fríggjadagur 25. januar 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 17 - 25. januar 2002
Nr. 17 - 25. januar 2002
3
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum
gleddu meg á 80 ára føðingardegnum, við
vitjan, gávum, fjarritum, uppringingum og
tykkum sum hjálptu til.
Heilsan
Jacob Reinert, Tórshavn
Lívfrøðingur ella
bachelor í lívfrøði
Havlívfrøðiliga royndarstøðin søkir eftir lívfrøðingi
til umhvørviskanningar á føroyskum firðum.
Arbeiðið fevnir um at tilrættaleggja kanningar og
taka lut í innsavningararbeiði,og at arbeiða tilfarið
endaliga á kanningarstovu. Viðkomandi, ið settur
verður skal eisini kunna átaka sær at arbeiða við
teoretiskum verkætlanum og savnskendum upp-
gávum.
Høvuðsuppgávur
• At savna inn ryggleys djór
• Navngreining
• Hjálp til við ymiskum verkætlanum
• Skriva frágreiðingar
• Røkt av dýrasavni og ritsavni
Førleikakrøv
• Umsøkjarin skal hava útbúgving sum lívfrøð-
ingur ella bachelor í lívfrøði, ella samsvarandi
útbúgving.
Fyrimunir annars
• Kunnleiki til ryggleys djór
• Teldukunnleiki, serliga tekstviðgerð, rokniark,
GIS og dátubasu
• At vera stinnur í føroyskum máli bæði í
skrift og talu
• Duga at tosa og skriva enskt á brúksstøði
• Kunna sigla bát og duga vanligan
sjómannskap
• Koyrikort
• Kaving
Setanarviðurskifti
Starvið verður at seta skjótast til ber.Starvið verður
lønt eftir sáttmálanum millum Føroya Magistara-
felag og Fíggjarmálastýrið. Starvið verður í fyrsta
umfarið avmarkað til eitt ár. Møguliga verður
starvstíðin longd.
Umsókn
við upplýsingum um útbúgving og royndir skulu
verða Havlívfrøðiligu royndarstøðini í hendi í sein-
asta lagi 11. februar 2002. Nærri upplýsingar um
starvið kunnu fáast við at venda sær til leiðaran
Jan Sørensen á tlf. 316111.
Havlívfrøðiliga royndarstøðin
180 Kaldbak • fax 316361
Miðvágs
Arbeiðarafelag
Aðalfundurin verður 16. februar kl. 16.00.
Nevndin
- Tað er átrokandi
neyðugt, at ein
viðgerðarstovnur fyri
ungar rúsevnismis-
nýtarar verður settur
á stovn beinanvegin.
Spurningurin er, um
Fyribyrgingarráðið er
sína uppgávu vaksið,
tá ið tað ikki tekur
rúsevnismisnýtsluna í
álvara og setur tiltøk í
verk, sigur Erna S.
Hákonardóttir,
alkohol- og
familjuráðgevi
MISNÝTSLA
Turið Kjølbro
Handtøkan av fleiri monn-
um, sum eru skuldsettir fyri
at flyta inn og selja rúsevni
í Føroyum, hevur enn eina
ferð sett rúsevnismisnýtsl-
una á dagskránna. Í tí sam-
bandi kom fram í fjøl-
miðlunum, at marknaðurin
av rúsevnum í Føroyum er
ógvuliga stórur og er
alsamt vaksandi. Rúsevni,
sum fyrr vóru óvanlig her á
landi, eru í dag alt meiri
vanlig. Alt annað líka sigur
hetta okkum, at nógv fólk
eru misnýtarar av rúsevni.
- Støðan er ógvuliga
álvarslig. Eg havi í seinast-
uni sæð nógv ungfólk
eksperimenterað við speed
og hasj. Niðurundirkomnar
mammur hava vent sær til
mín av neyð, tí teirra børn
eru í rúsevnum, sigur Erna
Sigrún Hákonardóttir, sum
arbeiðir sum alkohol- og
familjuráðgevi í Havn.
