mánadagur 12. juli 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. juli · Nr. 106
22
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Argjagentur umborð á 5-manna-
farinum Teistanum tryggjaðu sær
í Sørvági FM heitið í barnaróðri.
Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur,
at ein bátur hevur vunnið hesa
kapping, sum í ár er á skránni fyri
fyrstu ferð.
Nú bara ólavsøkuróðurin restar,
er Teistin níggju stig frammanfyri
næstfremsta bátin, og tá ið tað á
Ólavsøku ikki ber til at vinna fleiri
enn sjey stig, vil tað siga, at Teistin
er FM vinnari.
Teistin vann fimm tær fyrstu
kappingarnar, men á Vestanstevnu
hilnaðist tað ikki so væl. Í sera
tættari kapping var Drekin hjá
Havnar Róðrarfelag fyrstur á mál.
Drekin, Beinta og Spógvin fóru um
málið mest sum í senn, og á fjórða
plássið - ein hálvan skut aftanfyri -
kom nýggi FM vinnarin á mál.
Sigurin í Sørvági ber við sær,
at Drekin er næstfremstur í FM
kappingini.
trondur@sosialurin.fo
1 Drekin . . . . . . . . . . . . . . . . 02:36.10
2 Beinta . . . . . . . . . . . . . . . . 02:36.11
3 Spógvin. . . . . . . . . . . . . . . 02:36.24
4 Teistin . . . . . . . . . . . . . . . . 02:37.16
5 Fípan Fagra. . . . . . . . . . . . 02:40.13
6 Ørnin . . . . . . . . . . . . . . . . . 02:41.03
7 Jallurin. . . . . . . . . . . . . . . . 02:41.04
8 Firvaldur . . . . . . . . . . . . . . 02:43.24
9 Sandingur . . . . . . . . . . . . . 02:49.01
10 Frúgvin . . . . . . . . . . . . . . . 02:51.04
Støðan
1 Teistin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 39
2 Drekin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 30
3 Spógvin. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 29
4 Fípan Fagra. . . . . . . . . . . . . . . . . . 24
5 Beinta . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 15
6 Ørnin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 15
7 Jallurin. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 12
8 Tambar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2
9 Svanur. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1
10 Firvaldur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1
Tróndur Arge
Kanska er hetta árið tað lakasta hjá
Havnar Róðrarfelag nakrantíð. Men
í kappingini millum dreingjabátar
í barnaróðrinum hevur hilnast væl
hjá Títlingi, og leygardagin gekk
tað so væl hjá Havnar Róðrarfelag
í hesi kappingini, sum tað ongantíð
hevur gjørt fyrr í summar.
Títlingur var fremstur og harvið
stevnir hesin báturin beint ímóti
FM heitinum.
Merkisvert var tað, at ein annar
bátur hjá Havnar Róðrarfelag,
Drekin, var næstfyrstur. Munurin
teirra millum var meiri enn ein
hálv bátslongd, og munurin frá
Drekanum og aftur til Havfrúnna
úr Vestmanna, sum var nummar
trý, var ein skutur.
Títlingur er ikki FM vinnari enn,
men nú skal vilja meiri enn illa til
hjá havnardreingjunum, um teir
ikki á Ólavsøku skulu vinna FM
heitið.
1 Títlingur . . . . . . . . . . . . . . 02:32.17
2 Drekin . . . . . . . . . . . . . . . . 02:34.14
3 Havfrúgvin . . . . . . . . . . . . 02:35.06
4 Sandingur . . . . . . . . . . . . . 02:37.05
5 Royndin Fríða. . . . . . . . . . 02:37.13
6 Jallurin. . . . . . . . . . . . . . . . 02:38.17
7 Teistin . . . . . . . . . . . . . . . . 02:39.03
8 Tambar . . . . . . . . . . . . . . . 02:39.07
9 Junkarin. . . . . . . . . . . . . . . 02:42.04
10 Frúgvin . . . . . . . . . . . . . . . 02:43.02
11 Dúgvan . . . . . . . . . . . . . . . 02:44.03
12 Heykur. . . . . . . . . . . . . . . . 02:44.10
13 Hulda. . . . . . . . . . . . . . . . . 02:48.21
Støðan
1 Títlingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 40
2 Havfrúgvin . . . . . . . . . . . . . . . . . . 36
3 Drekin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 32
4 Teistin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 21
5 Jallurin. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 18
6 Royndin Fríða. . . . . . . . . . . . . . . . 12
7 Sandingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6
8 Tambar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3
9 Junkarin. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1
Tróndur Arge
Tað hilnaðist væl hjá vága-
gentum á Vestanstevnu. Beinta
úr Miðvági vann sann før andi
sigur, og harvið eru miðvágs-
gentur tvey stig frammanfyri
næsta kappingarneyta í FM
kappingini.
Hóast Falkur bara hevur
vunnið eina ferð í summar –
á Sundalagsstevnu í Hvalvík
– so er Falkur framvegis við
í kappingini um FM, men nú
fer at tátta í hjá gentunum í
Sundalagnum, sum á Ólavsøku
bæði skulu vinna á Beintu og
fáa hjálp aðra staðni frá, um
tað skal eydnast at fáa fatur á
meistaraskapinum.
Í Sørvági vóru Ørnin úr
Sandavági, Falkur úr Sunda-
lagnum og Sílið úr Havn leingi
væl við, og Ørnin var fremst
eftir startspurtin.
Sum róðurin leið, var tað tó
eingin ivi. Beinta var fremst,
og sigurin gjørdist rættuliga
sannførandi. Falkur var næst-
fremst, og Ørnin endaði á
bronsu plássinum.
Eftir
kappingarlok
vísti
tað seg, at Sílið, sum annars
var væl við í kappingini, hevði
fing ið gula kortið fyri triðju
ferð í ár, og harvið varð báturin
kolldømdur í róðrinum og
misti harvið plaseringina og
stigini. Tað ber við sær, at Sílið,
sum vann á Norðoyastevnu,
ikki hevur møguleika at vinna
gull og silvur.
trondur@sosialurin.fo
1 Beinta . . . . . . . . . . . .05:21.16
2 Falkur . . . . . . . . . . . .05:24.20
3 Ørnin . . . . . . . . . . . . .05:28.13
4 Tjaldrið . . . . . . . . . . .05:32.14
5 Silja . . . . . . . . . . . . . .05:39.00
6 Tambar . . . . . . . . . . .05:45.05
Støðan
1 Beinta . . . . . . . . . . . . . . . . . .38
2 Falkur . . . . . . . . . . . . . . . . . .36
3 Sílið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .28
4 Ørnin . . . . . . . . . . . . . . . . . . .22
5 Tjaldrið . . . . . . . . . . . . . . . . .21
6 Silja . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .12
7 Tambar . . . . . . . . . . . . . . . . . .8
8 Fípan Fagra. . . . . . . . . . . . . . .2
Títlingur verjir Havnina
Barnaróður dreingir Tveir bátar hjá Havnar Róðrarfelag
vóru frammanfyri allar hinar í fyrsta FM róðrinum í Sørvági,
og nú skal vilja illa til, um Títlingur ikki skal vinna FM
5-mannafør gentur Eftir
sannførandi sigur í Sørvági
eru genturnar úr Miðvági
stórfavorittar at vinna FM heitið
Beinta
skerdi
Falkin
Teistin er fyrsti
meistarin
Barnaróður gentur Men í Sørvági vann Drekin,
meðan nýklækti meistarin endaði á fjórða plássi
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen