Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juli 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 105 · 9. juli 2010 15 Eitt sindur um Petur Frederik Petersen, son Mariu úr Skúlanum í Miðvági og Óla Jákup úr Nesinum í Vestmanna, sum fór til Grimsby, og sum familjan misti sambandið við. Eg havi nú í nøkur ár fingist við at savna tilfar um hús og húski í Gerðinum í Vestmanna. Við at kanna kirkjubøkur, manntalslistar og grindalistar haldi eg meg við vissu kunna siga, at fyrstur at búseta seg í Gerðinum hevur verið Óla Jákup Petersen, sonur Onnu Sofíu og Per í Nesinum. Óla Jákup var føddur í Nesinum 13- 09-1840 og skrivaðist Ole Jacob Peter- Frederiksen. Hann giftist 29-10-1865 í Miðvágs kirkju við Maria Susanne Jørgensen, fødd 17-01-1837 í Miðvági. Hon var dóttir Rachel Niclasdatter og skúlalæraran Jørgen Frants Jacobsen. Hin 01-07-1868 flyta Óla Jákup og konan við soninum Jákupi úr Miðvági til Vestmanna og búseta seg í Gerðinum. Húsini eru ikki til longur, men tey stóðu heimanfyri og føst í húsini hjá Jørgini í Gerðinum, nú Gerðisvegi 37. Maria og Óla Jákup áttu tveir synir: Jákup, sum var føddur í Miðvági 12-03- 1847 og Peter Frederik, sum var føddur í Gerðinum 08-09-1871. Jákup búði alla sína tíð í Gerðinum og bygdi fast í hjá foreldrunum. Vit vóru grannar, so hann minnist eg væl. Hann doyði í 1947, 80 ára gamal. Petur Frederik býr í Vestmanna til 1890, men so kundi eg ikki finna hann aftur, hvørki í kirkjubókum ella í manntalslistum. Eg spurdi tí eldri fólk, um tey vistu, hvar Petur Frederik mundi vera blivin av. Eingin visti við vissu, men hildu, at hann var farin til Amerika, kanska saman við fólkum úr Nesinum ella Válinum, tí haðan fluttu fleiri til Amerika seinast í átjanhundrað. Tá ið mamma hansara doyr 23-06-1914, skrivar sýslumaðurin soleiðis til sorinskrivaran um Peter Frederik: ... hvis Bopæl og Opholdssted ikke vides. Han tog herfra for ca. 18 Aar siden til Grimsby og de sidste 6 Aar er der intet hørt fra ham. Eftir hesum skuldi hann verið farin til Grimsby um 1896, og hava tey ikki hoyrt frá honum síðan 1908. Eg eri ikki so kønur í at leita á alnetinum og bað tí Honnu Hansen í Miðvági um at leita fyri meg. Tað var so skjótt, at hon fann ein Keith Hearn í Onglandi, sum leitaði eftir einum langabba sínum, Peter Frederik Petersen. Keith er 53 ár og býr í Winchester í Suður-Onglandi einar 20 km norðan fyri Southhampton. So hvørt sum Keith kom við fleiri upplýsingum um langabban, vóru vit ikki longur í iva um, at langabbi Keith var Petur Frederik, sonur Óla Jákup í Gerðinum. Keith skrivar, at langabbin kom til Grimsby í 1891. Hann giftist í 1896 í St. John´s Church við Susan Bauldry í Grimsby, og ein Súsanna Jacobsen er vitni. Tey búseta seg fyrst í Hull og seinni í Liverpool, har tey áttu tveir synir: Rodmund Frederick Peterson (1902 – 1943) og Edwin Peterson (1909 – 1943). Edwin var ógiftur. Rodmund giftist Margaret Mary Tierney (1909 – 1989) í Liverpool, og tey búseta seg eisini í Liverpool og áttu har 4 børn: Peter, Anne, Dorothy og Margaret May. Margaret, sum er mamma Keith, er fødd í Liverpool í 1935 og býr nú í Swindon millum Bristol og Reading og einar 130 km vestan fyri London. Hóast báðir synirnir doyðu ungir undir krígnum, var tað ikki av krígsávum, men av sjúku. Eg veit ikki, hvør henda Súsanna Jacobsen er, men ikki er óhugsandi, at hetta er trímenningur hansara Susanne Malene Jacobsen, abbadóttir Jákup á Miðgerði. Men hon var vist rópt Malena, men av praktiskum grundum, kann hon sjálvandi hava rópt seg Susan, meðan hon var í Onglandi. Um langabban, Petur Fr., skrivar Keith, at hann í tíðini 1891 – 1896 er Apprentice Fishermann. Sum eg havi skilt hetta heitið, so lærir Petur Fr. hesi 4 árini til fiskimann, har ið hann skiftir millum at ganga í skúla og at vera til skips. Hetta er ikki nøkur navigatørútbúgving, men ein útbúgving, sum krevst fyri at fáa fulla hýru sum fiskimaður. Tey ymsu skjølini, sum Keith hevur funnið um langabban, nevna Petur Fr. sum Coal Heaver (kyndari) og Fishermann. Undir fyrra heimsbardaga arbeiddi hann fyri Liverpool Transport Company sum Ligtherman (prámførari). Hin 16-03-1917 var hann funnin druknaður í Husskisson Dock, men ikki ber til at siga, hvussu hann er druknaður. Petur Fr. er jarðaður í St. James Cementery, ið hoyrir til Liverpool Cathedral. Keith heldur, at langabbin kann hava havt trupulleikar undir krígnum av sínum føroyska tónalagi og tí hildin at vera týskari. Keith eigur onga mynd av langabbanum, men hevur sent Honnu hesa myndina av abbanum, Rodmundi Myndirnar 1 og 2 eru úr húsinum hjá Jørgeni í Gerðinum. Mynd 1 er sera gomul, og halda vit, at hetta kunnu vera foreldrini hjá Petur Frederiki. Mynd 2 er eisini gomul og er kanska av Petur Frederiki, tí Rodmund líkist manninum á hesi myndini. Onkur heldur, at mynd 2 er av Jóannesi, soni Jákup, bróður Petur Fr., men vit halda, at tað kann ikki bera til, tí myndin er ov gomul at vera av Jóannesi. Jóannes búði á Signabø, men var róptur Jóannes í Gerðinum. Eg kann til stuttleika at enda viðmerkja, at eg eri ikki í ætt við Petur Frederik. Einasta tilknýti til hansara er, at abbi mín keypti barnaheimið hjá Peturi Fr., og tá ið abbi mín doyði, gifti omma seg uppaftur við Jensi, mammubeiggja Petur Fr. Áheitan Veit onkur av lesarunum um mynd ir nar 1 og 2 ella um Súsonnu Jacobsen, sum er hjá- stødd, tá ið Petur Fr. giftist, so vilja vit fegin frætta. Hanna Hansen hevur tele- fon nr. 332576/532576 og eg havi tele fonnr. 313577/269877. Hoyvík, 25. juni 2010 Jákup í Gerðinum Horvin vestmenningur funnin á alnetinum mynd 1 mynd 2 mynd 3