Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juli 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 12. juli · Nr. 106 Sosialurin Jan Müller Tað hevur gingið ógvuliga striltið hjá oljufelagnum ENI at fáa hendur á pallinum, sum skal bora sjeynda brunnin á føroyska landgrunninum. Men nú tykist vera leyst og liðugt til at fara í gongd. Tað var í 2008, at avtala varð gjørd millum ENI og Jarðfeingi um at bora ein brunn í loyvi 005. Av ymsum orsøkum er boringin vorðin útsett, og ein høvuðsorsøkin er boripallurin West Phoenix, sum Total hevur leigað til boring í norskum øki. Henda boringin hevur verið nógv drúgvari enn ætlað og hevur m.a. borurin staðið fastur í undirgrundini. Men nú skilst, at leyst er, og pallurin verður komandi dagarnar gjørdur klárur til stóru og nýggju uppgávuna: at bora í føroyskum øki. Sosialurin hevur fingið upplýst, at boringin er ásett at byrja unleið 15. juli. Eftir ætlan verður borað í 75 dagar. jan@sosialurin.fo Jan Müller Sum skilst eru nú ikki færri enn seks oljufeløg við í hesi boringini. Hóast vit ikki hava fingið tað endaliga staðfest, so ljóð­ ar fyri vist, at bretska oljufelagið First Oil nú eisini hevur keypt seg inn í leitiloyvi 005. Enn restar bara at fáa hetta endaliga uppá pláss hjá føroyskum myndugleikum. Í sein asta enda er tað lands stýris­ maðurin í oljumálum, sum skal geva grønt ljós. Hini feløgini í boringini eru ENI, OMV, Dana, Faroe Petroleum og Cieco. Tað er ikki óvanligt, at feløg keypa seg inn ella sum tað eitur á oljumáli farma inn í loyvi, tá brunnar verða boraðir. Hetta er oftani ein handilslig av­ tala, soleiðis at feløg, sum keypa seg inn átaka sær skyldur ella part av útreiðslunum hjá tí felag, tey fáa partar frá. Men verður nakað funnið, so eiga feløgini lut í kolvetni eftir prosentlutfallinum. Tað er annars gott fyri oljuleiting á føroyskum øki, at so nógv feløg vilja vera við í eini boring í einum umráði, har einki lønandi fund enn er gjørt, og har váðin tískil er stórur. jan@sosialurin.fo Jan Müller Eisini á Atlantic Supply Base í Runavík eru tey so smátt við at gera klárt við at taka ímóti italienska oljurisanum Eni. Nakað av útgerð er komið og so skjótt West Phoenix er leysur av núverandi brunni, verður hugsað um at flyta meira útgerð á basan í Runavík. ASB, sum vann sátt­ málan um útgerðarhavn í kapping við aðrar før­ oyskar fyritøkur, hevur nú keypt skrivstovu & goymsluhøli á bryggjuni í Runavík. Teir útlendsku kundarnir, ið hava vitj­ að ASB eru sera væl nøgdir við umstøðurnar hjá ASB og havnalagið (Kongshavn) í Runavík sigur stjórin Eli Lassen Sosialin. jan@sosialurin.fo Enn eitt olju­ felag við Sjeyndi brunnur At byrja við vóru tey tvey. Nú eru tey heili seks oljufeløg, sum eru við í boring á landgrunninum. Útgerðar støðin í Runa vík klár Flutningur Í Runavík bíðað tey nú eftir, at West Phoenix skal koma til landið. Nú er boringin sett til 15. juli boring Borurin hjá West Phoenix hevur staðið fastur í norsku undirgrundini men er nú leysur aftur.