Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 17 - 25. januar 2002 Nr. 17 - 25. januar 2002 5 Barnafløgan Terji & Kettlingarnir kom út í november mánaða. Fløgan hevur ikki fingið so nógva um- røðu í fjølmiðlunum, men hóast tað, so varð fyrsta uppleggið uppá 1000 fløgur útselt til jólar. Nú vísir tað seg, at fløgan er á veg til Danmark- ar, har hon skal út á danska marknaðin við donskum teksti, men sama tónleiki FLØGUÚTGÁVA Ingrid Bjarnastein Terji og Kettlingarnir. Ein fitt føroysk barnafløga við 13 løgum og harafturat er ein søga í endanum um eina kettu, sum fangar mýs á løgmansskrivstovuni, og harumframt kann hon eisini nýtast til teldur. Stjórin á fyritøkuni DCM, sum hevur staðið fyri at prenta fløgurnar, hevur nú sett seg í samband við Terja Ras- mussen, tí hann hevur áhuga í at geva sangirnar út í Danmark við donskum teksti, men tónleikinum hjá Terja. – Eg má siga, at eg gjørd- ist heilt kløkkur tá hann ringdi, sigur Terji Ras- mussen. – Tær ferðirnar eg havi verið við til at givið eina fløgu út, havi eg ong- antíð havt nakað samband við teir sum prenta og gera fløgurnar. Vit senda bara tilfarið niður og so taka teir sær av restini. Rugbreyð, ikki candyfloss Stjórin í DCM sigur, at hann hoyrir, at tónleikurin er rugbreyð, og ikki candy- floss. Hann er ikki sum hinar døgnflugurnar – góðs er í. Hann skilti ikki tekstin sjálvandi, men hann hevði spælt fløguna umaftur og umaftur heima, og eisini roynt hana fyri børnunum í familjuni, og tað vísti seg at rigga fínt. – Tað er DCM, ein lýs- ingarfyritøka og Flemming Hanson, ið hava ætlanir um at gera eitt plátufelag, og ætlanin er tí at byggja felagið upp rundan um hesa fløguna. Terji & Kettling- arnir skal so vera fyrsta fløgan teir geva út, greiðir Terji frá. – Anker Eli, sum saman við mær gjørdi søg- una til fløguna, er nú farin í holt við at umseta og um- skriva tekstin. Nú gongur søgan fyri seg í kanalunum í Keypmannahavn ístaðin fyri í Sandageri, og fangar kettan mýs á Christians- borg ístaðin fyri á løg- mansskrivstovuni. 20.000 eintøk og trý videoløg Málið er at selja 20.000 eintøk av fløguni í Dan- mark. Alt annað verður roknað fyri ein fiasko. Minst eitt videolag skal gerast, men helst trý. – Hetta er ein millióna íløga, greiðir Terji frá. – Í Føroyum er tað soleiðis, at allar fløguverkætlanir sum fara í gongd eru rættiliga bíligar. Líkamikið hvat tú gert, so er tað ein so lítil íløga sum møguligt, og tað skal gerast so skjótt sum møguligt. Danir duga als ikki at skilja, at føroyingar klára at gera fløgur fyri so lítið av peningi. Ein fløgu- útgáva kostar millum 100.000 og 200.000 krónur í Føroyum. Ætlanin er, at fløgan skal koma út antin í ár ella fyrst næsta ár. Tónleikurin skal ikki gerast umaftur, men bara røddirnar syngjast inn á nýggjum av donskum børnum. Terji skal helst sjálvur syngja sangirnar, sum hann syngur á før- oysku fløguni harímillum Hodja úr Pjort, og James skal eisini syngja Hundalív, sum hann syngur á fløguni. Ikki er rættiliga vist enn nær fløgan kemur út. Talan er helst um seinni í ár, ella fyrst í næsta ári. Terji og kettlingarnir til Danmarkar løgan Terji & Kettlingarnir hevur selt yvir 1000 eintøk í Føroyum Tónleikurin hjá Terja Rasmussen kemur nú út á danska marknaðinum. Tónleikurin er tann sami, men sangurin verður á donskum Mynd: Jens Kr. Vang Verður skrivstovan, sum skal umsita Lokal Agenda 21 um- hvørvisætlanini, løgd í Havn, vil Tvøroyrar Kommuna ikki gjalda ÚTJAÐARAPOLITIKKUR Áki Bertholdsen Tann nógv umrødda “Lokal Agenda 21” ætlanin er