mánadagur 12. juli 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. juli · Nr. 106
24
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Tað var ikki fyrr enn í 116. minutti, at
Iniesta skoraði avgerandi málið, og
við 1-0 sigrinum fekk Spania vunnið
sítt fyrsta heimsmeistaraheiti nakr-
antíð.
– Hetta er heilt ótrúligt og ein
heilt serlig gleði, tá tú skilir, at tú
hevur vunnið. Orð kunnu slett ikki
lýsa mínar kenslur, og beint eftir
málið hugsaði eg bara um familju
mína og tey, eg eri góður við. Sigurin
er úrslit av hørðum arbeiði, segði
Iniesta.
Samstundis sum hann og lið-
felagarnir kundu fegnast um, at tað
umsíður eydnaðist at koma heilt
upp á tindin, endaði tað fyri Holl-
and upp á sama máta sum í 1974
og 1978, og appelsinlitta tulipan-
landið eigur enn á at vinna eina
HM-finalu.
Gjøgnum alla kappingina hevur
Spania spælt væl og staðið fyri
vøkrum fótbólti, men uttan at
fáa tey nógvu málini. Nú teir sjey
dystirnir í HM-endaspælinum eru
av, hava spaniólar bara skorað átta
mál, sum er søguliga lítið, og allir
sigrarnir hjá Spania vóru 1-0 sigrar.
Men hóast tað ikki blivu tey
nógvu málini, ið eyðkendu finaluna
millum Spania og Holland, so treyt
spenningurin ikki. Báðir partar
høvdu risastórar møguleikar í dyst-
inum, og Spania kundi saktans havt
avgjørt dystin fyrr í umdystinum,
men brendi fleiri stórar kjansir.
Løgdu nógv fyri
Tað skiltist á øllum brøgdum, at
dysturin hevði stóran týdning, tí
innan fyri minni enn eitt korter í
fyrra hálvleiki av vanligu leiktíðini
gav dómarin fimm gul kort. Og tað
var lagið gjøgnum allan dystin, so
tað til síðst bara var ein spurningur,
hvør fór at síggja reytt. Tað gjørdist
so hollendski John Heitinga í 110.
minutti.
Holland hevði týðiliga lisið væl
uppá og sett sær fyri, at ikki skuldu
gerast somu mistøk, sum Týskland
gjørdi í síni hálvfinalu ímóti Spania,
tá týskarar ikki komu inn í dystin,
fyrr enn hann mestsum var av-
gjørdur. Tað var heldur ikki, fyrr
enn hollendingarnir bara vóru 10
mans eftir á vøllinum, at Spania
veruliga fekk brúkt vøllin og megn-
aði at skora.
Í veruleikanum vóru bæði Mark
van Bommel og Nigel de Jong
hepnir, at teir sluppu at spæla
allan dystin á tamb, tí teir gingu
so høgt upp í uppgávuna, at tað í
løt um var mestsum ov mikið av tí
góða. Serliga hevði Nigel de Jong
hepni við sær, tá hann stemplaði
Xabo Alonso í bringuna, uttan at
tað kostaði honum meira enn eitt
gult kort.
Spania legði annars betur fyri
í Soccer City í Johannesburg, og
hóast tað lá illa fyri at fáa miðvøllin
spældan, tí hollendingar lógu tættir
í monnunum, trillaðu spaiólar
bóltin millum sín og royndu at
skapa álop og møguleikar. Hinvegin
gjørdi Holland í so nógv av at senda
bólt ar langt fram eftir vøllinum.
Spiltir málkjansir
Fyrsti stóri málmøguleikin kom
longu, tá bara fimm minuttir vóru
farnir. Xavi Hernandez slapp leysur
av uppdekkingini og fekk spælt
bóltin til Sergio Ramos, ið skallaði
hart ímóti málinum. Men bert
ein klassabjarging frá Maarten
Stekelenburg forðaði fyri, at hol
kom á longu tá.
Síðsta hálva tíman av vanligu
tíðini skuldu bæði lið havt fingið
okkurt mál. Wesley Sneijder spældi
spania heim
Hilmar Jan Hansen
Eitt heimsmeistaraheiti er ikki
bara tað gylta steypið, ið væl-
saktans er størsti heiður, vinnast
kann í fótbólti kring knøttin.
Sum so nógv annað her í
verð ini, hevði málið hjá Andrés
Iniesta eisini eitt ávíst virði í
krónum og oyrum, tí heims meist-
ara heitið merkir, at spanska fót-
bóltssambandið fær 177 milli ónir
krónur frá altjóða fót bólts sam-
band inum, FIFA.
Og hóast hollendingar nú
munnu sleikja síni sár, standa
teir heldur ikki eftir við ongum, tí
tapta finalan merkir, at Holland
fær 142 milliónir krónur fyri at
hava spælt seg í finaluna.
Týskland og Uruguay, ið taptu
hálvfinalurnar og gjørdust ov
stutt hesa ferð, fáa 118 milliónir
krónur í part, eins og tapararnir í
fjórðingsfinalunum – Argentina,
Brasil, Ghana och Paraguay – fáa
106 milliónir.
Liðini, sum ruku út í átt anda-
partsfinalunum, fáa 53 milliónir
í part, og tey, ið ikki megn aðu at
spæla seg víðari úr bólka spæl-
inum, sita hóast alt eftir við 47
milliónum krónum, sum eisini
í hasi verðini munnu vera eitt
sindur av einum plástri á sárið.
hilmarjan@sosialurin.fo
Málið vert 177 milliónir
HM2010 Tá Iniesta setti bóltin í málið og avgjørdi HM-
finaluna, setti hann samstundis 177 milliónir krónur
inn á bók hjá spanska fótbóltssambandinum
HM2010 Nógvir spiltir málmøguleikar
og spæl í tveir tímar máttu til, áðrenn
lágvaksni Barcelona-miðvallarin,
Andrés Iniesta, gjørdist tann størsti av
øllum og sendi Spania til himmals
Viva
España!