mánadagur 12. juli 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 12. juli · Nr. 106
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Arjen Robben púra leysan, men
spanski málverjin, Iker Casillas,
tordi at bíða so mikið leingi, at
tað gjørdist ov knapt hjá Robben.
Í staðin fekk Casillas fótin á, so
bólt urin smeyg sær beint fram við
stongini.
Og bara átta minuttir eftir
hetta hevði Spania ein møguleika,
ið var minst líka stórur, tá David
Villa brádliga stóð púra leysur í
hollendska brotsteiginum, men
onkurs vegna fekk John Heitinga
blokerað skotinum, so skotið hjá
Villa fór uppum. Og so stóð Robben
aftur fyri tørni, tá hann fekk ein
møguleika aftur, ið líktist hansara
fyrra. Men hesa ferð var hann meira
kroystur, so tí gjørdist tað ikki
trupult hjá Casillas at verja fyri.
Umframt hetta komu so størru
og smærru kjansirnir til Spania
síðstu 10 minuttir av umdystinum,
tá teir vóru í meiriluta á vøllinum,
men kortini ikki megnaðu at um
seta møguleikarnar til mál.
Sigursmálið kom ikki, fyrr enn
Andrés Iniesta tók ímóti góðu frí
spælingini frá Cesc Fabregas og í
116. minutti fekk sent bóltin í málið
og sparkað Spania upp á toppin, har
spaniólar nú kunnu sita og sóla sær
næstu fýra árini.
Venjararnir aftaná
– Hetta er ein ógloymandi løta. Vit
mugu ynskja kappingarneytum
okk ara tillukku, tí teir gjørdu tað
tor ført fyri okkum. Finalan snúði
seg um at leypa á, og bæði lið royndu
at spæla spælið, sum tað eigur at
spælast, segði spanski lands liðs
venjarin, Vicente del Bosque.
– Spælararnir eru sjálvandi sera
glaðir, og hetta hava teir til fulnar
uppiborið. Tað ber ikki til at seta
orð á tað, tí kenslurnar kunnu ikki
lýsast við orðum. Eg vil eisini takka
sponsku fjepparunum fyri teirra
stóra stuðul, og teir eru minst líka
fegnir sum spælararnir eru tað nú.
So fegin var sjálvandi ikki
hollendski landsliðsvenjarin, Bert
van Marwijk, tá hann skuldi gera
sínar fyrstu viðmerkingar alment
eftir finaluna:
– Vit eru knústir av úrslitinum,
men sjálvt um vit vóru ein maður
færri á vøllinum, mundu vit klárað
at hildið tað, so vit fingu brots
sparkskapping. Eg má viðganga, at
betra liðið vann, men tað er altso
hart at tapa eina HMfinalu. Spania
skapti væl fleiri málkjansir enn vit,
men høvdu vit brúkt okkara kjansir
rætt, so rokni eg við, at vit høvdu
staðið eftir sum heimsmeistarar,
segði hann.
hilmarjan@sosialurin.fo
s meistari
Hilmar Jan Hansen
– Vit góvu alt, sum vit áttu, men
allíkavæl bar tað ikki á mál hjá
okkum. Ein stór orsøk til tað
var ein ótrúligur dómara feilur,
tí beint áðrenn spanska málið
skuldu vit havt fingið horna
spark, segði Nigel de Jong.
Bara fimm minuttir fyri tíð
tók Wesley Sneijder eitt fríspark,
so bólturin rakti spanska verju
múrin og fór beint fram við mál
inum. Men í staðin fyri at døma
horna spark til Holland, dømdi
dómarin málspark til Spania –
og so kókaðu hollendingarnir.
Tað var ikki bara Nigel de
Jong, ið vísti sína ónøgd aftaná,
tí Dirk Kuyt segði seg vera púra
samd an við liðfelagan:
– Vit blivu í øðini, tí vit vóru
komn ir so nær. Men vit høvdu
kensl una av, at dómarin var
meira í parti við spaniólum enn
okk um, og at enda kostaði tað
okk um møgu leik an at vinna
heims meist ara heit ið,
segði
Kuyt.
Enski
dómarin,
Howard
Webb, hevði annars munandi
meira at gera, enn dómarar van
liga hava havt tað í einari HM
finalu, tí í teir tilsamans 120
min utt irnar, dyst urin vardi, gav
hann ikki færri enn 14 gul kort
og eitt reytt, og tað er nógv tað
mesta nakrantíð í einari HM
finalu.
hilmarjan@sosialurin.fo
HM 2010 Hollendsku spælararnir vóru
í øðini inn á enska dómaran, Howard
Webb, eftir HM-finaluna ímóti Spania,
tí hann yvirsá eitt hornaspark til
Holland, beint áðrenn Spania skoraði
Dómarin
fekk av at vita
Finalan
Holland - spania 0-1 (0-0) eftir umdyst
0-1: andrés iniesta, 116.
Dómari: Howard Webb, Ongland
Áskoðarar: 84.490 í Soccer City, Johannesburg
Holland: Maarten Stekelenburg – Gregory van der Wiel, John Heitinga, Joris Mathijsen, Giovanni van Bronckhorst
(Edson Braafheid, 105.) – Mark van Bommel, Nigel de Jong (Rafael van der Vaart, 99.) – Arjen Robben, Wesley
Sneijder, Dirk Kuyt (Eljero Elia, 71.) – Robin van Persie
Gult kort: Gregory van der Wiel, Joris Mathijsen, John Heitinga, Arjen Robben, Nigel de Jong, Giovanni van
Bronckhorst, Robin van Persie, Mark van Bommel
Reytt kort: John Heitinga (tvey gul, 110.)
Spania: Iker Casillas – Sergio Ramos, Gerard Piqué, Carles Puyol, Joan Capdevila – Sergio Busquets, Xabi Alonso
(Cesc Fàbregas, 87.) – Pedro Rodriguez (Jesús Navas, 60.), Xavi Hernandez, Andres Iniesta – David Villa (Fernando
Torres, 106.)
Gult kort: Joan Capdevila, Sergio Ramos, Carles Puyol, Andrés Iniesta, Xavi Hernandez
HM steypið
Casillas og spaniólar
við HM steypinum
Mynd: Polfoto
Andres Iniesta skorar einasta málið
í eykatíðuni finaluni móti Hollandi,
og sendir spaniólar á gull-kós