Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 17 - 25. januar 2002 Nr. 17 - 25. januar 2002 7 Oljufelagið Agip skipar í komandi viku fyri einum kunnandi túri til skotsku oynna Islay, har føroysk umboð fáa møguleik- an at hyggja eftir alduorku, ið tey nýta har um leiðir. Vit eru enn á einum byrjun- arstigi, og á túrinum fáa føroysku umboð- ini høvi til at kunna seg um viðurskiftini, sigur Ólavur Greger- sen, vinnuráðgevi hjá Agip í Føroyum ORKA Heri á Rógvi Í Føroyum nýta vit sum nú er vatnorku og diesel drivn- ar motorar til at gera streym. Seinastu tíðina hev- ur verið tosað nógv um, hvørt vit í Føroyum eiga at royna nýggjar leiðir á orku økinum. Millum annað hevur verið borið upp á mál, at fleiri royndir við vindmyllum eiga at verða gjørdar. Í Føroyum hevur SEV higartil víst munandi størri áhuga í vatnorku enn eitt nú vindmyllum. Hetta mynstr- ið fer kanska at broytast við tíðini. Í øllum førum verður skipað fyri einum túri til skotsku oynna Islay, har tey hava gjørt sær góðar roynd- ir við alduorku. Vinnuráðgevin fyri Agip í Føroyum, Ólavur Greger- sen, ávarar tó ímóti at selja skinnið, áðrenn bjørnin er skotin. Hann heldur tað hava sera stóran týdning, at vit minnast til, at hetta bert er ein túrur, har ferðalagið fær møguleikan at kunna seg um viðurskiftini við- víkjandi alduorku. Í stuttum ber tað til at greiða frá, at alduorka er skipan, ið útnyttar aldu- megina og brimið til at gera streym. Ferð Ferðalagið, ið mánakvøldið leggur leiðina úr Føroyum til Skotlands, telir átta fólk. Millum hesi átta eru umboð fyri Agip, SEV, Oljumála- stýrið og umboð fyri privat- ar føroyskar fyritøkur. Sjálvur steðgurin á Islay verður ikki serliga langur. Bert ein hálvan dag verður vitjanin á oynni. Fyritøkan, ið rekur verkið á Islay, Wavegen, hevur høvuðs- skrivstovu í Inverness, ið liggur í norður Skotlandi, har ferðalagið eisini hyggur framvið. Oyggin Islay er ikki nøk- ur stór oyggj, men hevur tó m.a. egnan flogvøll. Islay liggur í ein beinan vestan úr Glasgow, einar 100 km frá skotska stórbýnum. Oyggin er partur av oyggjabólkin- um The Hebridian Islands. Hóast oyggin ikki er serliga stór, ei heldur búgva har nógv fólk, so fær oyggin fitt av vitjandi hvørt. Oygg- in hevur egnan flogvøll. Landslagið og møguleik- arnir at búgva gott eru heilt í topp. Onkur einstakur lívsnjót- ari kennir kanska oynna frá tí nógva whisky, sum kem- ur hiðanífrá. Søgnin sigur, at oyggin skuldi verið kall- að upp eftir einari danskari prinsessu. Orka Hvussu er og ikki við oynni, so hava teir eitt aldu- orkuverk har. Talan er um eina orkukeldu, ið er fleiri staðni at síggja í Bretlandi, eitt nú á Orknoyggjunum. Stutt ber til at siga, at hetta er ein skipan, ið nýtir meg- ina í briminum til at gera orku. Tað virkar á tann hátt, at niðri við ein brimgarð ella annað verður bygd ein íseting. Tann luftin, ið brimið pressar uppeftir, fær eina turbinu til at mala, og harvið verður streymur til. Er einki brim ella størri aldur, so verður heldur eingin streymur framleidd- ur. Sum nú er, fáa eini 400- 500 hús streym frá aldu- orkuverkinum. Verkið gev- ur eftir hvat skilst eini 30% av samlaðu orkunýtsluni á Islay. Menning Spyr onkur eftir orsøkini til, at italska oljufelagið, Agip, skipar fyri einum tí- líkum túri, so skyldast hetta, at oljufelagið hevur skrivað undir at lata tíggju milliónir í førleikamenning í Føroyum yvir eitt trý ára tíðarskeið. Partar av hesum milliónunum fara sostatt til alduorku, og kunningina hjá teimum føroysku um- boðunum. Sambært vinnuráðgevan- um hjá Agip í Føroyum, Ólavur Gregersen, er hetta eitt áhugavert tiltak, hóast