Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juli 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 12. juli · Nr. 106 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge Eftir seks kappróðrar ber tað ikki til at mynda betri fyri­ treytir fyri spennandi finalu enn henni, sum nú bíðar mill­ um Royndina Fríðu úr Vági og Blik av Argjum við dreingja­ manningum. Í Sørvági var einki at rafla um. Eftir at Royndin Fríða hevði vunnið bæði í heima­ sjógvi á Jóansøku í Vági og aftur á Fjarðastevnu í Vestmanna, vóru tað teir av Argjum, sum so rudduliga settu dagsskránna í Sørvági. Blikur togaði seg í fyrstu tøkunum eitt vet framum Roynd ina Fríðu, og Blikur var fremstur allan teinin. Fjar­ støðan longdist eitt vet mill um teir báðar fremstu, og á mál­ inum var Blikur tað mesta av einari bátslongd frammanfyri. Blikur hevur vunnið tríggj ar ferðir, og Royndin Fríða hevur vunnið tríggjar ferð ir. Blikur hevur tríggjar ferðir verið næstfremstur, og Royndin Fríða hevur tríggjar ferð ir verið næstfremst. Tað stend ur á jøvnum í stigum – 39 stig í part – og tann, sum verð­ ur fremri av hesum báðum á Ólav søku verður meistari. Kappingin um triðja plássið var leingi tøtt og spennandi. Firvaldur av Tvøroyri var drúgv astur, og á málinum var hann skutin frammanfyri Teistan, Jallin og Svan, sum vóru sera javnir. Junkarin og Hav frúgvin vóru aftastir. trondur@sosialurin.fo 1 Blikur. . . . . . . . . . . . .05:01.18 2 Royndin Fríða. . . . . .05:03.05 3 Firvaldur . . . . . . . . . .05:07.04 4 Teistin . . . . . . . . . . . .05:08.04 5 Jallurin. . . . . . . . . . . .05:08.05 6 Svanur. . . . . . . . . . . .05:08.22 7 Junkarin. . . . . . . . . . .05:14.02 8 Havfrúgvin . . . . . . . .05:32.06 Støðan 1 Blikur. . . . . . . . . . . . . . . . . . .39 2 Royndin Fríða. . . . . . . . . . . .39 3 Firvaldur . . . . . . . . . . . . . . . .24 4 Svanur. . . . . . . . . . . . . . . . . .18 5 Teistin . . . . . . . . . . . . . . . . . .18 6 Jallurin. . . . . . . . . . . . . . . . . .18 7 Sílið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .8 8 Junkarin. . . . . . . . . . . . . . . . . .4 Tróndur Arge Tað er vent upp og niður í kappingini millum 6­mannafør við kvinnum. Meðan Sølmundur var tryggur vinnari í fyrstu kappingunum, so er tað nú Hvessingur, sum er besti bátur. Í góðveðrinum í Sørvági var eingin ivi, tá ið bátarnir komu fram ímóti málinum. Hvessingur var væl meiri enn eina bátslongd frammanfyri Sølmund. Óvæntað var Gongurólvur leingi við at seta dám á kappingina, men í endaspurtinum var Søl mundur drúgvari í kappingini um næst­ fremsta plássið. Men Sølmundur megn aði als einki at gera við Hvessing. Úrslitini fyrr í summar bera við sær, at Sølmundur framvegis er besta boðið upp á at vinna FM. Men úrslitini í Vestmanna og ser­ liga í Sørvági benda á, at tað er møguleiki fyri, at FM heitið fer at enda í Hvalvík/Streymnesi og ikki á Skálafjørðinum, sum tað annars hevur verið lagt upp til størsta partin av kappingarárinum. Tað eru meiri enn tvær vikur til Ólavsøku, og tað er harvið møgu­ leiki fyri, at gongdin tá fer at verða øðrvísi, enn hon hevur verið sein­ astu vikurnar. Í løtuni sær tað út til, at Hvessingur er stórfavorittur at vinna ólavsøkuróðurin. Og úrslitið í Sør vági kundi bent á, at tað kann ger ast trupult hjá Sølmundi at vinna kappingina um næstfremsta pláss ið við Gongurólv, sum í kapp­ ing við Riddaran stríðist fyri at vinna bronsumerkini. Tær á Sølmundi hava avgerðina í sínum hondum. Men um tær ikki taka av, og tað kiksar heilt, og tær enda á triðja plássi, og um Hvess­ ingur vinnur, so verður Hvessingur meistari. Sølmundur við kvinnumanning hevur ongantíð vunnið FM. Hvess­ ingur hevur vunnið hesa kapp ing­ ina tvær ferðir – í 1996 og 1998. trondur@sosialurin.fo 1 Hvessingur . . . . . . . . . . . . 05:08.17 2 Sølmundur . . . . . . . . . . . . 05:12.17 3 Gongurólvur . . . . . . . . . . . 05:13.10 4 Riddarin . . . . . . . . . . . . . . 05:14.24 5 Jarnbardur. . . . . . . . . . . . . 05:36.14 Støðan 1 Sølmundur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 40 2 Hvessingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 38 3 Gongurólvur . . . . . . . . . . . . . . . . . 27 4 Riddarin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27 5 Jarnbardur. . . . . . . . . . . . . . . . . . . 15 Hvessingur hevur við sigrinum á Vestanstevnu, lagt upp til spennandi finalu um góðar tvær vikur Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: Álvur Haraldsen Latið er upp fyri stríði um gullið 6-mannafør kvinnur Nú er møguleiki fyri, at meistaraheitið fer at enda í Sundalagnum og ikki á Skálafjørðinum 5-mannafør dreingir Á Ólavsøku verður gysara finalu millum dreingjamanningarnar umborð á Royndini Fríðu úr Vági og Bliki av Argjum, sum hesa ferð var tryggur vinnari Stevna stavn um stavn móti Ólavsøkuni