mánadagur 12. juli 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. juli · Nr. 106
26
Sosialurin
Ítróttarblaðið
hm2010
okkara hm-lið
Ítróttarredaktiónin á Sosialinum hevur mett hesar leikarar, sum teir ellivu bestu undir HM-endaspælinum í Suðurafrika
manuel neuer
týskland
Xavi
hernandez
spania
arne
Friederich
týskland
carles Puyol
spania
sergio ramos
spania
Fabio coentrao
portugal
diego Forlán
uruguay
arjen robben
holland
david villa
spania
Wesley sneijder
holland
andres iniesta
spania
Uppstilling: 4-3-3
Hilmar Jan Hansen
Stóra stjørnan á landsliðnum hjá
Uruguay, Diego Forlán, skoraði
fleiri av vakrastu málunum í
hesum HM-endaspælinum, og
hann fekk eisini flestar atkvøður,
tá tíðindafólk skuldu velja ein
millum tíggju spælarar, FIFA
hevði innstillað til heiðurin sum
besti spælarin.
Forlán fekk 23,4 prosent av
atkvøðunum, meðan hollendski
Wesley Sneijder fekk 21,8 pro-
sent og spanski David Villa 16,9
prosent. Sostatt vann Forlán
gylta bóltin, ið besti spælarin fær,
og hinir báðir fingu ávikavist ein
silvur- og bronsubólt.
Müller toppskjútti
Thomas Müller og hinir á týska
landsliðnum komu ikki í HM-
finaluna, men hann kann ugga
seg við, at hann eftir sítt fyrsta
HM-endaspæl kundi taka við
sær heim gylta skógvin, sum er
heið urin hjá toppskjúttanum í
HM-endaspælinum.
Müller, sum eisini var yngsti
spælari í kappingini, skoraði
fimm mál tilsamans. Tað var
hann ikki einsamallur um, men
av tí at hann legði upp til fleiri
onn ur mál, enn nakar av hinum
kandidat unum, fekk hann heið-
urin sum toppskjútti.
David Villa úr Spania fekk
silvurskógvin og Wesley Sneijder
úr
Hollandi
bronsuskógvin.
Fjórði maðurin, ið var um boðið,
var Diego Forlán, men av tí at
spæl ararnir við fægst minuttum
á
vøll inum
komu
framum,
gjørd ist hann tann skóleysi av
teimum…
Spanski málverjin og lið for-
maðurin, Iker Casillas, fekk gylta
handskan sum besti málverji í
kappingini.
Forlán
besti
spælarin
1930
Uruguay-argentina 4-2
1934
Italia-Tjekkoslovakia 2-1 (eftir umdyst)
1938
Italia-Ungarn 4-2
1950
Uruguay-Brasil 2-1
(Ikki finala, men avgerandi dystur í bólkaspælinum)
1954
Vesturtýskland-Ungarn 3-2
1958
Brasil-Svøríki 5-2
1962
Brasil-Tjekkoslovakia 3-1
1966
ongland-Vesturtýskland 4-2 (eftir umdyst)
1970
Brasil-Italia 4-1
1974
Vesturtýskland-Holland 2-1
1978
argentina-Holland 3-1 (eftir umdyst)
1982
Italia-Vesturtýskland 3-1
1986
argentina-Vesturtýskland 3-2
1990
Vesturtýskland-argentina 1-0
1994
Brasil-Italia 0-0
(3-2 til Brasil eftir umdyst og brotsspørk)
1998
Frakland-Brasil 3-0
2002
Brasil-Týskland 2-0
2006
Italia-Frakland 1-1
(5-3 til Italia eftir umdyst og brotsspørk)
2010
Spania-Holland 1-0 (eftir umdyst)
hm2010 Hóast Uruguay einki
heiðursmerki fekk, bleiv Diego Forlán
kosin besti spælari, og týski Thomas
Müller bleiv toppskjútti, hóast
tríggir aðrir skutu líka nógv mál
Allar HM-finalurnar