vit enn eru á fyrsta byrjun- arstigi. Serfrøðingar vita at siga, at Føroyar eru væl egnaðar til tílíkt sum aldu- orku. Veður og vindur gera tað soleiðis, at alduorkan í Føroyum er góð – eisini tað mesta av árinum. Ólavur Gregersen heldur fyri, at teir nú fara henda túrin fyri at kanna eftir, hvørja nyttu føroyingar kunnu fáa burturúr hesum. Einki mál er sett uttan at kunna seg um viðurskiftini. Maðurin við tí fína heitin- um vinnuráðgevi sigur, at talan er um sera umhvørv- isvinarliga orkukeldu. Tað er áður tosað um líknandi verkætlanir í Før- oyum, men hetta er tó nak- að, ið føroyingar sum so ikki kenna nógv til. Ein spurningur við aldu- orku er m.a., hvussu verkið passar inn í landslagið. Tal- an er um ein stóran beton- kassa, sum kanska ikki passar eins væl inn alla- staðni. Ferðalagið fer úr Føroy- um mánakvøldið; komið verður aftur til Føroya hós- kvøldið. Til Skotlands at hyggja nærri at alduorku Skotska oyggin, sum í komandi viku fær vitjan úr Føroyum. Oyggin hevur góðar royndir við at nýta alduorku á Orknoyggjunum hava menn roynt líknandi skipan sum á Islay. Myndin vísir, hvussu skipanin virkar. Skipanin á myndini er eitt sindur meira útbygt enn tann, ið føroysku umboðini fara at hyggja nærri at á Islay. Sum sæst á myndini, so kunnu enntá smærri aldubrot nýtast til at gera streym Vinnuráðgevin hjá Agip í Føroyum, Ólavur Gregersen, fer mánakvøldið til Skotlands saman við sjey øðrum føroyingum. Ørindini eru at hyggja at einum alduorkuverki á skotsku oynni Islay. Ólavur ávarar tó ímóti at selja skinnið, áðrenn bjørnin er skotin Í nøgd og veiðivirði vóru Gorpur og Skrápur bestir, men tá ið saman um kom, høvdu Munkur og Skúgvur eitt vet betri rakstrarúrslit FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Á hvørjum ári letur reiðara- virkið, P/F Beta í Saltang- ará, virðisløn til tær mann- ingar hjá felagnum, sum kunnu vísa á besta rakstrar- liga úrslitið í árinum, sum fer. Hetta hevur Beta gjørt í mong ár, og soleiðis var eisini undan jólum síðsta ár. Olaf Olsen, reiðari, sigur, at teir plaga at skipa fyri eini lítlari samkomu á Hotel Hafnia, tá ið øll skip- ini hava verið seinasta túrin undan jólum. Sera javnt Bestir í nøgd og veiðivirði síðsta ár vóru skipini, Gorpur og Skrápur, sum ávikavist Ólavur Samuel- sen á Toftum og Kjartan Egholm á Eiði føra. Skipini partrola. Teir fiskaðu millum 3.100 og 3.200 tons og seldu fyri einar 23 milj. krónur. Sostatt skuldu hesar manningarnar átt virðisløn- ina — og fingu teir hana eisini. – Men so tætt var millum skipini, at tá ið endaliga uppgerðin varð gjørd beint áðrenn samkomuna, vísti tað seg, at eitt annað par, Munkur og Skúgvur, høvdu eitt rakstrarúrslit, sum var eitt lítið vet betri, hóast teir høvdu minni veiðinøgd og lakari sølu. Teir høvdu nevniliga minni rakstrarút- reiðslur. Olaf Olsen vísir á, at hetta tó ikki var nakar trup- ulleiki. – Skipari og manning á Gorpi og Skrápi fingu sína virðisløn, men eina slíka fær manningin á Munki og Skúgvi eisini. Teir, sum føra Munk og Skúgv, eru fuglfirðingurin, Eyðfinn Jacobsen og strandingurin, Kriss Poulsen, sum býr í Havn. Ein »gularót« Reiðarin leggur dent á, at skipari og manning á øllum átta skipunum gjørdu eitt gott arbeiði síðsta ár, so fyri tann skuld kundu allar manningarnar fingið sína virðisløn. – Men hetta er so ein »gularót«, vit í fleiri ár hava latið skipara og mann- ing á teimum skipum, sum kunnu vísa á besta rakstrar- liga úrslitið, tá ið árið er úti. Hesaferð fingu skipararnir eina vakra innrammaða træplátu við ymiskum knútum, og hvør av mann- ingini fekk eisini eina gávu. Olaf dylur ikki, at