mánadagur 12. juli 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. juli · Nr. 106
18
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Kappróðrarárið er um at vera
lið ugt fyri hesa ferð. Enn bíðar
tó stóra finalan, sum verður
ólav søkuaftan.
Eftir seks av sjey róðrum
eru tríggir FM vinnarar kosnir:
Teistin í barnaróðrinum fyri
gentur, Erla Kongsdóttir í kapp
ingini millum 5mannafør við
kvinnum, og Páll Fangi í kapp
ingini millum 6manna før við
monnum.
Í onkrum kappingum er
tað framvegis heilt spennandi,
meðan tað í øðrum kappingum
eru greiðir FM favorittar.
Í ongari av kappingunum á
Vestan stevnu vóru mettíðir.
Á Ólavsøku verður kappast
á stívliga 900 metrum. Tí kann
tað væl vera, at okkurt óvæntað
úrs lit fer at spyrjast, men sann
líkið fyri tí er neyvan serliga
stórt. Ein asti bátur, sum vann
á Vestan stevnu, og sum ikki
hevur vunnið fyrr í summar,
var Drekin við gentu mann ing,
sum vann barna róð urin.
Felags fyri allar manning
arnar, sum nú leggja nógv fyri
í fyri reikingunum til Ólav
søk una, er, at tær ætla at taka
av síðsta møgu leikanum í ár
at prógva fyri sær sjálvum
og øllum øðrum, at tær eru
verdug ar tey úrslitini, sum tær
hava rokkið higartil í summ ar,
ella at tær kunnu megna upp
aftur betri úrslit enn tey, sum
tær higar til hava rokkið.
Róðrarlíkindini hava ikki
verið betri í summar, enn tey
vóru tað í Sørvági. Tað var stilli,
og tað var rættuligt summar í
luftini.
Tá ið startdómarin slapp
fram at, gekk tað skjótt og væl
at av greiða róðr arnar. Men tað
gekk væl longri tíð at rigga
fasta startin til, enn tað hev
ur gjørt fyrr í summ ar. Tað
var merkis vert, tí lík indini og
umstøðurnar annars vóru so
góð.
Har, sum tað fyrr í summar
hevur verið kappast á fleiri
tein um, hava teir havt nógva
útgerð og fleiri bátar at rigga
til við. Í Sørvági fluttu teir
alla útgerðina av 250 metra
málinum og út á 1000 metra
málið og síðani út á 1500 metra
málið og so aftur út á 2000
metra málið. Hóast arbeiðið
varð avgreitt væl og ivaleyst
so skjótt, sum tað bar til, so
mundu tey flestu vera samd
um, at nú er tíð in farin frá, at
alt skal flytast mill um ymsu
málini.
Á Ólavsøku er fasti starturin
festur í land. Tí verða tað ikki
stór vegis
trupulleikar
við
hon um. Stóri spurningurin er,
hvussu tað verður við mjørk
anum. Okkurt árið hevur tað í
vikunum upp undir Ólavsøku
verið torført at venja á Havnar
vág, tí mjørkin hev ur verið so
tjúkkur, og onkra Ólav søkuna
hevur tað verið neyðugt at út
seta róðurin eina løtu, tí sýnið
hevur verið so vánaligt, at tað
hevur ikki hevur sæst av Argja
høvda og inn á Molan.
Nú fæst at síggja, hvussu
tað verður um góðar tvær
vikur. Eftir væl eydnaða róð
urin á Vestan stevnu eru mann
ingarnar farn ar at brynja seg
til ta stóru final una!
trondur@sosialurin.fo
Tróndur Arge
Eysturoyingur hevur ikki tryggjað
sær FM heitið 2010, og tað ber
framvegis til at rokna seg fram til, at
Eystur oyingur ikki skal vinna FM á
Ólavsøku, men í veruleikanum ber
tað ikki til at ímynda sær annað, enn
at Eystur oyingur ólavsøkuaftan
fer at fáa handað FM steypið fyri
sjeyndu ferð.
Eitt er, at avrikið hjá gula bát
inum av Skálafjørðinum var so
eina standandi, sum tað var í Sør
vági. Eysturoyingur hølvaði kapp
ingar neytarnar báðar av, um tað í
hesum førinum ber til at tosa um
kapping.
Guli báturin legði bragdliga
fyri, og stútt og støðugt varð økt
um munin aftur til hinar báðar. Tá
ið hálvur teinurin var rógvin, var
mun urin ein bátslongd, og tá ið teir
komu á mál, vóru eysturoyingar
meiri enn tvær bátslongdir framm
an fyri hinar báðar.
Dagurin
hilnaðist
ikki
væl
hjá Vestmenningi, sum eina viku
framm anundan vann í Vestmanna.
Undan Vestanstevnu vóru teir
noydd ir at skifta ein mann, og tá
ið Eysturoyingur var so uppsettur,
sum hann vísti seg at vera, fyri at
sláa fast, hvør eigur besta 10manna
farið í ár, so var einki at gera.
Vestmenningur var leingi aft ast
ur, men í endaspurtinum megnaði
hann at taka Hoyvíking, sum spílaði
seg longri út, enn hann hevur gjørt
fyrr í ár.
At Vestmenningur endaði næst
fremstur bar við sær, at tað fram
vegis er teoretiskur møguleiki fyri,
at FM heitið endar í Vestmanna
og ikki á Skálafjørðinum. Av rik ið
leygardagin bendi ikki á, at favo
rittarnir skulu kiksa á Ólavsøku,
og tað skal leitast leingi og langt
aftur í søguna fyri at finna dømi
um, at tað á Ólavsøku skal ganga
so illa hjá FM favorittinum, sum
tað skal gera hjá Eysturoyingi, um
Vestmenningur skal vinna FM fyri
sjeyndu ferð.
Tølini tala fyri favorittinum
Um tað skal kiksa hjá Eysturoyingi
at vinna FM, so er treytin, at Vest
menningur vinnur á Ólavsøku,
og at eisini Hoyvíkingur vinnur á
Gull til
Argir,
Fuglafjarðar
og Klaksvíkar
VestansteVna Í fimm
kappingum er tað framvegis
spenningur um meistaraheitið
eftir Vestanstevnuna, har líkindini
vóru framúr, og har tað tók longri
tíð at skifta millum startirnar, enn
tað hevur gjørt fyrr í summar
Sjeynda st
á stokkinu
10-mannafør Sigurin í Sørvági var í uppvísningsstíli,
og harvið skal nógv venda øðrvísi um góðar tvær vikur,
um Eysturoyingur ikki skal vinna FM fyri sjeyndu ferð