Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juli 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 9. juli 2010 · Nr. 105 Sosialurin Ítróttur hm-finaluna argentina - týskland 0-4 týskland - spania 0-1 paraguay - spania 0-1 týskland - ongland 1-4 paraguey - japan 0-0 argentina - meksiko 3-1 spania - portugal 1-0 Bólkur B nr. d v j t mál stig 1 Argentina 3 3 0 0 6 9 2 Suður Korea 3 1 1 1 -1 4 3 grikkaland 3 1 0 2 -3 3 4 nigeria 3 0 1 2 -2 1 Bólkur F nr. d v j t mál stig 1 Paraguay 3 1 2 0 2 5 2 Slovakia 3 1 1 1 -1 4 3 new Zealand 3 0 3 0 0 3 4 italia 3 0 2 1 -1 2 Bólkur D nr. d v j t mál stig 1 Týskland 3 2 0 1 4 6 2 Ghana 3 1 1 1 0 4 3 australia 3 1 1 1 -3 4 4 serbia 3 1 0 2 -1 3 Bólkur H nr. d v j t mál stig 1 Spania 3 2 0 1 2 6 2 Kili 3 2 0 1 1 6 3 sveis 3 1 1 1 0 4 4 Honduras 3 0 1 2 -3 1 Soleiðis sigur Jens Kristian Hansen, sum 11. oktobur 1997 í Gijon, skoraði ímóti spanska landsliðnum. Tað var í undan­ kappingini til HM enda spælið í Fraklandi, at Føroyar og Spania komu í bólk saman. Í fyrra dystinum vann Spania 6­2 á Svangasgarði. – Tað var ein fantastiskur túrur, tí vit høvdu akkurát vunnið FM við B36 fyri fyrstu ferð í langa tíð, sigur Jens Kristian Hansen. Tað var seinasti dysturin í HM undankappingi og dysturin varð spældur í har norði í Spania í býnum Gijon. – Øll væntaðu at vit fingu bank, men stutt fyri hálvleik var støðan bara 2­0, men teir høvdu sjálvandi bóltin nógv, sigur Jens Kristian Hansen. Stutt fyri hálvleik fáa føroysku viðhaldsfólkini og føroysku leikararnir nakað at gleðast um. – Vit fingu eitt fríspark í okkara vinstru síðu og Øssur Hansen tók sær av frísparkinum. Bólturin kom ov langt, men heldur óprofesionelt valdi vinstri bakkurin hjá teimum, Sergi, at stúta bóltin í spæl aftur. Hann endaði hjá mær, eg tamdi bóltin og smekkaði til. Bólturin fór í einum bleytum boða uppum Andonio Zubizarreta og í mál, forklárar Jens Kristian Hansen. Tað kom illa við hjá sponsku viðhaldsfólkinum, sum undan dystinum høvdu kravt ein stórsigur ímóti pinkutjóðini úr norðuratlanshavinum. – Tað var ein stór kensla at síggja bóltin fara í málið. Ikki bara hevði eg skorað ímóti Spania, eg hevði skorað ímóti Spania í Spania. Tað var ikki fyrr enn ímóti endanum at dystinum, at Spania fekk avgerandi og triðja málið. – Eftir dystin spurdi frásøgu­ maðurin hjá útvarpinum, Jógvan Arge, meg um hetta var tað størsta eg havi uppliva. Tá mátti eg siga nei, tí tað var størri at vinna FM við B36. Tað fer tað altíð at verða, sigur Jens Kristian Hansen Hann er tó skjótur at ásanna, at hetta var ein stór løta og møguliga tann næst størsta fótbóltsupplivingin í lívinum hjá honum. Jens Kristian spældi 44 landsdystir fyri Føroyar og skoraði trý mál. 1/8 finalur 1/4 finalur finala Hálv finalur Bólkaspæl spania Ein stór kensla, men ikki tann størsta