mánadagur 12. juli 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. juli · Nr. 106
20
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Klaksvíkingar tryggjaðu sær leyg
ardagin eitt FM heiti í kappróðri
fyri menn. Tað er ikki á hvørjum ári,
at menninir hjá Klaksvíkar Róðrar
felag vinna meistaraheiti, og tað er
ongantíð áður komið fyri, at teir
hava vunnið kappingina millum
6mannafør.
Nú kunnu meistaraheitini fyri
mannfólk hjá klaksvíkingum ikki
teljast á aðrari hondini, men tey
eru framvegis ikki mong: Fípan
Fagra (2005), Nevið Reyða (2001 og
2005), Klaksvíkingur (2006 og 2009)
og so nú Páll Fangi. Tað vil við øðr
um orðum siga, at tað í FM kapp
ingunum, sum tær eru nú, ongan tíð
eydnaðist mannfólkunum í Klaks
vík at vinna FM frá tí, at farið varð
undir kappróður eftir galdandi
skip an í 1973, fyrrenn í hesi øldini.
Frá 1964 og fram til 1972 varð
kappast um FM í einum róðri eftir
Ólavsøku, og tá vunnu dreingirnir á
Fípuni Føgru í 1964.
Seinastu fýra árini eru trý av
FM heitunum í kappingini millum
6mannafør við monnum vunnin
av norðoyingum. Sundabáturin
vann bæði í 2007 og 2008, og eftir at
FM steypið í fjør endaði á Tvøroyri,
verð ur tað á Ólavsøku handað
klaks víking um.
Hóast Páll Fangi hevur vunnið
allar róðrarnar higartil í ár, so hevur
tað hvørja ferð verið sera spenn
andi, og í fimm teimum fyrstu
kapp ing unum var munurin frá
Páll Fanga og aftur til tann næsta
ongan tíð meiri enn eitt sekund.
Í dýrdarveðrinum í Sørvági var
tað eisini spennandi, men tá ið teir
fóru um málið, var als eingin ivi.
Í endaspurtinum vant Páll Fangi
burtur úr øllum hinum, og hesa ferð
var fjarstøðan aftur til tann næsta
tað mesta av einari bátslongd.
Kappingin var annars skiftandi
og tøtt og harvið spennandi.
Páll Fangi fekk besta startin, og
hann var fremstur mesta partin av
teininum. Men á síðsta triðinginum
av 1500 metra málinum var tað
tætt og skiftandi. Eina løtu tóktist
Fríggjarin at vera á odda, og eina
løtu seinni var stavnurin á Tvøra
bátinum frammanfyri.
Í endaspurtinum vóru tað tó
tøk ini hjá klaksvíkingum, sum
mun aðu mest, og Páll Fangi fór um
mál strik una soleiðis, sum tað er
ein um meistara verdugt.
FM vinnarin frá í fjør, Tvøra
báturin, var drúgvasti kappingar
neytin hjá sigursharrunum. Hann
vann við einari bátslongd á Fríggjar
anum, sum var meiri enn tvær
báts longdir frammanfyri Smyril, ið
fyrsta partin av teininum hevði ver
ið við í kappingini í oddinum.
Skúgvur endaði á fimta plássi
og Hósvíkingur á sætta plássi, og
í tøttu kappingini um at sleppa
undan aftasta plássi var Jarnbardur
nummar sjey, Sølmundur nummar
átta og Kollfirðingur nummar
níggju.
Strálan fekk ikki høvi at vera
við í róðrinum. Hon var kolldømd,
tí ein av manningini hevði verið við
í øðrum róðri ídag.
trondur@sosialurin.fo
1 Páll Fangi . . . . . . . . . . . . . 07:12.24
2 Tvørabáturin. . . . . . . . . . . 07:15.13
3 Riddarin . . . . . . . . . . . . . . 07:18.22
4 Smyril . . . . . . . . . . . . . . . . 07:26.22
5 Skúgvur. . . . . . . . . . . . . . . 07:30.20
6 Hósvíkingur . . . . . . . . . . . 07:42.17
7 Jarnbardur. . . . . . . . . . . . . 07:46.14
8 Sølmundur . . . . . . . . . . . . 07:47.22
9 Kollfirðingur. . . . . . . . . . . 07:48.10
Støðan
1 Páll Fangi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 42
2 Tvørabáturin. . . . . . . . . . . . . . . . . 34
3 Riddarin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 29
4 Smyril . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 26
5 Strálan . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 15
6 Skúgvur. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14
7 Hósvíkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6
8 Jarnbardur. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1
9 Lómur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1
Tróndur Arge
Erla Kongsdóttir tryggjaði sær
leygardagin FM heitið í kvinnu
kappingini umborð á 5manna
førum.