Serlig viðgerð
Ung við rúsevnistrupulleik-
um eiga at koma í eina við-
gerð, ið serliga er ætlað
hesum aldursbólkinum.
-
Rúsevnismisnýtslan
førir við sær so stórar heila-
broytingar og -skaðar, at
tað ræður um at fáa fatur á
teim ungu sum skjótast.
Fyrr tey verða hjálpt, størri
møguleika hava vit fyri at
hjálpa teimum. Annars
missa vit tey.
- Eg síggi vaksandi
trupulleikar av rúsevnum,
og sum ráðgevi upplivi eg
størsta maktarloysi, at vit
ikki enn eru farin í gongd
við at gera eina viðgerð fyri
ung. Nógv dugnalig fakfólk
eru í Føroyum, men hesi
eiga at verða skúlað serliga
í viðgerð fyri ung. Tað er
rópandi neyðugt, at hetta
verður gjørt beinanvegin.
Verandi viðgerðarstovnar
megna ikki hesa uppgáv-
una, ikki minst tí, at ung-
lingurin ikki er fullvaksin.
Heilt aðrir viðgerðarhættir
verða brúktir til ungfólk
enn til vaksin. Avrúsing av
rúsevnum er nógv truplari
og verri enn avrúsing av
rúsdrekka. Tað er í grundini
eitt kynstur at hjálpa mis-
nýtarum burtur úr eini
misnýtslu.
- Alla aðra staðni eru væl
útbygdir viðgerðarstovnar
til ung, nógva staðni eru
skúlar knýttir afturat teim-
um soleiðis at tey ungu ikki
missa skúlagongd. Vit eiga
ikki at billa okkum inn, at
vit ikki hava tørv á eini
serligari viðgerð fyri ungar
misnýtarar her.
Myndugleikarnir sova
Einki bendir á, at ein
slíkur
viðgerðarstovnur
verður settur á stovn.
- Tá ið okkara myndug-
leikar sova og ikki ynskja at
tosa um hesi viðurskiftini,
hendir einki. Teir halda væl
standa til, tá ið vit hava
tveir viðgerðarstovnar, men
hvussu úrslitini eru á
hesum stovnum gáa teir
ikki um, ei heldur spyrja
eftir. Út frá hagtølum, sum
eiga at vera til um misnýtsl-
una sum er, eiga myndug-
leikarnir og eitt nú Fyri-
byrgingarráðið at seta í
gongd tiltøk og fyribyrg-
ingararbeiði av ymiskum
slag. Soleiðis er í øðrum
londum. Eg seti spurnar-
tekin við, um Fyribyrging-
arráðið er sína uppgávu
vaksið, tá ið tað ikki tekur
henda spurningin upp og
viðger hann í álvara. Fylgir
Fyribyrgingarráðið
ikki
við, hvat hendir í samfelag-
num, veit eg ikki, hvat tað
skal brúkast til. Hóast alt
kókar um rúsevnismis-
nýtslu og annað misbrúk,
letur
Fyribyrgingarráðið
ikki við seg koma. Eingin
almennur fundur er hildin
um evnið, ongar lýsingar
verið, ongin upplýsing og
so framvegis. Um fyribyrg-
ing er at halda fyrilestur á
skúlum eina ferð um árið,
er tað alt annað enn nóg
gott, sigur Erna S. Hákon-
ardóttir.
Erna S. Hákonardóttir
hevur vent sær til Fyribyrg-
ingarráðið, men er haðani
víst til onkran annan.
- Tað letur til, at eingin
tekur hesa gongdina í álv-
ara. Eftir mínum tykki átti
tað verið fremsta uppgávan
hjá Fyribyrgingarráðnum at
viðgjørt
hesa
ræðandi
gongdina og sett tiltøk í
verk.
Máta misnýtslu
Eftir áheitan frá Ernu S.
