Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juli 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 12. juli · Nr. 106 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen At Sørvágur hevur eina serstøðu á Føroya-kortinum, tá vit tosa um flogbólt, er eingin loyna. Hetta mundi eisini vera ein tungt- vig andi orsøk til, at júst eitt av undangongufólkunum innan flog- bóltin í SÍ, spælarin og venj arin, Johan Petur á Stongum, fríggja- kvøldið var heiðraður sum »ársins borgari 2010« í Sørvági. Hetta fór alt fram, tá Vestan- stevnan í Sørvági var sett, og Nancy Selfoss, forkvinna í trivnaðar- nevnd ini hjá Sørvágs kommunu, handaði Johan Peturi heiðursbræv og blómutyssi. Aftaná fortaldi hann Vága portalinum, at hann ikki helt seg hava uppiborið heiðurin fram um nakran annan: – Eg taki hetta sum ein sera stóran heiður, at vera valdur »árs- ins borgari 2010«. Kanska eri eg nú valdur, tí ikki allir í SÍ kunna veljast, segði Johan Petur, ið heldur vildi sæð, at pápi hansara, Jákup á Stongum, fekk heiðurin. – Men vit eru kortini eitt lið, og eg føli meg ikki at hava gjørt so nógv meira enn hinir sum eg spæli saman við. Eg má so bara góðtaka grund gevingarnar fyri, at eg eri valdur. Kortini skerst ikki burtur, at Johan Petur á Stongum eigur sín stóra part av æruni fyri, at SÍ vann greipuna hjá bæði kvinnum og monnum. Eftir kappingina varð hann valdur ársins verjuspælari hjá monn um, har hann átti sín týðandi part í bæði føroyameistaraheitinum og steypasigrinum, eins og hann sum venjari hjá kvinnunum átti av- gerandi lut í greipuni, kvinnurnar hjá SÍ eisini vunnu. Johan Petur hevur spælt flog- bólt, síðani hann var átta ára gamal, og við árunum hevur hann vunnið 75 heiðursmerki og 10 steyp til ognar sjálvur. Umframt at hava spælt við SÍ, hevur hann eisini spælt við flogbóltslandsliðnum og verið við til at vant kvinnulandsliðið í flog- bólti. Og um summarið, tá ikki so nógv virksemi er innan flog bóltin, tekur hann fegin eitt tak á besta mansliðnum hjá 07 Vestur í fót- bólti. hilmarjan@sosialurin.fo Flogbóltur Tá Vestanstevnan í Sørvági var sett fríggjakvøldið, varð flogbóltsspælarin og -venjarin, Johan Petur á Stongum, samstundis heiðraður sum »ársins borgari 2010« í Sørvági Johan Petur ársins borgari Johan Petur á Stongum er virkin í flogbóltinum í SÍ sum bæði spælari og venjari, og fríggjakvøldið fekk hann eitt herðaklapp fyri sín innsats har Savnsmynd: Hilmar Jan Hansen ÁrSINS SØrVINgur Lukasz Cieslewicz, sum áður hevur spælt í Føroyum, royndarvenur í hesum døgum í Lyngby. Ein gamal kenningur í føroyskum fótbólti er í hesum døgum á vektini, sum skal gera av, um hann er nóg tungur at taka lut í fremstu donsku fótbóltsdeildini. Talan er um Lukasz Cieslewicz, sum er sonur Robert Cieslewicz, ið spældi í 90- unum í bæði Fuglafirði og í Vági. Lukasz, sum er ógvuliga evnaríkur framrættaður miðvallari, hevur áður roynt seg í Brøndby, og seinastu tíðina hevur hann spælt við Hvidovre í næstbestu deildini, men var ikki áhugaður í at halda fram har. Lukasz segði seg ætla at royna, um tað bar honum til at spæla í superliguni, og nú royndarvenur hann í Lyngby, sum júst er flutt upp í superliguna. Leygardagin spældi hann við Lyngby í venjingardysti ímóti HB Køge, sum Lyngby tapti 1-0. Næstu dagarnar skal Lukasz Cieslewicz venja í Lyngby, sum so fer at taka støðu til, um talan skal verða um samstarv. jonhard@sosialurin.fo Cieslewicz á veg í superliguna Áki Bertholdsen Í tíðindaskrivið í gjárkvøldið kunngjørdi VÍF, at Dia Midjord, sum er av royndastu venjarum og hevur venjaraútbúgving á hægsta stigi í Europa, hevur gjørt eitt árs sáttmála við VÍF. – Hetta er ein spennandi uppgáva, sum eg gleði meg til, tí hondbóltur er høgt í metum í Vestmanna, sigur Dia Midjord, sum síðstu trý árini hevur vant mansliðið hjá Kyndli og staðið á odda fyri A-landsliðnum hjá monnum. Áðrenn tað vandi hann menninar hjá VÍF og var venj- ari, tá VÍF seinast vann FM- heitið í 2005. Við honum sum venjara spældi liðið seg í eina FM-finalu aftrat, og øll trý árini var VÍF í steypafinaluni, men tað eydnaðist ikki at vinna meira. Formaðurin í VÍF heldur, at vestmenningar hava fingið rætta mannin at taka sær av liðnum. – Vit vildu hava fatur á ein- um royndum venjara, sum kundi geva liðnum nakað. Tað hevur drigið eitt sindur út at fáa spurningin avgreiddan, men vit halda, at tað hevur ver ið alla bíðitíðina vert, sigur Niels Joensen, formaður í VÍF. aki@sosialurin.fo VÍF-VENJArI Dia Midjord skal komandi kappingarár venja menninar hjá VÍF Savnsmynd: Álvur Haraldsen HoNdbóltur Vestmanna Ítróttarfelag hevur gjørt avtalu við Dia Midjord, at hann skal taka sær av vaksnamannaliðunum fyri menn næsta kappingarár VÍF vildi hava royndan venjara