Gamaní er fjarstøðan aftur
til Drekan, sum er næstfremst,
ikki meiri enn sjey stig, men tá
ið tað bara eru fimm bátar í hesi
kappingini, so vil tað siga, at
Erla Kongsdóttir fær í minsta
lagið trý stig á Ólavsøku, um
hon bara damlar teir 900 metr
arnar av Argjahøvda og inn á
málið.
Sjálvsagt ætlar Erla Kongs
dóttir at enda róðrarárið við
maner, og avrikið á Sørvági
leygar dagin bendi ikki á ann
að, enn at Erla Kongsdóttir
er favorittur at vinna á Ólav
søku.
Bara eina ferð hevur tað
kiksað hjá fuglfirðingum í ár.
Tað var á Sundalagsstevnu
í Hvalvík, tá ið Drekin vann.
Drekin hevur verið í tætt
ari kapping við Firvald um
næstfremsta plássið. Leygar
dagin vóru tað tær á Tvøroyri,
sum vunnu ta kappingina, og
Blikur av Argjum var ikki so
langt aftanfyri.
Tað verður roknað við, at
Erla Kongsdóttir fer at koma
á mál á Ólavsøku, og at Erla
Kongsdóttir harvið vinnur FM.
Hetta verður fyrsta FM heitið
yvirhøvur, sum fuglfirðingar
hava vunnið, síðani tað í 1973
varð farið undir FM kapping í
tí líki, sum tað framvegis verð
ur kappast.
Og so eigur sjálvsagt at
verða lagt aftrat, at tá ið tað
fyrstu ferð yvirhøvur varð
kapp ast um FM í 1964, tá vann
5manna farið í Fuglafirði, Erla
Kongsdóttir, fyrsta FM heitið
yvirhøvur. Tá var tað soleiðis,
at tað aftan á Ólavsøku í einum
róðri ein sunnudag seinnapart
varð kappast um FM. Fyrsti
róð urin í 1964 var millum
5mannafør við kvinnum, og
Erla Konsdóttir vann.
Nú hevur Erla Kongsdóttir
rokkið so høgt stigatal, at hon
verður ikki tikin. Fir valdur,
Drekin og Blikur fara ólav
søkuaftan at gera eina nýggja
roynd at fanga Erlu. Sannlíkið
fyri at tað skal eydnast er ikki
stórt, tí vesturi í Vágum vóru
fuglfirðingar flúgvandi!
1 Erla Kongsdóttir . . .05:17.09
2 Firvaldur . . . . . . . . . .05:23.22
3 Drekin . . . . . . . . . . . .05:24.09
4 Blikur. . . . . . . . . . . . .05:25.11
5 Havfrúgvin . . . . . . . .05:35.19
Støðan
1 Erla Kongsdóttir . . . . . . . . .41
2 Drekin . . . . . . . . . . . . . . . . . .34
3 Firvaldur . . . . . . . . . . . . . . . .32
4 Blikur. . . . . . . . . . . . . . . . . . .24
5 Havfrúgvin . . . . . . . . . . . . . .19
Fuglfirðingar
flúgvandi
vesturi í
Vágum
6-mannafør menn Fyri triðju ferð í fýra ár endaði
meistaraheitið í Norðoyggjum og hesa ferð í Klaksvík,
sum ongantíð áður hevur vunnið hesa kappingina
5-mannafør kvinnur Við
sannførandi sigri syrgdi Erla
Kongsdóttir leygardagin fyri,
at fuglfirðingar fyri fyrstu ferð
nakrantíð vinna FM í kappróðri
Mynd: Álvur Haraldsen
Páll Fanga er greiður føroyameistari
Mynd: Álvur Haraldsen
Páll Fangi FM
fyri fyrstu ferð