mánadagur 12. juli 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 12. juli · Nr. 106
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Bronsufinalan er dysturin, eingin
vil sleppa at spæla, men tá tapandi
hálvfinalistarnir fáa ein seinasta
møguleika at rætta ryggin, spyrjast
ofta bæði undirhaldandi og málríkir
dystir burtur úr tí.
Hagtølini siga, at í bronsu dyst
unum eru skotin í miðal 4,05 mál,
meðan sama tal í finalunum bara
er 2,86. Ikki kann sigast annað, enn
at Týskland og Uruguay livdu upp
til hetta, tí ikki færri enn fimm mál
komu í dystinum.
Hóast týska landsliðið leygar
kvøldið hevði fleiri av profilunum
sitandi uttanfyri, eydnaðist annað
HMendaspælið á rað at vinna
bronsu finaluna, og við sínum fyrsta
landsliðsmáli nakrantíð, var tað
Sami Khediras, ið avgjørdi dystin.
Hann hevur verið við í øllum
dyst unum hjá Týsklandi niðri í
Suður afrika,
men
upprunaliga
skuldi hann slett ikki verið við.
Men tá Michael Ballack gjørdist
skadd ur og mátti geva avboð, slapp
Stutt gartspælarin upp í part, hóast
hann bara hevði fimm landsdystir í
skjátt uni.
– Vit vildu vinna og spæla ein
góðan dyst, og vit góvu alt, vit
høvdu í okkum. Hetta er eitt ungt
lið, og teir flestu vóru fyri fyrstu
ferð við í einum endaspæli. Enn
hava vit nógv, vit vilja uppnáa, og
vit fara eisini at vinna meira tey
komandi árini, segði Khedira, sum
í 82. minutti skallaði bóltin í málið
til endaliga 32 úrslitið, ið gav Týsk
landi bronsuna.
Millimetrar frá…
Miðvallarspælarin, ið hevur røtur
í Tunis, gjørdi sítt til, at Týskland
vann sína fjórðu bronsufinalu, og
tað er meira, enn nakað annað land
hevur gjørt. Uruguay hevur ikki
havt hepni við sær á tí økinum, tí
hetta var triðja bronsufinalutapið
hjá suðuramerikanarunum.
Men tað kundi sjálvandi eisini
sæð heilt øðrvísi út. Stutt fyri steðgin
skoraði Diego Forlán sítt fimta mál
í hesum HMendaspælinum, og í
síðstu sekundunum í yvirtíðini var
hann millimetrar frá at gerast HM
toppskjútti og javna til 33, so tað
hevði blivið umdystur.
Uruguay fekk fríspark 20 metrar
úr málinum, og Forlán royndi at
sikta sum frægast, og skotið var so
frægt, at bólturin brast í yvir liggj
aran – og beint eftir tað bríkslaði
dóm arin fyri síðstu ferð.
– At vit enda millum fýra tey
bestu londini í kappingini um
heims meist ara heitið, er heilt ótrú
ligt, staðfesti Diego Forlán, ið als
ikki tóktist so vónbrotin, hóast
Uru guay hevði verið øgiliga nær.
– Tá HMendaspælið byrjaði,
trúði eingin av okkum, at vit skuldu
sleppa at uppliva løtur sum hesar í
Suður afrika. Nú vit komu so langt,
sum vit gjørdu, vildu vit sjálvandi
eisini fegnir vinna bronsuna, men
óansæð, so fara vit at minnast allar
tær góðu løturnar, vit hava havt í
hesi kappingini.
Fekk aftur rætt
Hóast týsku landsliðsspælararnir
koma heimaftur við bronsuheiðurs
merkjum, so er tað tó ein týskari,
ið hevur staðið seg betur enn allir
hinir. Tað er høgguslokkurin Paul,
sum hevur verið millum heimsins
bestu tipparar, nú HM hevur verið
í Suðurafrika.
Ferð eftir ferð hevur hann tippað
rætt, tá Týskland hevur spælt, og
so var eisini, nú bronsufinalan var
á skránni. Og forrestin, so tippaði
hann eisini, at Spania fór at vinna
á Hollandi í finaluni!
Fyri fimtu ferð tippaði Paul
undan bronsufinaluni, at Týskland
fór at vinna, umframt at hann eis
ini hevur tippað rætt tær báðar
ferð irnar, Týskland hevur tapt í
HMenda spælinum, ímóti Serbia í
bólka spælinum og ímóti Spania í
hálv finaluni.
Reint matematiskt er sannlíki
fyri, at tað ber til at tippa rættan
vinn ara sjey ferðir á rað bara 0,78
prosent…
hilmarjan@sosialurin.fo
hm2010
HM 2010 Enn eina ferð gjørdist talan um
eina málríka bronsufinalu, tá Týskland
leygarkvøldið vann 3-2 á Uruguay
Týsk
troyst
Bronsufinalan
Uruguay - Týskland 2-3 (1-1)
0-1: Thomas Müller, 18.
1-1: Edinson Cavani, 28.
2-1: Diego forlán, 51.
2-2: Marcell Jansen, 56.
2-3: sami Khedira, 82.
Dómari: Benito Archundia, Mexiko
Áskoðarar: 36.254 á Port Elizabeth Stadium
Uruguay: Fernando Muslera – Jorge Fucile, Diego Lugano, Diego Godín, Martín Cáceres – Maximiliano Pereira,
Diego Pérez (Walter Gargano, 77.), Egidio Arévalo Rios – Luis Suárez, Diego Forlán, Edinson Cavani (Sebastián
Abreu, 88.)
Gult kort: Diego Pérez
Týskland: Hans-Jörg Butt – Jerome Boateng, Per Mertesacker, Arne Friedrich, Dennis Aogo – Bastian
Schweinsteiger, Sami Khedira – Thomas Müller, Mesut Özil (Serdar Tasci, 91.), Marcell Jansen (Toni Kroos, 81.) –
Cacau (Stefan Kiessling, 73.)
Gult kort: Arne Friedrich, Dennis Aogo, Cacau
Jansen javnar fyri Týskland
Bastian Schweinsteiger bar liðskiparabandiðí bronsusigrinum á Uruguay
Mynd: Polfoto