ikki longur bara ein spurningur um umhvørvið. Nú er tað eisini blivið ein spurningur um útjaðarapolitikk. Á Býráðsfundi á Tvør- oyri mánakvøldið var spur- ningurin um Lokal Agenda 21 til viðgerðar. Lokal Agenda 21 er tað landsum- fatandi samstarvið á um- hvørvisøkinum, sum ætlan- in er at fáa á føtur í Føroy- um. Eftir býráðsfundin mána- kvøldið er tað púra greitt, at tað verður ikki treytaleyst, at Tvøroyrar Kommuna fer upp í Lokal Agenda 21 samstarvið. Endamálið er at seta eina Agenda 21 skrivstovu á stovn. Ætlanin er, at hvør kommuna skal betala 8,50 fyri hvørt fólkið í kommun- uni til hesa skrivstovuna og so skal Landsstýrið betala tað sama. Tvøroyrar Byráð hevði gjaldið til viðgerðar mána- kvøldið og har varð sam- tykt at taka undir við tí, men undir ávísum treytum. Tvøroyrar Kommuna samtykti at betala 8,50 krónur til eina Lokal Agenda 21 skrivstovu, men Býráðið vildi samstundis hava, at skrivstovan skuldi leggjast á Tvøroyri, har høli eru tøk til endamálið. Fæst ikki semja um, at skrivstovan skal leggjast á Tvøroyri, vil Býráðið í øð- rum lagi góðtaka, at hon verður løgd onkra aðrastað- ni í útjaðaranum í Føroy- um. Men Tvøroyrar býráð samtykti eisini, at verður skrivstovan løgd í Havn, vil Tvøroyrar Kommuna ikki gjalda til hana. Gjaldið, sum Tvøroyrar Kommuna skal betala, er 16.000 krónur. Annars varð upplýst á býráðsfundinum, at skrivar- arnir í Kommunusamskip- an Føroya hava róð fram- undir, at LokalAgenda 21 skrivstovan skal leggjast saman við skrivstovuni hjá Kommunusamskipanini í Havn, men tað góðtekur Tvøroyrar Býráð sostatt ikki. Býráðið sigur, at tað, at leggja skrivstovuna uttan- fyri Havnina er ikki annað enn fult í samsvari við út- jaðarapolitikkin hjá sam- gonguni. Eftir ætlan skal eitt fólk arbeiða á skrivstovuni í fyrstu syftu og at gerast skal ein fimm ára sáttmáli, har kommunurnar betala 8,50 fyri hvørt fólk í kommununi og landið tað sama. Men hvussu Agenda 21 umsitingin fer at síggja út eftir tað, var óvist og tað vóru býráðslimir á Tvør- oyri, sum væntaðu, at hon fór at veksa. Lokal Agenda 21 skriv- stovan verður ein umsiting, sum skal hjálpa og vegleiða kommununum í umhvørv- ismálum og ætlanin verður sett í verk sambært altjoða umhvørvisavtaluni, sum varð umdirskrivað í Rio de Janeiro í 1992, men tað er ikki fyrrrenn nú, at Føroy- ingar hava tikið stig til at gera eftir avtaluni Rækjurolarin hjá vágbingum, Hvanna- berg fekk eina sera tunga byrjan og nú er veðrið so ringt við Svalbard, at óvist er, nær hann fer avstað aftur. FISKISKAPUR Áki Bertholdsen Tað var við ikki sørt av bjartskygni, at menn sein- asta summar tóku seg sam- an at keypa ein rækjutrolara afturat í føroyiskaflotan. Men tíverri hava vónirnar ikki hildið, tí Hvannaberg hevur fingið so ringa byrj- an, sum hugsast kundi. Tað vil siga, at tað allar- fyrstu tíðina sá væl út. – Hvannaberg fór til fiskiskap í juli og longu síðst í august var hann í Føroyum við fullari last, 235 tonsum, sigur Jákup Olsen, reiðari. Men síðani hevur gingið av skriðuni. Fyrst hendi tað, at Hvannaberg fekk maskin- brek og lá í vikur í Svalbard og bíðaði eftir eykalutum. Og tá í hann fórut aftur, kom hann at liggja fastur í ísi í langa tíð. – Veðrið við Svaldbard hevur verið heilt óvanligt, tí ísurin kom longu í nov- ember,. Hetta komst, at hann lá av útnyrðingi í fleiri vikur út í eitt og tað førdi ísin við sær. Annars plagar ísurin ikki at koma, fyrrenn nú í januar og februar Jákup Olsen sigur, at av- leiðingin av tí hevur verið, at síðani í august, hevur Hvannaberg