fríggjadagur 9. juli 2010síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 105 · 9. juli 2010
5
húsini. Tokan gevur ein intiman
stemning, ja, eitthvørt fjálgt og trygt er
yvir henni. Og tað er við mjørk anum,
vindinum, regninum sum við øðrum
lívsumstøðum, alt broyt ist, endar og
gevur pláss fyri øðr um. Um tær ikki
dámar mjørkan, er kanska best ikki
at identifisera seg við hann. Hann er
ikki partur av tær ella mær, men eitt
fyribrigdi, sum gongur yvir.
Eru skiftandi árstíðirnar
ein mynd av lívinum?
Ja, avgjørt. Eg haldi, at allar árstíðir
hava stóran týdning. Um summarið
blóma vit og eru útfarandi, liva okk
ara fysisku síðu, meðan vit um vetur in
søkja inneftir, gera upp, hugsa og gera
niðurstøður. Um vit vilja tað ella ei, og
lívsførslan kanska mótarbeiðir hesum,
eru vit partur av náttúruni. Og eins og
náttúran fer heim fyri at geva pláss fyri
nýggjum til komandi vár, gera vit tað
sama. Tað er tann uni ver sella ringrásin,
sum eisini hevur stóran týdning fyri
okkum og er ein mynd av okkum.
Hvussu hevur tú tað, um føroyska
summarið ikki er gott?
Fyrr kundi eg gott geva føroyska veð
ur lagnum skyldina fyri mína ónøkt
andi støðu. Seinnu árini havi eg tó
søkt hitan uttanlands, tí hiti er góður
kropsliga. Aðrar orsøkir eru eis ini til
mínar uttanlandsferðir. Las eina bók
fyri nøkrum árum síðan, har ein kendur
høvundi ráddi fólki til at vitja nýggj
støð einaferð um árið. Hann segði tað
vera gott fyri sinnið, og eg má geva
honum rætt. Eis ini haldi eg, at tað er
gott fyri meg sum føroying at vera
anonymur ein part av árinum. Sjálvt
um eg helst síggi meg sum ein, ið ikki
tekur sær tykni av, hvat onnur siga og
halda, so merki eg væl á mær, at mær
tørvar broyting viðhvørt.
Hvat er tað besta ein dag við
bláum himni og bakandi sól?
Eg kenni eina kvinnu, sum við sínum
verumáta hevur mint meg á, at lívið
er bara her og nú, og at eg sjálvur geri
av, um eg havi gron ella smílist um
alt andlitið. Eg havi í mínari sjálvs
menningargongd havt lyndi til at vera í
so djúpur og at skula ana lysera alt. Onki
eigur at takast frá sjálvs menningini,
tí hon hevur millum annað lært meg
takksemi fyri at liva sum menniskja,
men javn vág eigur at vera millum
tann partin, sum vendir sær inneftir,
og tann partin, sum av hesum sama
heystar frið, gleði og nøgdsemi. Og tað
er serliga ein slíkan kláran dag, at eg
síggi lívsins undur.
Hvat dámar tær best,
summarlitir ella heystarlitir?
Litirnir fylgja árstíðunum, so eg leggi
ikki stórvegis í tær broytingar, sum
henda. Men eg haldi allar litir vera
vakrar, eisini heystarlitirnar, ið um
boða afturvendanina til náttúruna. Tá
tað kemur til klæðir, haldi eg tó, at fólk,
sum ganga í ljósum klæðum á vetri,
onkursvegna eru í betri lag. Tey royna
at kompensera fyri myrkrið, og ivaleyst
er tað eitt gott hugskot.
Finst eydnan í verðini ella
inni í okkum sjálvum?
Eydnan er nógv treytað av ytri viður
skiftum, so rættast er at læra seg at
góðtaka verðina, sum hon er, og søkja
inn eftir eftir viðurkenning av sær
sjálvum. Tað gevur frið. Sjálvsvirði
hevur stóran týdning fyri, hvussu tú
samspælir við verðina. Gandhi segði, at
vit skulu vera tann broytingin, vit vilja
síggja í verðini. Og at vera ærlig um
okkara persón og handla er í stuttum
tað, vit megna. Vit skulu ikki vænta so
nógv av øðrum. Onn ur fólk gera ikki
altíð eftir okkara ynskjum, og tá sita
vit mangan eftir á pínu bonkinum so
nakkalong og vón brotin. Vanligt er, at
vit tá ákæra tey fyri bæði eitt og annað,
men í veru leikanum hava tey bara
handlað eftir egnari sannføring. Hetta
mugu vit rúma, tí allur bundinskapur
endar við sorg ella líðing.
Er lívið ein støðug
tráan eftir tryggleika,
endurtøkum og eydnu?
Mennsikjan stúrir fyri ikki at hava nóg
mikið og roynir at binda um heilan
fingur við at tryggja fram tíðina upp
á allar hugsandi mátar, hóast ongin
trygd er fyri, at vit liva í morgin. Tað
er egoið, sum stýrir. Egoið er ongantíð
beint nú, men nýtir for tíðina sum
modell fyri, hvussu fram tíðin kann
fara at laga seg. Øll tey fólk, eisini
munkar, sum meditera nógv, hava
sum endamál at koma burtur úr hesum
tankastreyminum. At pendla millum
fortíð og framtíð er í veruleikanum at
sabotera lívið, sum bara er nú. Lívið er
ein støðug tráan eftir eydnu, men vit
søkja oftast ikki inneftir og læra okkum
at liva í samljóði við tær universellu
lógirnar. Ístaðin søkja vit eydnuna í sex,
hjúnarbandi, bilum, fótbólti, religión
o.s.fr. Vit identifisera okkum við hesi
fyribrigdi, ið er tað sama sum at vera
eitt við tey.
Hvat er eitt eydnuríkt lív?
Tja, ert tú positivur, er grundarlag
fyri at vera eydnuríkur. Fyrsti tankin
er grundarlag fyri næsta tanka, so tað
ræð ur um at hava tann fyrra góðan.
At elska seg sjálvan er eisini eitt sera
gott grundarlag fyri eydnuríkum lívi,
tí annars veit ein ikki, hvat kærleiki er.
Sjálvur eri eg eydnuríkur, tá eg kann
vera til gagns fyri onnur, sam stundis
sum tað kennist gott at vera eg og hava
eitt ávíst virði. Um tú hev ur hetta við
tær, kemur alt annað av sær sjálvum.
Eg bart út sagt elski mjørka. Haldi tað vera so hugnaligt at ganga í havnar gøtum, tá tjúkkur mjørki ligg ur millum
húsini. Tokan gevur ein intiman stemning, ja, eitthvørt fjálgt og trygt er yvir henni, sigur Jákup Magnussen
mynd: hilmar jan hansen