Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juli 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 12. juli · Nr. 106 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge Argjabáturin hevur vunnið FM níggju ferð, og harvið hevur eing in vunnið hesa kappingina oftari enn argjamenn. Inntil fyri tveimum vikum síðani var tað einki, sum bendi á, at Argja bát­ urin fór at megna at endur vinna FM heitið frá í fjør. Kvívíkingur vann fýra teir fyrstu róðrarnar í ár, og tá ið Fríggjarin á Eystanstevnu akk­ urát megnaði at kíla seg inn ímill um Kvívíking og Argjabátin, sum annars hevði verið næst­ fremstur, so tóktist gullið at bíða eftir kvívíkingum. Tey bæði seinastu vikuskiftini er tað púra vent upp og niður í hesi kappingini. Eitt er, at Argja báturin so dyggiliga hev ur svarað aftur við at vinna lut fals­ liga sannførandi sigrar, og eitt annað er tað, at Kvívíkingur ikki bara hevur mist fremsta plássið, men eisini er dottin aftur á triðja plássið – bæði í Vestmanna og nú í Sørvági. Støðan nú er soleiðis, at tað er lagt upp til finalu á Ólav søku. Kvívíkingur er eitt stig framm­ an fyri Argjabátin. Tað vil siga, at um Argjabáturin verður eitt pláss frammanfyri Kvívíking í síðsta róðrinum, so fer at standa á jøvnum í stigum, og so verður úrslitið á Ólavsøku avgerandi. Um mett verður út frá gongd­ ini higartil, so er einki forgjørt í at meta, at Argjabáturin nú er favorittur at vinna FM fyri tíggj­ undu ferð. Men nú fæst at síggja. Felags fyri Argjabátin, Kvívíking og hinar bátarnar er, at teir nú hava meiri enn tvær vikur at fyrireika seg í. Eisini Fríggjarin, sum hevur góðan møguleika at vinna á Ólavsøku og harvið at bjarga árinum, ið annars ikki heilt hevur hilnast soleiðis, sum miðvingar høvdu ætlað tað. Fríggjarin var leingi fremstur í Sørvági, og tað sá út til, at Fríggj arin ætlaði sær at vinna. Men tað vildu argjamenn ikki. Argja báturin legði seg á odda, og Argja báturin var ein lítlan hálvan skut frammanfyri Fríggj­ aran, sum vann við einum skuti á Kvívíkingi. Aftur hesa ferð var Árn firð­ ingur leingi við, men enn eina ferð datt Árnfirðingur aftur av, og kom á mál meiri enn eina báts longd aftanfyri Kvívíking. Knørrur vann innanhýsis kapp­ ing ina í høvuðsstaðnum við Ørv um at sleppa undan aftasta pláss inum. trondur@sosialurin.fo 1 Argjabáturin. . . . . . . . 07:06.20 2 Fríggjarin . . . . . . . . . . 07:07.08 3 Kvívíkingur . . . . . . . . . 07:08.00 4 Árnfirðingur . . . . . . . . 07:12.23 5 Knørrur . . . . . . . . . . . . 07:24.19 6 Ørvur . . . . . . . . . . . . . . 07:30.09 Støðan 1 Kvívíkingur . . . . . . . . . . . . . . . 38 2 Argjabáturin. . . . . . . . . . . . . . 37 3 Fríggjarin . . . . . . . . . . . . . . . . 31 4 Árnfirðingur . . . . . . . . . . . . . . 26 5 Knørrur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 15 6 Ørvur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 15 Reyði báturin hevur sett eld í 8-mannafør At tað enn eina ferð eydnaðist Argjabátinum at vinna, og at Kvívíkingur aftur hesa ferð endaði á triðja plássi ber við sær, at talan verður um sanna finalu á Ólavsøku Eystur oyingi. Um kappingin mill um 10­mannaførini fer at enda so leiðis um sekstan dagar, so verður enda­ støðan 45 stig til bæði Eysturoying og Vestmenning, og so verður úrs­ litið á ólavsøku avgerandi. Á Ólavsøku er róðrarteinurin stívliga 900 metrar, og tískil verða fyri treytirnar heilt øðrvísi, enn tær vóru í Sørvági. Tær fara at líkjast meiri fyritreytunum, sum tær vóru í Vest manna, tá ið Vestmenningur vann. Talan verður um nýggja kapping millum hesar tríggjar bátarnar, sum síðani á Vestanstevnu hava havt meiri enn tvær vikur at fyrireika seg í. Tølini vísa, at meistarin oftast vinnur á Ólavsøku, og tað er ógvu­ liga sjáldan, at FM vinnarin ikki megnar í hvussu so er at enda næst­ fremstur. Í 1988 vann Nólsoyingur FM. Á Ólavsøku var Nólsoyingur nummar trý. Eysturoyingur vann ta ferðina, og eisini Havnarbáturin kom fyrr á mál enn Nólsoyingur. Síðani tá er tað komið fýra ferðir fyri, at meistarin ikki hevur vunnið á Ólavsøku, og allar ferðirnar var FM vinnarin næstfremstur. Síðsta dømið um hetta var í 2003, tá ið Nólsoyingur vann á Ólavsøku. Tá var Eysturoyingur næstfremst á Ólavsøku, og Eysturoyingur vann FM, eitt stig frammanfyri Nóls oy­ ing. Alt bendir á, at tað er borðreitt fyri Eysturoyingi. FM steypið er komið á stokkin! trondur@sosialurin.fo 1 Eysturoyingur. . . . . . . . . . 09:23.24 2 Vestmenningur . . . . . . . . 09:29.05 3 Hoyvíkingur . . . . . . . . . . . 09:30.04 Støðan 1 Eysturoyingur. . . . . . . . . . . . . . . . 40 2 Vestmenningur . . . . . . . . . . . . . . 38 3 Hoyvíkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . 30 eypið um Við trygga sigrinum í Sørvági, er Eysturoyinguri greiður favorittur á ólavsøku Mynd: Álvur Haraldsen favorittar eldur í Aftur var reyði Argjabáturin fremstur, og nú er veruliga talan um eina finalu við eldi í á ólavsøku Mynd: Álvur Haraldsen