mánadagur 12. juli 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. juli · Nr. 106
14
Sosialurin
Áki Bertholdsen
– Hetta kann eg ikki
annað enn fegnast, sigur
Kristianna Winther Poul
sen, forkvinna í javn støðu
nevndini.
Hon sigur, at við tveim
um konufólkum og trim
um mannfólkum í ser frøð
inganevndini, ber ikki til at
koma nærri eini javnstøðu
ímillum kynini, tá ið talan
er um eina nevnd við fimm
fólkum.
Tá ið Løgtingið setir eina
nevnd, skal býtið ímillum
kynini vera so javnt, sum
tilber, annars er tað brot á
javnstøðulógina, sigur hon.
Tá ið tað varð greitt, at
tað bara var eitt konufólk í
serfrøðingabólkinum, sum
taldi fimm limir, talaði javn
støðunevndin sostatt at.
Løgtingið
valdi
eitt
mannfólk og eitt konu fólk
í nevndina. Fróð skap ar
setrið skuldi bara velja ein
nevndarlim. Men Inn lendis
málaráðið skuldi velja tveir
limir og teir blivu báðir
mann fólk.
– Vit skrivaðu tískil løg
tingsformaninum
bræv
og bóðu hann heita á inn
lendismálaráðið
um
at
halda javnstøðulógina.
Og nú er eitt gylt høvi
til tað við tað, at ann að
umboðið
hjá
inn lendis
málaráðnum hevur boðað
frá, at hann tekur ikki
vil vali í nevndina og vit
kunnu ikki annað enn fegn
ast um, at krøvini í javn
støðu lógini verða hildin,
sigur Kristianna Winther
Poulsen.
Teir politisku flokkarnir
hava valt hvør sítt mannfólk
í ein politiskan fylgibólk.
Javnaðarflokkurin
og
Tjóð veldi hava nú eisini
møguleikan at endurskoða
støðuna og at velja eitt
konufólk í nevndina ístaðin,
men enn er ikki greitt, um
teir fara at taka av.
Áki Bertholdsen
Hergeir Nielsen, løgtings
for maður,
ætlar
sær
at
heita á Anniku Olsen, lands
stýrøiskvinnu í innlendis mál
um, um at velja eitt konufólk
í nevndina, sum skal end ur
skoða valskipanina, ístaðin
fyri Sjúrð Rasmussen, sum
hevur boðað frá, at hann
tekur ikki við valið í nevnd
ini.
Annika Olsen er í summ
arfrí, men hon sigur, at hon
hevur onga áheitan fingið
um at velja konufólk í nevnd
ini.
Men hon ger samstundis
greitt, at hon fer at taka
áheit anina
til
eftirtektar
og at velja eitt konufólk í
nevndina.
Sostatt verða trý av øðr
um kyninum og tvey av
hinum kyninum í nevndini
og nærri javnstøðu slepst
ikki í eini nevnd við fimm
fólkum.
Annars hava allir teir
politisku flokkarnir valt hvør
sítt mannfólk í nevndina,
men Hergeir Nielsen, løg
tings formaður,
sigur,
at
vilja teir flokkar, sum hava
kvinnulig umboð á tingið
endurskoða
nevndarvalið
og velja konufólk ístaðin
fer hann at taka tað til eftir
tektar.
Fegnast um
javn støðu í
valnevnd
Annika tryggjar
javnstøðu í valnevnd
JAVNSTØÐA Eftir nógvar og harð
ar atfinningar, verður nú javn
støða í nevndini, sum Løgtingið
hevur samtykt at seta at
endurskoða valskipan okkara.
Velur kViNNu
Landsstýriskvinnan í innlendismálum ætlar sær at velja
eina kvinnu í nevndina, sum skal endurskoða valskipanina
Bakkafrost søkir maskinmeistara
StarvSfólk
Søkt verður eftir maskinmeistara til Bakkafrost Harvest Klaksvík
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Bakkafrost hevur ræði á allari virðisketuni frá smolti til liðugvøruframleiðslu. Bakkafrost framleiðir
m.a. feskan laks til sushimarknaðin og lidnar porsjónsvørur til stórar handilsketur. Bakkafrost leggur dent á lívfrøðiliga trygd, dugnalig starvsfólk,
lágkostnaðarframleiðslu, virðisøking og vakstrarmøguleikar. Bakkafrost er skrásett á Oslo Børs. Umleið 450 starvsfólk starvast á Bakkafrost.
Bakkavegur 9 · PO Box 221 · fO-625 Glyvrar · tel +298 40 50 00 · fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com
Bakkafrost Harvest, Klaksvík, er eitt sera framkomið kryvjivirki, ið tekur
ímóti umleið 18.000 til 20.000 tonsum av aldum laksi um árið.
Á virkinum arbeiða 30 til 35 fólk
Førleikar:
Tann, ið settur verður, skal hava viðkomandi royndir og útbúgving.
Arbeiðið:
Arbeiðsøkið er alt vanligt maskin- og umvælingararbeiði, herundir
viðlíkahald, rakstur og stýring av eykalutagoymslu. Viðkomandi skal
kunna arbeiða sjálvstøðugt undir virkiðsleiðarnum.
Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna.
Umsóknarfreistin er 31/07-2010
Fyrispurningar: Kári E. Jacobsen, tel 235011
Áhugað biðjast senda skrivliga umsókn saman við prógvi til:
P/f Bakkafrost Processing
Bakkavegur 9
Postboks 221
FO-625 Glyvrar
ella við telduposti til
kaja@bakkafrost.com
Sosialurin / KvR 34 18 00