mánadagur 12. juli 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. juli · Nr. 106
16
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Ítróttartoymið á Sosialinum:
Heri
Simonsen
heris@sosialurin.fo
Álvur
Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@email.fo
Uni Holm
Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
trondur@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Leygardagin
var
fjallasúkklukapping í Vágum, sum
var á einum teini úr Vatnsoyrum
norður til Fjallavatn. Teinurin varð
súkklaður tríggjar ferðir aftur og
fram hjá teimum vaksnu og tvær
ferðir aftur og fram hjá ung ling
unum, so samlaði teinurin var
ávika vist 24 og 16 kilometrar.
Hjá monnum vann Gunnar
DahlOlsen við tíðini ein tími, 9,38
minuttir, og smáar tveir minuttir
eftir hann kom Torkil Veyhe á mál,
ein minutt framman fyri Andras
Joensen, ið aftur var hálvanfjórða
minutt framman fyri Sigmund
Olsson. Kári Olsen, ið var fimtur
á mál, vann kappingina hjá »Old
Boys«.
Teir báðir unglingarnir, ið vóru
við, fylgdust sera væl, og enda
spurturin millum teirra gjørd ist
sera spennandi. Tóri Nielsen kom á
mál við tíðini ein tími og 11,15 min
uttir, og bara eitt sekund seinni kom
Jóanis Albert Nielsen á mál.
Hetta var triðju ferð, at kappast
varð í H&G MTB Cup 2010, og kapp
ingin leygardagin var tann, ið upp
runaliga skuldi vera 1. mai, men tá
bleiv útsett.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Nú HMkappingin í Suðurafrika
er farin aftur um bak, kann enn
eina ferð staðfestast, at hetta var
ein góð kapping hjá frægastu
europeisku londunum. Hóast
stór fótbóltslond sum Italia, Frak
land og Portugal ikki rukku allan
vegin, bjargaðu Spania, Holl and
og Týskland europeisku æruni, tí
hesi trý endaðu millum fýra tey
bestu.
Hvørki Spania ella Holland,
sum komu í finaluna, høvdu áður
vunnið heimsmeistaraheitið og
hetta var fyrsta HMfinal an hjá
Spania, meðan Holl and fyri triðju
ferð endaði mill um tvey tey bestu.
Spania gjørd ist heimsmeistari
og vann gull, Holland silvur og
Týsk land bronsu, tá liðið í fyrra
kvøldið vann á Uruguay í bronsu
finaluni.
Hóast Europa var væl um
boðað ímóti endanum, so stóð
uppaftur betur til, tá HMenda
spælið fyri fýra árum síðani var í
Týsklandi. Ta ferðina vann Italia
á Fraklandi í finaluni, sum bæði
mátti út í umdyst og brotsspørk,
og Týskland vann á heimavølli
bronsu eftir dyst ímóti Portugal.
Men hetta er aðru ferð á rað, at
Europa vinnur bæði gull, silvur
og bronsu – og fyrstu ferð, at
eitt land úr Europa vinnur HM í
einum øðrum heimsparti.
Uruguay
gjørdist
fremsta
um boðið fyri Suðuramerika, tí
hvørki Brasil ella Argentina bóru
boð í bý, tá tað ráddi um at koma
langt í kappingini. At Uruguay
stóð seg so væl, er merkisvert,
tí landið hevur ikki meira enn
tríggjar milliónir íbúgvar – og so
hevur Uruguay enntá í bæði 1930
og 1950 vunnið HM.
Einki av suðuramerikansku
lond unum tapti nakran dyst
ímóti londum úr øðrum heims
pørtum, fyrr enn komið var til
allarsíðsta umfar í bólka spæl
inum. Í finalu umførunum var
tað kortini øvugt, tí tá taptu
europeisk lond ikki ein einasta
dyst ímóti londum úr nøkrum av
hinum heimspørtunum.
hilmarjan@sosialurin.fo
HM2010 Aðru HM-kappingina á rað fóru europeisk
lond avstað við bæði gulli, silvuri og bronsu
Europa aftur best
Neistagentur vunnu í Svøríki
Gentur 14lið hjá Neistanum hevur hesar dagarnar verið við í Partille cup í Svøríki og tað við sera
góðum úrsliti. Við sigri í finaluni gjørdust Neistagenturnar fyrsta føroyska lið, sum vinnur hesa
kappingina, sum er í Svøríki á hvørjum sumri. Í final uni spældi Neistin ímóti danska liðnum,
Hjortshöj Egå IF, og tað var ein serstakliga tættur, javnur og spennandi dystur, sum endaði við,
at Neistin vann ein tepran 1110 sigur, eftir 55 í hálvleikinum. Gjøgnum dystin skiftust lið ini
um at verða á odda, og sagt verður, at gott verjuspæl og góð ir mál verjar vóru orsøkin til ein so
málfátækan dyst. Serliga endin í dystinum bleiv ómetaliga spenn andi, tí tá 30 sekund vóru eftir,
fekk danska liðið brostkast og javnaði til 1010. Samstundis fekk Neistin eina útvísing, men tá ið
12 sekund vóru eftir, fekk Neistin brotskast, sum varð sett í málið, so at Neistin vann 1110. Sostatt
eru tað nú lið úr til sam ans 23 londum, sum hava vunnið hesa kappingina.
aki@sosialurin.fo
Áki Bertholdsen
Í kappingunum verður dømt eftir,
hvussu rein taktin hjá rossinum
er, hvussu kropsburðurin hjá
rossinum er, hvussu samanspælið
millum ross og reiðfólk er og
annað. Talan er um altjóða reglur
og tað merkir, at eliturossini í
Føroyum eru eisini eliturossini í
útheiminum.
Í barnaflokkinum, sum eru børn
upp til 14 ár, er føroyameistarin
Beinta M. Helmsdal á Garpur.
Kappingin í fjórgongd er fyri ung
upp til 18 ár. Har er støðið nakað
hægri enn í barnaflokkinum og
har eitur føroyameistarin Daniella
Joensen á Pokkabót.
Opni flokkurin er fyri vaksin,
ið vilja kappast á einum lægri stigi
og her bleiv Føroyameistarin Anna
Maria Joensen á Vón. Í fjórgongd
fyri vaksin eitur føroyameistarin
Heri D. Dahl á Straumur og í
fimmgongd bleiv føroyameistarin
Kristfríð Dam Jacobsen á Mangas.
Í tølt eitur føroyameistarin Knút
Lützen á Drotning.
Heri D. Dahl var somuleiðis
valdur til ársins ríðara. Hann
vann seks pláss í innleiðandi
kappingini við trimum hestum, og
hetta er ikki hent fyrr. Í finaluni
fekk hann heili 7,1 stig, sum er
tað mesta, nakar hevur fingið í
fjórgongd í Føroyum. Hann vann
eisini Samreiðsteypið, sum verður
givið fyri besta samarbeiði millum
hest og reiðfólk.
Meistarar á rossabaki
Kappríðing Um vikuskiftið
endaði kappingin fyri tey, sum
hava riðið á íslandsrossi, og nú
eru funnir føroyameistararnir í
teimum ymsu greinunum
Fjallasúkkling
í Vágum
Gunnar Dahl-Olsen vann fjallasúkklukappingina í Vágum leygardagin
Mynd: Høgni Øster
Vinnarin