Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juli 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 12. juli · Nr. 106 Sosialurin Barbara Holm Tað er ikki bert í útlandinum, at barnaporno og misnýtsla av internetinum er ein trupul leiki. Eisini í Føroyum hava avleiðingar av fría internetinum sett síni spor – ikki minst hjá ungum gent­ um. ­ Vit hava dømi um, at ung ar gentur og dreingir verða lokkað til at lata seg úr framman fyri einum vev­ mynda tóli, sigur Alice Simon­ sen, samskipari í Barnabata. Trupulleikin er vorðin størri seinastu árini, og børn­ ini gerast yngri og yngri, tá tey fyrstu ferð leita sær út á internetið, sum í fyrstu atløgu helst kann tykjast vandaleyst. Men so er ikki ­ vandin við internetinum er vaks andi. Størstu trupulleikarnir, sum serstakliga ungar før oysk ar gentur møta á netinum, er happing og kensluna av at verða mis nýtt av fólkum, sum tey eitt nú kjatta við. Men eisini í Før­ oyum eru dømi um, at vaksin misnýta internetið fyri at fáa tannáringar at lata seg úr og á annan hátt hava kynsligt samband yvir inter netið. ­ Oftast verða ung misnýtt av øðrum ungum á netinum. Men tað er eisini komið fyri, at tannáringar møta einum vak snum á netinum, sum biður tey lata seg úr og gera annað kynsligt framman fyri vevmyndatóli, sigur Alice Simonsen Tey ungu misnýta eisini hvønn annan á netinum. Fleiri ungar gentur halda, at tær hava fingið ein vin ella sjeik á netinum, sum tær síðani vilja gleða við ber um myndum av sær sjálvum. Men genturnar verða mangan sviknar av júst hesum. ­ Fleiri gentur kenna seg mis nýttar av sokallaðum “sjeik um” á internetinum. Tað vísir seg mangan, at myndir­ nar eftirfylgjandi finna sín veg til eitt nú Face book, Myspace og aðrar heima­ síður, sigur Alice Simonsen. Ansið eftir Eisini Dátueftirlitið kennir til vandan við vevmyndatólum og ávarar staðiliga ímóti at gera ymiskt framman fyri vev myndatóli, sum ein í tí vanliga gerandislívinum ikki hevði gjørt. ­ Vit hava fleiri dømi um, at ungar gentur lata seg úr framman fyri vev myndatóli, og seinni er brotið lagt út á eitt nú YouTube, sigur Rann­ vá Sólheim, ráðgevi hjá Dátu­ eftir litinum. Men Dátueftirlitið hevur onga fráboðan fingið um, at ung ar gentur verða lokkaðar til slíkt av vaksnum fólki. ­ Okkara royndir siga, at tað serstakliga eru ung, sum mis nýta hvønn annan. Vit hava ongar fráboðanir um, at vaksin hava lokkað ung út í slíkt, sigur Rannvá Sólheim. Dátueftirlitið er á varð­ haldi, og tey royna at ávar a børn og ung ímóti vandunum á netinum. ­ Dátueftirlitið ferðast javn an út á skúlarnar, og vit royna at taka ymisk evni upp, soleiðis at børnini verða kunnað um vandan við internetinum, greiður Rann­ vá Sólheim. Kjattrúm eru tey ringastu Facebook og aðrar sosialar heima síður, sum eru vorðnar ógvu liga væl umtóktar sein­ astu árini, eru væl tryggari enn eitt nú kjattheimasíður. Alt av gerandi munurin er, at sosialar heimasíður krevja myndir og aðrar upp lýs­ ingar á vangamyndini, með ­ an kjattheimasíður mang an loyva fólki at vera dul nevnd. ­ Tað er serstakliga á yms­ um kjattheimasíðum, at vaks in royna at nøkta sín tørv, sigur Alice Simonsen. Á hesum dulnevndu heima síð um kunnu vaksin vísa ta síðuna av sær, sum tey til dagligt mugu fjala. Og vælvitandi um, at sam felagið als ikki góðtekur slíkan atburð, so verður hug­ ur in at børnum fjaldur sum mans morð. ­ Tað ber ikki til at siga hvørj ar typur at fólki hava hug á børnum. Mangan eru tað fólk, sum tykjast sum púra vanlig og eru væl fung­ er andi annars, sigur Alice Simon sen. Tí er tað eisini alt av ger­ andi, at tey ungu ansa sær ser liga væl, um tey koma í sam band við dulnevnd fólk, og einki prógv finst fyri teirra samleika. Foreldrini mugu traðka til Hóast tað kann tykjast sum eitt brot á privatlívið hjá teim um ungu, at foreldur fylgja væl við, hvat tey nýta intern etið til, so heldur Alice Simon sen, at foreldur mugu vera forvitin á tann góða mátan. ­ Tað er týdningarmikið, at foreldur fara inn á tær veg leiðingar sum eru, og royna at upplýsa um vandan á internetinum, greiðir Alice Simon sen frá. Hon heldur ikki, at for eld­ ur skulu geva børnunum for­ boð fyri at fara á internetið. ­ Foreldrini skulu heldur læra børnini, hvussu tey skulu bera seg at á netinum, og serstakliga hvat tey ikki skulu gera. Tey vaksnu mugu eisini verða við í tí, sum hend ir á netinum, soleiðis at tey eisini eru greið yvir, hvørj ir trupulleikar eru, sigur Alice Simonsen. barbara@sosialurin.fo Hóast tað kann tykj ast trupult, at vísa sam kenslu fyri fólk um, sum hava hug at børnum og ungum, so er tað sambært Alice Simon sen kortini týdn ing ar mikið, at vit veita teim um tað neyðugu hjálp ina, soleiðis at tey hava ein møguleika fyri at sleppa av við hesa trongdina. ­ Oftast eru tað fólk, sum sjálvi hava havt ein truplan barndóm við eitt nú misnýtslu, sum gera slíkt, sigur Alice Simonsen. Barnabati vísir nú á, at tað er neyðugt at veita neyðugu við gerð ina til brotsmenn av hesum slag, soleiðis at tey ikki halda áfram við at gera seg inn á børn. ­ At gera seg inn á børn og ung er ein so ræðu lig gerð, at vit helst vilja senda fólkini í fongsul og gloyma alt um tey. Men einaferð koma tey út aftur á gøtu­ na, og tá eru tey ungu aftur í vanda, sig ur Alice Simonsen. Børn lokkað at lata seg úr á netinum internet Misnýtsla av fólkum á internetinum er komin til Føroya, og serliga ungar gentur kenna sviðan. Gentur verða lokkaðar til at lata seg úr frammanfyri vevmyndatólum, og myndir av naknum føroyskum gentum floyma um alt internetið Vit mugu hjálpa við trongdini