Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juli 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. juli · Nr. 106 10 Sosialurin Jan Müller S a m b æ r t Útvarpinum hava fólk frá Jarðfeingi júst verið í Bruxelles og tosað um t r ygd i n a í sambandi við boringar í okkara parti av heiminum saman við níggju øðrum londum. Har fingu tey trygd fyri, at útgerð framvegis er tøk í Europa skuldi onkur dálkivanlukka hent av sama slag sum tann í USA. Á Jarð­ feingi hava tey borið ótta fyri, at goymslurnar í Europa eru tómar eftir at øll útgerð er flutt til Meksi ko flógvan visti út varp ið at siga frá nú um dag arnar Petur Joensen sigur við Sosialin, at tað sjálvandi fyrst og fremst er uppgávan hjá oljumyndugleikum at hava reglur, sum so vítt møguligt byrgja upp fyri, at nakað óhapp hendir. Í øðrum lagi er uppgávan at avmarka neiligu avleiðingarnar av einum óhappi. – Viðvíkjandi trygdarregl­ un um, so hava vit í Føroyum reglur, ið eru líkar teimum í londunum rundan um okk um. Regluverkið er eitt sokallað dynamiskt reglu­ verk (á enskum goalsetting regulation) grundað á inn­ an eftirlit, váðalýsingar og til­ búgving. Reglurnar byggja á ta grundreglu, at tey, ið standa fyri virkseminum, skulu ávísa fyri myndugleikunum, hvussu ætlanir eru lagdar at halda trygdarreglur soleiðis at virksemið verður útint for svarliga. Útgerð er tøk Jarðfeingisstjórin sigur víðari, at í hesum føri merkir tað, at tað eru ikki fastir standardir ásettir í regluverkinum, men ásetingarnar miðja meira ímóti, at loyvishavarar altíð skulu fylgja »best practice« í oljuvinnuni her um leiðir. Hetta fyri at trygdarkrøvini alla tíðina fylgja við menn­ ing ini, heldur enn at lata gaml ar standardir verða »hangandi« sum hann málber seg. – Skuldi eitt óhapp hent kortini er umráðandi, at skaði á fólk, umhvørvi/náttúru og tinglig virði (í hesi raðfylgju) verða avmarkað mest møgu­ ligt. Tá er umráðandi, at til­ búgvingin er í lagi. Her á leiðum hava feløg t.d. avtalu um at hjálpa hvørjum øðrum við útgerð, skuldi tørvur verið á tí í samband við eitt óhapp. Tað er tí nógv útgerð tøk, og tað átti soleiðis ikki verið neyð ugt at sett strangari krøv um tað. Jarðfeingi hevur ikki í løtuni ætlanir um at broyta krøvini í samband við bor­ ingar. Hinvegin skal fyri­ støðu felagið, sum ein natúrlig avleið ing av vanlukkuni í Mexicoflógvanum, ávísa fyri Jarðfeingi sum myndugleika, at tey viðurskifti, ið møgu liga hava viðvirkað til van lukk­ una, eru eftirmett og at hædd er tikin fyri teimum í teimum ætlanum, ið fyriliggja. Petur Joensen upplýs ir, at Jarðfeingi hevur í fleiri ár verið við í millum tjóða samstarvi, har trygdar við­ ur skifti verða viðgjørd, og har m.a. umrøtt verður, um broytingar eiga at verða gjørdar í regluverkunum. Hetta tryggjar, at vit alla tíðina fylgja við á hesum øki. jan@sosialurin.fo Jarðfeingi raðfestir trygdina høgt Trygd – Trygdarviðurskiftini í sambandi við boringar hava sera høga raðfesting, og soleiðis er eisini nú borað verður aftur á landgrunninum sigur Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi. Trygd – Skuldi eitt óhapp hent er umráðandi, at skaði á fólk, umhvørvi, náttúru og tinglig virði verða avmarkað mest møguligt, sigur Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi Her á leiðum hava feløg avtalu um at hjálpa hvørjum øðrum við útgerð, skuldi tørvur verið á tí í sambandi við eitt óhapp