fríggjadagur 9. juli 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. juli 2010 · Nr. 105
28
Sosialurin
Smyril Line søkir eftir maskinmeistara til
Norrönu. Vit bjóða honum/henni eitt spenn-
andi starv umborð á fl agg skipinum í føroysku
ferða vinnuni. Starvið er avbjóðandi og fjøl-
broytt, og tú fært ein góðan møguleika at vera
við í framhaldandi menningini av Norrönu og
Smyril Line – og harvið føroysku ferða vinnuni.
Títt komandi arbeiðspláss er eitt av størstu,
bestu og nýggjastu skipum á Norður atlants-
havinum, og samstundis størsta skip føroyingar
eiga. Hon tekur 1482 ferða fólk, 800 bilar og
manningin tá hon er mest, telur heili 118 fólk.
Aftrat góðum starvs treytum bjóða vit hartil
eina áhugaverda ferða ætlan, góða løn og
góða frítíðar avtalu.
Førleika krøv til maskinmeistara:
• Fulla maskinmeistara útbúgving við í minsta
lagi STCW vinnubrævið, sum skips maskin-
meistari av 1. stigi
• Heilsu-, sløkki leiðara-, roykkavara- og
trygdarprógv
• Arbeiða sjálvstøðugt og góð samstarvsevnir
• Vit hugsa okkum, at tú hevur royndir frá
størri skipum, men hetta er eingin treyt
Setanartreytir
Setanartreytir sambært sáttmála millum
Maskin meistarafelagið og Reiðarafelagið fyri
farmaskip.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum
viðmælum skulu sendast til:
SMYRIL LINE
Maskinstjórin
M/F Norröna
P.O Box 370
FO-110 Tórshavn
ella til: chief.engineer@norrona.fo
Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta
lagi 19. juli 2010.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við
at venda sær til Maskinstjóran á:
+298 34 48 46 ella
chief.engineer@norrona.fo
S M Y R I L L I N E · Y V I R I V I Ð S T R O N D 1 · P O S T B O K S 3 7 0 · F O - 1 1 0 T Ó R S H AV N · T L F 3 4 5 9 0 0 · FA X 3 4 5 9 5 0 · O F F I C E @ S M Y R I L - L I N E . F O
MASKINMEISTARI TIL NORRÖNU
W W W. S M Y R I L L I N E . F O
Vilt tú verða í fyrstu røð í føroyskari skipa- og ferðavinnu?
Smyril Line varð stovnað í 1982, og er í
dag ein altjóða fyritøka við skrivstovum í
Føroyum, Íslandi, Týsklandi og Dan mark.
Um framt egnar skrivstovur, hevur felagið
eisini samstarvs felagar í megin partinum
av evrope iska megin land inum og restini
av útheiminum.
Nýggjur haNdil
í Miðlon
Nýggjur handil er
latin upp í Miðlon
við vøkrum klæðum
úr Thailandi og
ymiskum tingum.
Telefon 27 88 05
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Nýggjur skrivstovubygningur hjá Havnar Arbeiðs mannafelag
á horninum Tinghúsvegur/Bøkjarabrekka
Við hesum bjóðar Landsverk áhugaðum arbeiðstakarum til undangóðkenning at
gera nýggjan skrivstovubygning til Havnar Arbeiðsmannafelag.
BYGGIHARRI
Landsverk
Tinghúsvegur 5
FO-110 Tórshavn
www.landsverk.fo
lv@lv.fo
Útbjóðingarháttur
Innboðin lisitatión í høvuðsarbeiðs-
tøku aftaná undan góðkenning.
Ætlandi verður heitt á 4–6 tilboðs-
gevarar at bjóða.
Lýsing av verkætlanini
Verkætlanin umfatar niðurtøku av
verandi bygningi á horninum Ting-
húsvegur/Bøkjarabrekka og bygging
av nýggjum skrivstovubygningi á
staðnum. Harafturat er ein minni
umvæling av granna bygninginum,
har sum Landsverk heldur til í dag.
Verk ætlanin er treytað av myndug-
leika góðkenning, og er ætlanin at
byrja arbeiðið í okt. 2010. Arbeiðið
skal vera liðugt í okt. 2011.
Umbøn um luttøku
Umbønin skal sendast til Landsverk
ella umvegis teldupost til lv@lv.fo
Áheitanin skal verða okkum í hendi í
seinasta lagi týsdagin 13. juli, 2010.
Áheitan um luttøku
Áheitanir um at geva tilboð verða
sendar út saman við útbjóðingar-
tilfarinum tann 23. juli, 2010.
Samtøk og felagsskapir
Allir luttakarar í einum samtaki ella
líknandi felagsskapi skulu geva
skrivliga váttan fyri felags hefting
og ábyrding fyri sáttmálanum. Felags-
skapir og samtøk skulu harafturat
frammanundan tilnevna
ein umboðs mann við skjal prógvaðari
fulltrú til, vegna felagsskapin ella
samtakið, at tekna bindandi avtalur
við byggiharran.
Upplýsingar at nýta til
undangóðkenningina
Umsøkjarar skulu saman við eini
umbøn um luttøku senda hesar
upplýsingar:
- Upplýsingar um bygnaðin hjá fyri-
tøkuni, herundir møguligt samband
við móðurfelag.
- Trú- og heiðurváttan um skuld til
tað almenna.
- Avrit av viðkomandi ábyrgdar-
trygging.
- Upplýsing um roknskapartøl tey
seinastu trý árini.
- Upplýsing um árliga meðaltalið
av fólkum í starvi hjá fyritøkuni
seinastu 3 árini.
- Upplýsing um møguligar
undirveitarar. Serliga er tað niður-
tøka, jørð og betong arbeiði, sum
arbeiðstakarin skal lýsa væl við tað
at gravast skal út niður á -7m frá
verandi vegkotu.
- Ummæli frá samsvarandi upp-
gávum.
- Lívsgongdarlýsing (cv) hjá lykla-
fólkum, ið verða sett á hesa upp-
gávu.
- Upplýsingar um góðsku-, trygdar-
og heilsuskipanir, umframt um-
hvørvis stýrisskipanir hjá fyritøkuni.
Landsverk er ein stovnur undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havna myndug leika upp gáv ur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráð leggur og
ger ætlanir, útinnir, rek ur og viðlíkaheldur lands vegir, havn ir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar.
ÚTBJÓÐING