mánadagur 12. juli 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 12. juli · Nr. 106
Sosialurin
Áki Bertholdsen
– Tað er upp á tíðina, at
politikarar vísa eitt sindur
av samfelagssinni.
Ingeborg Vinther, for
kvinna í Føroya, tekur
fult undir við tankanum
hjá Kára P. Højgaard um
at politakarar skulu niður
í løn.
Hon hevur javnan og
savnan átalað politikarar
fyri at teir ongan vilja
vilja vísa til sjálvir at
ganga á odda í teimum
krepputíðum, sum eru,
samstundis sum teir al
samt díkja fólk undir í
brúkaragjøldum og av
gjøldum, sum hon hevur
málborið seg.
Tí
tekur
hon
væl
ímóti tankanum hjá for
manninum í Sjálv stýris
flokkinum.
– Eg haldi at tað líkist
ongum, at politikararnir
alla tíðina díkja borgaran
undir í sparingum, eyka
skatti av alskyns slagi,
samstundis
sum
teir
sjálv ir ongan vilja vísa
yvir høvur.
Ingeborg Vinther vísir
á, at tað verður dýrari og
dýrari at liva. Samstundis
verða brúkagjøld og av
gjøld av øllum handa slagi
løgd á borgaran.
– Tað verða fleiri og
fleiri byrðar lagdar á
borgarnar, men sálvir vísa
politikarar ongan vilja til
at spara.
Hon minnist, at politik
arar hava harmast um, at
lønin hjá teimum hækkaði
3% í fjør, akkurát, sum hjá
øðrum alment settum.
– Hetta er hykl, tí tað
er ongin, sum tvingar
teir at taka ímóti eini
lønarhækking, sigur hon
avgjørd á málinum.
Politikararnir
hava
ong antíð víst nakað sam
felagssinni, so lat teir
endi liga vísa nakað sjálvir,
sigur hon, so nú heldur
hon, at teir skulu bara taka
undir við uppskotinum
hjá Káa P.Højgard.
Heldur
tú,
at
tað
hevði gjørt tað lættari
at borgarum at góðtikið
sparingar
og
onnur
inntriv, um so var, at
politikarar sjálvir vístu
vegin og fóru niður í løn?
– Tað veldst um, hvørj
ar sparingar og teir gera
og, hvørji inntriv, teir
seta í verk. At teir so ofta
leggjast á pensjónistar
og aðrar veikar bólkar í
samfelagnum, kann ong
an tíð góðtakast.
Løgtingsmaður
vil fegin fara
niður í løn
Áki Bertholdsen
– Vit, sum eru uppi í politikki,
eiga at ganga á odda, sum
góðar fyrimyndir. Tí havi eg
als onki ímóti, at lønirnar
hjá okkum verða lækkaðar,
áðrenn vit áleggja øðrum
størri byrðar.
Tað staðfestir formaðurin
fyri Sjálvstýrisflokkin, Kári P.
Højgaard.
Hann sigur, at tá ið ferð
kemur á tingarbeiðið aft
ur í heyst, er tað als ikki
óhugsandi, at Sjálv stýris
flokkurin fer at leggja upp
skot fram um at lønin hjá
politikarum skal lækka 5%
ella enntá 10% um tað skal
vera.
– Eg havi onki ímóti, at
vit fylgja í fótasporunum á
politikarum í summum av
okkara grannalondum, sum
hava lækkað sína egnu løn
fyri at ganga undan sum
góðar fyrimyndir í hesum
krepputíðum.
Ganga á odda
Um eitt slíkt uppskot vinnur
frama, veit hann ikki, fyrrenn
hann hevur kannað tað.
Men hann heldur, at tað
hevur stóran týdning, at
politikarar byrja við sær
sjálv um, áðrenn teir áleggja
borgarunum so stórar byrð
ar, sum talan verður um í
kjalarvørrinum í hesi krepp
uni.
– Eg eri fullgreiðir yvir, at
hetta eru bara piparnøtur,
men tað hevur eitt signalvirði
sum vísir, at politikarar eru
sinnaðir at ganga á odda
í teimum inntrivum, sum
skulu gerast.
Formaðurin í Sjálvstýris
flokkinum heldur nevniliga,
at tað hevur stóran týdning
at skapa álit ímillum politik
arar og borgarar og at skapa
forstáilsi ímillum fólk fyri
at tað er neyðugt við inn
trivum.
– Men sum støðan er
nú, hevur vanliga fólkið
onki forstáilsi fyri teimum
inntrivum, sum verða gjørd.
Fólkið hevur heldur ikki álit
á politisku skipanina, og
tað verður okkara fremsta
uppgáva at byggja tað upp
aftur, heldur hann.
Hann vísir á, at ein týðandi
partur
av
røðuni,
sum
Ingeborg Vinther, forkvinnu
í Føroya Arbeiðarafelag helt
á altjóða arbeiðaradegnum,
snúði seg júst um hvussu
óvilligir politikarar eru at
ganga undan at vísa ein
góðan vilja til sparing, sam
stundis sum teir leggja stórar
byrðar á onnur, eisini tey, sum
hava minst frammanundan.
Hann sigur, at hetta er
eitt gott dømi um, hvussu
stóran týdning tað hevur, at
politikararnir ganga á odda,
hóast talan er um pipar
nøtir.
aki@sosialurin.fo
LØNARLÆKKING Eg havi onki ímóti at fara niður í løn sigur løgtingsmaður,
tí tað hevði víst fólki, at vit eru sinnaðir at ganga á odda
Upp á tíðina
at teir fara
niður í løn
SAMFELAGSSINNI Forkvinnan
í Føroya Arbeiðarafelag tekur
fult undir við, at politik
ar ar fara niður í løn
LøNArLækkING
– Nú skulu vit í Løgtinginum og landsstýrinum taka eitt sindur av okkara egna medisini, heldur
Løgtingsmaður og forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag heldur, at tað er upp á tíðina at tey gera tað
Teir hava ongantíð
víst samfelagssinni
Fremsta uppgávan er
at byggja álitið upp aftur