fríggjadagur 9. juli 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. juli 2010 · Nr. 105
16
Sosialurin
Ítróttur
Ólavur Øre Hansen
Eftir at EB/Streymur tapti tepurt
í fyrra dystinum móti Kalmar, var
møgu leikin fyri einum føroyskum
yvirraskilsi til staðar. Men vónin
hjá sunda lagsmonnum fekk eitt
skot fyri bógvin, tá Kalmar legði seg
á odda tíðliga í dystinum. Av tí sama
gjørdist mótbrekkan hjá sunda
lagsmonnum ov brøtt,og at enda
vunnu sviar ein fult uppibornan
30 sigur.
– Vit vistu at fyrsta málið var av
gerðandi, tí so skuldi EB/Streymur
skora trý mál fyri at vinna saman
lagt. Tískil gekk tað sum vit vónaðu,
tá vit skoraðu tíðliga í dystinum.
Eftir at vit vóru komnir á odda, so
høvdu vit so at siga fult tamarhald
á teimum, sum endaliga úrslitið
eisini ber boð um, segði ein fegin
lið skiparin hjá Kalmar, Henrik
Rydstrøm, eftir dystin.
Venjarin hjá EB/Streymi, Heðin
Askham, var samdur við Henriki
Rydstrøm, at fyrsta málið køvdi
vón ina um víðari evropiska lut
tøku.
– Undan dystinum høvdu vit
tosað um týdninginum av kom
paktum verjuspæli, og halda teim
um frá at skora. Men av tí at teir
skora so tíðliga í dystinum, so gjørd
ist tað trupult hjá okkum. Men tá
tað er sagt, so stríðast vit væl allan
dystin. Men tað var bara ikki nokk,
tí Kalmar var sterkara liðið, segði
ein avgjørdur Heðin Askham eftir
dystin.
Spurdur um hetta er munurin á
føroyskum og altjóða fótbólti, sig
ur Heðin, at tað er tað nokk. Hann
metti at svensku leikarnir vóru
betri enn teir føroysku. Men hóast
teir taptu, so vísir Heðin á, at tað
er mennandi fyri føroysku liðini at
spæla í evropiskari kapping, tí har
møta teir ofta væl sterkari lið um,
enn tilfeldið er í føroysku kapp
ingini.
Effektivir sviar
Sundalagsmenn fóru óimponeraðir
til verka, og vísti góðar taktir frá
dystarbyrjan. Tí var tað sum at fáa
váta vøttin tá Kalmar skoraði uppá
sín fyrsta líkinda kjans í dystinum,
tá skotið hjá Eriki Israelsson, um
vegis eitt EB/Streyma bein, fann
leiðina til málmeskarnar í níggj
unda minutti.
Hóast sviar høvdu lagt seg á
odda, so vístu sundalagsmenn
góð an stríðsvilja, og komu fram til
fleiri horna og fríspark, men tað
bleiv bara til nær við og næstan hjá
sunda lagsmonnum. Hinvegin, so
høvdu sviar eisini sínar kjansir, sum
gott kundu havt givið úrtøku, men
fleiri mál komu ikki fyri steðgin.
Seinri hálvleikur var bert ein
minutt gamal, tá Tobias Erikssson
legði Kalmar á odda 20, áðrenn
Ricardo Santos kundi leggja Kalm
ar á odda 30 fáar minuttir seinri.
Ein leiðsla sum var í trá við dystar
gondina, tí sviar vóru betra liðið.
Við eini greiðari leiðslu í skjátt
uni, trektu teir seg longur aftur á
vøllin at standa, og av tí sama kom
EB/Streymur betur við í dystin.
Men spenningurin var farin úr
dystinum, og tað sást aftur í
dystargongdini, har sviar ikki vildu
tað stóra, meðan sundalagsmenn
ikki megnaðu tað stóra.
Sostatt vann Kalmar ein greiðan
30 sigur á EB/Streymi, og eru
komnir víðari í Evropa League, með
an sundalagsmenn hava út spælt
sín leiklut í evropiskari kapping á
hes um sinni.
post@sosialurin.fo
Tróndur Arge
Eftir 20 tapið fyri Gefle í
Gundadali
var
torført
at
ímynda sær, at NSÍ skuldi gera
nakað við Gefle á Råsunda
Stadium í Svøríki. Tað hevði
millum annað við sær, at NSÍ
hevði givið liðskiparinum og
topp skorarinum,
Christian
Høgna Jacobsen, frí. Fyri uttan
hann, so var liðið at kenna
aftur, men við tí broyting, at
Klæm int Olsen var einsamallur
í álop inum.
Fyrra partin av fyrra hálv
leiki hendi lítið og hvørki av
liðnum legði nógv fyri. Aftaná
25 minuttir kom endaliga stað
festingin av, at NSÍ ikki kemur
víðari í hesi Europa League
kappingini. Tá legði Daniel
Bernhardsson Gefle á odda.
Stutt eftir hevði NSÍ góðan
møgu leika
at
javna,
men
málmaðurin bjargaði royndini
hjá Klæminti Olsen.
Longu í fyrra hálvleiki
má NSÍ gera ein útskifting,
tí Einar T. Hansen má út við
skaða. Í hansara stað kemur
Károly Potemkin. Tað merkir
samstundis, at NSÍ má gera
nakrar broytirngar á liðnum.