Hákonardóttir ber til á
Apotekinum at bíleggja
mátingarstokkar, sum máta,
um rúsevni, heilivágur ella
annað er í blóðnum. Eitt nú
kann hasj mátast í blóðnum
í upp til 36 dagar eftir, at
viðkomandi hevur nýtt hasj
seinastu ferð.
Ungir rúsevnismisnýtarar
í Føroyum sleptir uppá fjall
- At senda ungar rúsevnismisnýtarar á
viðgerðarstovnarnar, vit hava, er alt
annað enn nóg gótt, sigur Erna S.
Hákonardóttir, alkohol- og
familjuráðgevi
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
3
2
DANSUR
Ingrid Bjarnastein
Sunnudagin
20.
januar
hevði Dansifrøði aðalfun,
har
tveir
nevndarlimir
stóðu fyri vali. Edmund
Nysted stillaði uppaftur, og
varð eisini afturvaldur.
Ann-Mary á Rógvi Ras-
mussen stillaði ikki upp-
aftur, og ístaðin fyri hana
kom Jacob Rummerhoff.
Nevndin, ið skipar seg sjálv
sær nú soleiðis út: Erling
Jørgensen, formaður, Jacob
Rummerhoff, næstformað-
ur, Árni Svartafoss, kassa-
meistari, Edmund Nysted,
skrivari og Karstin Hansen
nevndarlimur. Sigrun Ru-
beksen varð vald, sum
eykalimur.
Skráin fyri fyrru helvt av
2002 er løgd, og hon byrjar
longu í morgin 26. januar,
tá Dansifrøi hevur eitt stórt
dansitiltak í Norðurlanda-
húsinum í sambandi við, at
felagið fyllir 30 ár. 144 fólk
vera við í tiltakinum.
Tiltakið byrjar klokkan
15.00 og atgongumerki eru
at fáa í Norðurlandahúsin-
um á 80 krónur.
Nýggj nevnd við rimmar dansitiltaki
Signar á Brúnni
stillar ikki upp til
løgtingsvalið í vár, og
nú tykist vegurin hjá
Torbirni Jacobsen
liggja víðopin inn í
løgtingið. Formað-
urin fyri Tjóðveldis-
flokkin harmast
avgerðina hjá Signari
POLITIKKUR
Eyðun Klakstein
Signar á Brúnni hevur boð-
að nevndini í Eysturoyar
Tjóðveldisfelag frá, at hann
fer ikki at stilla upp til
komandi løgtingsval.
Hetta verður fyrstu ferð
síðani 1970, at tjóðveldis-
maðurin í Fuglafirði ikki
stillar upp á løgtingsvali.
Eysturoyar Tjóðveldis-
felag hevði annan upp-
stillingarfund í Leirvík
mikukvøldið, og tá kom tað
fram, at Signar á Brúnni fer
at gevast í politikki.
– Eg havi hugsað nógv
um, hvørt eg skuldi halda
fram, men eg eri komin til
ta niðurstøðu, at eg fari ikki
at stilla upp til komandi
løgtingsval, sigur Signar á
Brúnni.
– Tá tú hevur verið við í
politikki í so nógv ár sum
eg, so kemur tíðin eisini, tá
tú skalt lata onnur fólk
sleppa framat.
Ein uppstillingarfundur
er eftir í Eysturoyar Tjóð-
veldisfelag, og spurning-
urin er, um flokkurin fær
roynda politikaran at broyta
støðu.
– Nei, eg ætli mær ikki at
broyta
avgerðina,
slær
Signar á Brúnni fast.
Hann sigur, at stríðið um
landsstýrissessin í fyrraárið
einki
hevur
við
hesa
avgerðina hjá honum at
gera. Tað er lagt afturum,
sigur h
Tveir toppskorarar
burtur
Avgerðin hjá Signari hevur
við sær, at vegurin hjá
Torbirni Jacobsen tykist
liggja víðopin inn í løg-
tingið.