bara avreitt tvær lítlar lastir uppá eini 70 tons hvør. – Á veg heim, gekk maskinan aftur fyri og nú hevur skipasýnið kravt, at motorurin verður tikin í botn. Jákup Olsen sigur, at tí hevur báturin ligið á Havn- ini í eina tíð, men tað arbeiðið er liðugt nú. – Ætlanin er at royndar- koyra motorarnar í dag. Nær Hvannaberg fer av- stað aftur, er óvist. – Vit hava bara leiðirnar við Svaldbard at royna á og har eru ikki líkindi hjá so lítlum báti sum Hvanna- berg hesa árstíðina. Reiðarin sigur, farið verður tískil ikki avstað, fyrrenn líkindini eru betri. – At fara upp til Svald- bard at leggja seg fastan í ísi, tænir ongum endamáli, tí tað er bara at brenna olju. So kunnu vit tað sama liggja í Føroyum, sigur hann. Jákup Olsen avsannar so- statt eisini tíðindini um, at Hvannaberg longu skal vera lagdur sum tann fyrsti trolarin í hoyknar undan í kreppuni í rækjuflotanum. – Vit liggja, tí vit hava umvælt motorin Og vit fara, tá ið líkindi eru til tess, sigur hann. Mugu hava tíðar- avmarkan stuðul Men Jákup Olsen viðgong- ur, at støðan hjá Hvanna- berg er spent, eins og hjá øllum hinum rækjutrol- arunum, tí fiskiskapurin hevur verið lítil og prísiurin sera lágur. Tí heldur hann, at Lands- stýrið eigur at umhugsa at lata bátunum ein tíðarav- markaðan stuðul, eitt nú til at keypa olju fyri. – Ella er støðan tann, at vit vilja aftur í ta støðu sum var fyri nøkrum árum síð- ani, tá ið ein stóru partur av okkara nýggjastu skipunum vórðu latin av landinum fyri onki. So kunnu pol- itisku myndugleikarnir saktans sóla sær í, at teir hava eina greiða støðu, men spurningurin er, hvat teir fáa burturúr tí, tá ið avtorn- ar. Hann vísir á, at í øllum londum verður stuðul latin av ymsum slagi fyri at halda vinnuni gangandi, men mangan er hesin stuðulin krógvaður meiri og minni, ikki minst í ES. – Vit liva ikki av stuðuli, men hetta er ein partur av okkara høvuðsvinnu okk- ara og tað nyttar onki at kappa vinnuna av um knø- ini, tí viðhvbørt er neyðugt at stuðla í eina tíð fyri at ein vinna ikki skal missa fóta- festið, sigur Jákup Olsen. – Heldur hendan støðan fram, gongur tað ikki leingi afturat, leggur hann afturat. Fekk so vánaliga byrjan sum hugsast kundi Rækjutrolarin Hvannaberg úr Vági fekk eina stak óhepnað byrjan, men nú er motorurin høvuðsumvældur og nú verður bíðað eftir líkindum at fara nýggjan túr TRYGGING Áki Bertholdsen Nú eru øll børn, sum eru í barnaansingini á Tvør- oyri tryggjað. Tað hava tey ikki verið og eftir at onkur hevur gjørt vart við tað hjá bý- ráðnum, hevur umsiting- in kannað málið. Býráðið kom eftir, at tað var rættast at børnini, sum eru í dagrøkt, eru tryggjað, tí í løtuni er tað ongin trygging sum tekur við, um eitt óhapp skuldi hent og okkurt barn brýt- ur sær brillurnar, brýtur tenn, ella um álvarsligir skaðar henda. Talan er um 153 børn, sum tilsamans eru í barnagarði, dagrøkt ella í frítíðarskúlanum. Býráðið hevur fingið eitt tilboð frá tryggingini um at tryggja øll børnini. Hetta er ein trygging, sum kostar kommununi 11.500 krónur um árið. Men afturfyri veitir tryggingin upp til 500.000 krónur í endur- gjaldi , um eitt barn verð- ur avlamið, hon letur upp til 25.000 krónur í endur- gjaldi fyri tannskaðar og 17.000 krónur í endur- gjaldi um eitt barn doyr. Børn á Tvøroyri tryggjað Vilja hava skrivstovu at umsita umhvørvismál á Tvøroyri Tað verður ikki treytaleyst, at Tvøroyrar Kommuna fer at gjalda sín part av teirri nógv umrøddu Lokal Agenda 21 samstarvinum á umhvørvisøkinum C M Y K 5 4 Fyri hvønn Fyri hvønn Fyri hvønn