Støðan í hálvleikinum er 10.
Í seinna hálvleiki situr Gefle
á dystinum og eru nær við at
økj, men millum annað tvør
træðið bjargar NSÍ. Tá seinni
hálvleikur er smáar tjúgu min
uttir gamal skorar Gefle aftur.
Tá er tað innskifti Hans Berg
gren, sum roynir seg útfrá og
bólturin fer umvegis stólpan í
mál.
Síðani hevði Károly Potem
kin ein skot roynd sum fór
uppum. Løtu seinni skifti NSÍ
Árna Frederiksberg inn. Tað er
fyrstu ferð at hann kemur inn
á besta liðnum hjá NSÍ. Í tíðini
sum dómarin hevði lagt aftrat,
var hann við í uppspælinum,
sum endaði við at Károly
Potemkin fekk minkað um
mun in til endaliga úrslitið 21.
Tað var annars lítið av fólki
til dystin, ikki fleiri enn einir
500 áskoðarar.
trondur@sosialurin.fo
Evropa LEaguE Sundalagsmenn høvdu vónir um víðari evropiskari
luttøku, eftir at hava tapt tepurt í Svøríki. Men í seinra dystinum liðana
millum, lat Kalmar ongan iva vera um hvør var betra liðið, og vann
ein greiðan 3-0 sigur á EB/Streymi á Svangaskarði í gjárkvøldið
Evropa LEaguE NSÍ megnaði ikki
at gera tað stóra við Gefle, sum vann
seinna dystin 2-1 og harvið vinnur
samanlagt 4-1 á NSÍ. Málið hjá NSÍ
skoraði innskifti Károly Potemkin,
sum eisni stóð fyri málinum, tá NSÍ
í fjør var á vitjan hjá Rosenborg
Spenningurin
hvarv beinavegin
UEFA Europa League · Råsunda, 1, Stokkholm. 8. juli 2010
Gefle - NSÍ 2-1 (1-0)
1-0: Daniel Bernhardsson 22.
2-0: Hans Berggren 63.
2-1: Károly Potemkin 90.
Dómari: Tero Nieminen, Finnland
UEFA Europa League · Svangaskarð, Toftir, 8. juli 2010
EB/Streymur – Kalmar 0-3 (0-1)
0-1: Erik Israelsson, 9.
0-2: Tobias Eriksson, 46.
0-3: Ricardo Santos, 50.
Dómari: Ken Henry Johnsen, Noregi
Gefle: Mattias Hugosson - Daniel Theorin, Sebastian Senatore, Omar Jawo, Jakob Orlov
(Hans Berggren, 59.), Hjalmar Øhagen (Eric Larsson, 70.), Daniel Bernhardsson, Alexander
Gerndt, Jonas Lantto, Marcus Hansson (Mikael Dahlberg, 53.), Yussif Chibsah
NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Jóhan Troest Davidsen, Jens Joensen, Einar
T. Hansen (Károly Potemkin, 35.) - Jann Martin Mortensen, Jústines R. Hansen, Jann Ingi
Petersen, Heðin á Lakjuni - Erland B. Danielsen (Árni Frederiksberg, 85.) - Klæmint A.
Olsen (Debus Danielsen, 71.).
Gult kort: Jann Ingi Petersen 20., Jens Joensen 54., Erland B. Danielsen 78.
EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Dánjal Davidsen -
Sorin Anghel (Kristoffur Jakobsen, 80.) - Gudmund Nielsen (Leif Niclasen, 61.), Pætur Dam
Jacobsen, Daniel Udsen, Bjarni Jørgensen (Hans Pauli Samuelsen, 75.) - Arnbjørn Hansen
Gult kort: Gudmund Nielsen, Sorin Anghel og Pætur D. Jacobsen
Kalmar: Petter Wastå - Marcus Lindberg, Paulus Arajuuri, Henrik Rydstrøm, Stefan larsson,
Daniel Sobralense (Mattias Johansson, 88.), Daniel Mendes (Johan Bertilsson, 76.), Ricardo
Santos (Marcel Sacramento, 76.), Erik Israelsson, Tobias Eriksson, Emin Nouri.
Gult kort: Marcus Lindberg
EffEktivir
Sviar høvdu tak á Gudmundi
Nielsen og EB/Streymi
Mynd: Sofus D. Johannesen
NSÍ
skoraði á
Råsunda
– Teir skora eitt mál tíðliga í
dystinum, og tað gera støðuna
hjá okkum sera trupla, segði
ein vónsvikin Egil á Bø eftir
dystin.
Uppleggið hjá okkum var
at standa kompakt í verjuni,
og vera tolnir, so skuldu
kjansirnir nokk koma. Men
tá teir skoraðu so tíðliga í
dystinum, so vóru vit noyddir
longur fram á vøllin, segði EB/
Streyma liðskiparin.
Vit vóru jú noyddir fram á
vøllin í seinra hálvleiki, men
vit kláraðu ikki at seta teir
undir trýst, og tá teir so skora
tvey mál beint eftir steðgin,
so var dysturin í roynd og
veru avgjørdur, segði Egil á
Bø at enda.
Fyrsta
málið
avgjørdi
dystin
Egil á Bø: