Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juli 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 105 · 9. juli 2010 2 surr Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vestanstevna í Sørvági Um vikuskiftið verður Vestanstevnan hildin, og hesaferð stendur Sørvágur fyri tørni. FM kappróður er á Vestanstevnu, og hetta er næstseinasti róðurin í ár. Møguleiki er fyri, at onkrar avgerðir um føroyameistaraheiti falla leygardagin. Og sum vanligt eru eisini nógv annað á skránni hesa vestanstevnuna. VestansteVna í sørVági Fríggjadagin 9/7 - sunnudagin 11/7 Goym moralin til seinni Leikbólkurin Grugg frumsýnir nú leikverkið Goym moralin til seinni. Hetta er ein leikur við sangum eftir Berthold Brecht. Sonja Kehler hevur leikstjørnað. goym moralin til seinni meiaríið í HaVn leygardagin 20/7 kl. 22.00 Stanley við serligum gesti Fríggjakvøldið verður konsert við vísusangaranum Stanley Samuelsen í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Stanley hevur serligan gest til hesa konsertina. Tað er dóttirin Astrid, sum fer at syngja saman við honum. Astrid hevði sjálv eina væleydnaða konsert við Múrin í fjør, so hon er ikki heilt ókend í Føroyum. stanley samuelsen mentanarHúsið í FuglaFirði FríggjakVøldið 9/7 kl. 20 Bjóða teg fram til film Í summar fara Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir at gera upptøkur til nýggjan stuttfilm við heitinum Magma. Filmurin verður frumsýndur á risastóra listafestivalinum Liverpool Biennial í Onglandi í september. Sóknast verður nú eftir 2 leikarum og 50 statistum í øllum aldursbólkum til stuttfilmin, og í hesum sambandi verður upptøkuroynd hildin í filmleikarhøllini í Skt. Frans skúla. Upptøkuroyndin tekur bert uml. 10 min. og til ber at melda seg til á staðnum. Útgávukonsert Í sambandi við at Elin Brimheim Heinesen og Ad Libitum geva fløgu út, verður útgávukonsert í Sjónleikarahúsinum mánakvøldið. elin Heinesen & ad libitum sjónleikarHúsið í HaVn mánakVøldið 12/7 kl. 20.30 Vorðið sum ávaring Fleiri staðni í Føroyum er vandi fyri omanlopi. Grót kann leypa á vegirnar, og tá ræður um at ansa sær. Ávaringarskelti eru eisini sett upp ymsastaðni, har omanlop kann koma fyri. Millum annað á hesum vegnum. Og tað er vorðið sum ávaringarskelti, tí ein skógvur hongur uppi í skeltinum, og spurningurin er so, hvar eigarin av av skónum er. Kanska er hann farin við omanlopinum, og so er skógvurin hongdur upp til ávaring, men kanska hevur onkur bara mist ein skógv – og nú veit viðkomandi, hvar skógvurin er. Summarið er nú álvara komið yvir landið. Landsverk máldi upp í 35 metrar um sekundið í Suðuroy í vikuni. Peter Skeel boðaði frá stormi í tveir dagar, tað regnaði av grimd í tvey døgn, og Atlantsflog mátti gevast at flúgva. Og hetta er bara byrjanin. Vit eru fyrst í juli, og fyri framman bíða tveir summarmánaðir. Tá tíðirnar gerast verri, halda fólk ofta summarferiu í egnum landi, og okkurt bendir á, at føroyingar eisini gera tað. Summarstevnurnar og bátafestivalar, sum hava verið higartil, hava fingið sera góða undirtøku, og nógv túsund fólk savnaðust á Tórvølli eitt týskvøld í farna mánaði á lýða Elton John. Sosialurin er eisini í summarhýri. Vikuskifti, sum hevur verið partur av fríggjadagsblaðnum, er farið í summarfrí í tveir mánaðir. Vikuskifti hevur verið partur av Sosialinum í einar 9 mánaðir, og eitt dagført Vikuskifti kemur aftur á prent í september. Hesa komandi tveir mánaðirnar bjóða vit tykkum í staðin hetta nýggja blaðið, vit kalla Summar. Hetta blað verður partur av fríggjadags- Sosialinum, og innihaldið verður millum annað samrøður, klummur, myndafrásagnir, ummæli, undirhald, bakgrundgreinar og annað. Hava tit onkur hugskot um, hvat vit kundu tikið upp í einum slíkum Summarblaðið, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á teldupostadressuni post@sosialurin. fo. Vit ynskja tykkum vælkomin til Summar í Sosialinum – og vit vóna sjálvsagt, at vit fáa nakrar góðar summardagar næstu vikurnar. Summar í Sosialinum upptøkuroynd til stuttFilm FimleikarHøllin í skt. Frans skúla Fríggjadagin 9/7 kl. 15.00-20.00 Nei, ein ítrótt Fótbóltur er menniskju Dimma Eta ein vogn Beint uttanfyri skúlagarðin, stendur hin kendi og leskiligi grillvognurin Tíðindaskriv Neyvan um fíggjarstýring G! Festivalurin í Financial Times Norðlýsið Sørvingar keðiligir Í morgin fara vit at senda av Vestanstevnu, og tá fara vit at práta við nógv áhugaverd fólk og sørvingar. Útvarpsvertur í Parasol Umfatandi dagføring Allir finnlendingar á internetið Kringvarp.fo Stór lækking! 5.500% færri ferðafólk Sosialurin Blóðugur ársfundur Grønland hevur fingið loyvið at skjóta 9 kúlubøkur næstu 5 árini á ársfundinum hjá IWC. Útvarpið Nephew á G! Nú nærkast G! Festivalurin av álvara. Komandi vikuskiftið verður stóra tónleikatiltakið í Gøtu hildið, og ein av bólkunum, sum fólk gleða seg til at hoyra, er Nephew úr Danmark. Simon Kvam, sum hevur ættarbond til Gøtu, er oddamaður í bólkinum, sum hevur fingið óvanliga stóra undirtøku í Danmark. Nephew hevur áður spælt á G!, og tær framførslurnar hava verið minniligar. Tað leggur upp til enn eina stóra løtu við Kvam og hansara monnum á sandinum í Syðrugøtu. g! FestiValur syðrugøta Hósdagin 15/7-leygardagin 17/7 Politiskt slagorð? Goym moralin til seinni Nýggjur leikur Sosialurin - postsmoga 76 -110 tórshavn - tlf. 341800 Hugskot og viðmerkingar kunnu sendast til: post@sosialurin.fo Redaktørur: eyðun klakstein