Á seinasta valinum fekk
Signar á Brúnni 286 at-
kvøður, meðan Tobbi fekk
232. Triði maðurin á listan-
um var Hans Tausen Olsen,
sum fekk 145 atkvøTað er
smeitur fyri tjóðveldislistan
í Eysturoynni, at Signar
ikki stillar upp, og smeitur
kennist ivaleyst dyggari av,
at Hans Tausen Olsen, sum
var
triðbestur
seinast,
heldur ikki stillar upp.
Harmast avgerðina
Formaðurin
fyri
Tjóð-
veldisflokkin, Høgni Hoy-
dal, sigur seg harmast um
avgerðina hjá Signari um at
taka seg aftur.
– Signar er ein av okkara
mest royndu politikarum,
og eg hevði vónað, at hann
vildi taka eitt tak afturat
fyri flokkin. Tí er tað
harmiligt, at hann ikki still-
ar uppaftur, sigur Høgni
Hoydal.
Ger hetta støðun hjá
Tjóðveldisflokkinum
í
Eysturoynni
veikari
til
komandi val?
– Tað rokni eg ikki við.
Nú er listin ikki endaligur
enn, men eg vænti, at
Eysturoyar Tjóðveldisfelag
hevur nógv onnur góð fólk
at seta á listan.
Kann avgerðin hjá Sign-
ari hava nakað at gera við
stríðið um landsstýrissessin
hjá honum?
– Nei, tað meti eg ikki.
Tað málið var viðgjørt, sum
tað skuldi í flokkinum, og
Signar var eisini sjálvur við
til at taka avgerðina. Bæði
áðrenn og aftaná hava vit
tosað væl saman, so tað
hevur neyvan nakað við
hesa avgerð at gera. – Eg
vóni, at Signar vil arbeiða
fyri flokkin, hóast hann
ikki fer at stilla upp.
Flokkurin hevur brúk fyri
hansara drúgvu royndum í
politikki,
sigur
Høgni
Hoydal.
Ungur á ting
Signar á Brúnni var fyrstu
ferð valdur í løgtingið í
1970, og hann var tá yngsti
løgtingslimur. Síðani 1970
hevur Signar stilla upp
hvørja ferð, og bara eina
ferð slapp hann ikki inn.
Tað var í 1980, tá Petur
Reinert varð valdur á
tjóðveldislistanum í Eyst-
uroynni. Fýra ár seinni var
Signar aftur í tinginum, og
seinast í áttati árunum var
hann leiðari í Tjóðveldis-
flokkinum.
Hann var við til at skipa
samgonguna í 1989, og tá
gjørdist hann eisini vara-
løgmaður.
Hann
hevur
síðani sitið trý skifti sum
landsstýrismaður
í
samanlagt fimm ár.
Noyddist úr
landsstýrinum
Í mars mánaði 2000 fór
Signar á Brúnni úr lands-
stýrissessinum eftir at ivi
var sáddur um embætis-
førsluna hjá honum. Ein
kanning reinsaði seinni
Signar fyri allan illgruna,
men hann fekk ikki lands-
stýrissessin aftur, sum hann
segði seg hava fingið lyfti
um.
Tá núverandi sjálvstýris-
samgonga varð skipað fyri
fýra árum síðani, tóktist
Signar á Brúnni vera eitt
upplagt val til starvið sum
løgtingsformaður,
men
politiska
kabalin
gekk
øðrvísi upp, og Signar
gjørdist landsstýrismaður
við mentamálum.
Signar á Brúni er útbúgv-
in lærari. Hann hevur
starvast meginpartin av
tíðini í Fuglafirði, har hann
eisini er ættaður, men hann
hevur eisini verið lærari á
Strondum og í Leirvík.
Signar takkar
fyri seg
– Tá tú hevur verið við í politikki í so nógv ár sum eg, so
kemur tíðin eisini, tá tú skalt lata onnur fólk sleppa framat,
sigur Signar á Brúnni
Nýggja nevndin í Dansifrøi
er skipað, og verður skipað
fyri stórum tiltaki í
Norðurlandahúsinum í
morgin
Mynd: Álvur Haraldsen