 2­1. Hatta var einasti sigur hjá ÍF fram til sætta umfar, men so kom eisini ferð á. Teir vunnu fýra dystir upp í slag, áðrenn teir sum oddalið tóku ímóti NSÍ í Fuglafirði eitt minniligt fríggjakvøld. Síðani hevur ÍF ikki verið støðugt í sínum avrikum og eitt 5­0 tap fyri B36 og ein 4­4 javnleikur ímóti 10 argjamonnum hevur sett síni spor á stigatalvuna. ÍF spælir til tíðir sum eitt oddalið, men avrikini hava verið ov óstøð­ ug. ÍF heldur summarferiu á ein um triðja plássi og við einum at gongu­ merki til steypafinaluna á Summar­ festivalinum. Avgjørt góðkent fyri fuglfirðingar. Eftir fýra um­ før hevði NSÍ eitt stig, men Christ ian Høgni Jacob sen hevði longu tá skorað trý mál og vísti tekin uppá, at hetta kundi gerast eitt spennandi kappingarár fyri hann. Christian Høgni var millum málskjúttarnar, tá NSÍ byrjaði sína sigursrøð. Tað var ímóti AB í Runavík. Síðani skoraði hann bæði málini í 2­1 sigrinum á EB/ Streymi við Margáir. Á Toftum dystin eftir var hann aftur á blettinum tvær ferðir. Síðani skoraði Christian Høgni ikki í fýra dystum, men spældi avbera væl og legði upp til fleiri mál. Millum annað spældi hann væl í 5­3 sigrinum í Fuglafirði. Í Gøtu var Christian Høgni aftur millum málskjúttarnar við tveim­ um málum. Á eystanstevnu var oddabrak, tá HB kom á vitjan. Fyrst umsetti Christian Høgni brots spark til mál og tveir minuttir fyri tíð avgjørdi hann oddabrakið til fyri muns fyri NSÍ. Christian Høgni hevur sostatt skorað 12 mál í 14 dystum og er langt fremst á toppskoraralistanum. Teir næstu hava bara skorað seks mál, sum er helmingurin av tí Christian Høgni hevur skorað. Hann hevur higartil spælt í 1.252 minuttir og tað merkir, at Christian Høgni hevur skorað eitt mál fyri hvørjar 104 minuttir hann hevur verið á vøllinum. HER ERU TEY BESTU Í fyrsta umfarinum í lands kapp­ ingini í ár, komu upp flyt ararnir á vitjan hjá Føroyameistaranum HB. Ongin kundi rættuliga siga, á hvørjum støði FC Suðuroy var á, men tað gjørdist skjótt greitt, at HB ikki fór at fáa tað lætt hendan váta dagin í Gundadali. Fýra ferðir legði FC Suðuroy seg á odda í Gundadali, men hvørja ferð megnaði HB at svara aftur. Serliga súrt var tað fyri uppflytararnar, tá HB einar sjey minuttir inni í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, javnaði eftir horna. Úrslitið legði lunnar undir eina góða byrjan hjá FC Suðuroy, sum tó ikki hevur staðið við. Millum góðu leikararnar hjá FC Suðuroy hendan dagin vóru liðskiparin Palli Augustinussen, Jón Krosslá Poulsen og nýggi framherjin, Obi Charles. mest óvæntaða úrslitið: FC suðuroy ímóti HB vónBrotið: víkingur yvirraskilsið: ÍF Vodafonedeildin er farin í summarfrí, og eftir eina hendingaríka kapping higartil hevur ítróttartoymið á Sosialinum valt størstu avrikini burtur úr rúgvuni Lagt til rættis: Tróndur Arge Víkingur vann í fjør steypa­ kapp ingina og bronsu í lands­ kapp ingini, men í ár hevur ikki gingið eins væl. Víkingur mátti lúta fyri grannanum úr Fugla­ firði í steypakappingini og í landskappingini liggja teir numm­ ar seks, 11 stig frá odd inum. Fleiri spáddu undan kapp ingar árinum í ár, at Víkingur kundi bjóða av í stríðnum um FM, men tað hevur ikki eydnast. Ein av orsøk inum kann vera, at Víkingur saknar Andreas Lava Olsen meira, enn teir vantaðu at teir fóru at gera. Eisini toppskjýttin frá í fjør, Finnur Just inussen, tykist hava trupul­ leikar í álops part­ inum utt an Lava mannin. Bæði B36 og EB/ S t r e y m u r hava havt síni ringu tíðar­ skeið, men eru so smátt við at koma seg aftur. Tað kann Víkingur eisini, tí enn er langt á mál í lands kapp­ ingini. proFilurin: Christian Høgni Jacobsen Mynd: www.hb.fo Mynd: Álvur Haraldsen