árið 2001 var eitt gott ár hjá skipunum, sum felagið eigur. – Besta fiskiárið higartil var 1984; tá fiskaðu tey átta skipini, vit eiga, eini 200- 300 tons fleiri enn síðsta ár, sum í nøgd er tað næstbesta árið. Men samlaða avreiðing- arvirði síðsta ár er tað besta nakrantíð, leggur hann aftrat. Einki avgjørt Nú P/F Beta byggir tveir nýggjar trolarar, sum skulu koma í staðin fyri tríggjar av gomlu Kuba-trolarun- um, er enn ikki avgjørt, hvørji trý av teimum átta skipunum hjá felagnum verða tikin úr flotanum. – Hetta fara vit at um- hugsa ógvuliga gjølla, áðr- enn endalig støða verður tikin, sigur reiðarin. Spurdur, hvørjir skipar- arnir verða umborð á nýggju trolarunum, sigur Olaf Olsen, at tað er ikki alment kent enn. – So, tað kann eg einki siga um í løtuni, sigur reið- arin. P/F Beta eigur skipini, Gorp og Skráp, Munk og Skúgv, Trast og Skarv og Havhest og Græling, sum øll eru í vinnu. P/F Beta, Saltangará, letur virðisløn fyri besta rakstrarúrslitið: Gorpur, Skrápur, Munkur og Skúgvur stavn um stavn – Eg dugi ikki til annað enn at fiska, sigur royndi skiparin FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Vit eiga nógvar góðar skip- arar kring landið, bæði trol- línu-og snelluskiparar, og vit eiga eisini nógvar góðar útróðrarmenn, sum hava eina velduga vitan um inn- aru leiðirnar. Ein av teimum stinnastu skiparunum hjá P/F Beta, er Ólavur Samuelsen, sum er ættaður úr Vík, men býr á Toftum. Ein annar er eiðismaðurin, Kjartan Egholm, ein triði Eyðfinn Jacobsen í Fuglafirði og ein fjórði Kriss Poulsen, sum er ættaður av Strondum, men býr í Havn. Nólsoyingurin, Leif Nolsøe, førdi Græling í nógv ár, og tað var ikki av ongum, at onkur skemtiliga nevndi hann »upsamord- arin«. Og soleiðis kundu vit hildið fram. Fleiri virðislønir Ólavur Samuelsen hevur sum skipari hjá P/F Beta verið við til at vunnið fleiri virðislønir og ta einu ferð- ina, meðan hann førdi Skarv, fekk hann ein út- stappaðan Skarv, sum stendur til prýðis í stovuni hjá honum. Spurdur, hvussu tað ber til, at fiskieydnan fylgir honum, er hann lítillátin og ger lítið burtur úr. – Tað er torført at siga, men øll skipini hjá P/F Beta eru eins. Gorpur og Skráp- ur fingu eins og Skarvur og Trastur nýggj spøl fyri nøkrum árum síðan, meðan hini skipini hava gomlu spølini enn. Hann sigur, at nýggu spølini gera mun, men tað eru ikki tey, sum skapa fiskin. – Hesi spølini gera, at tað gongur skjótari fyri seg; tey hiva skjótari, og tú kanst hava meira weir á trumluni og royna á djúpri vatni. Men tað er ikki altíð, at hetta hevur so stóran týdn- ing, tó at tað í longdini er ein fyrimunur. Ólavur hevur júst fylt 53 ár, og um heilsan verður, ætlar hann sær at sigla nøkur ár aftrat. – Eg dugi ikki til annað enn at fiska, sigur hann. Skipini liggja Gorpur, sum Ólavur førir og Skrápur, sum Kjartan Egholm førir, hava nú ligið í meira enn ein mánaða vegna klassingar, men Ólavur væntar, at skipini verða klár at fara útaftur í dag. – Tað er nógvur fiskur at fáa, so tað ræður um at sleppa avstað aftur sum skjótast, sigur hann. Ólavur fýlist annars á upsaprísirnar í løtuni, sum hann heldur vera alt ov lágar. – Vit hava sæð, at onkur skip seinastu dagarnar hava landað upsa fyri millum 3 og 4 kr. fyri kg., og tað ljóð- ar av ógvuliga lítlum. Skiparin undrast yvir, at upsaprísurin í Føroyum er so lágur, tí sum hann sigur, so eru prísirnir ikki falnir uttanlands. – Tað ljóðar millum manna, nú nógvur upsi er at fáa og nógver á marknaðin- um, at keyparar »rotta« seg saman og trýsta prísin; tí er ikki óhugsandi, at vit fara onkran túrin uttanlands at selja, um vend ikki kemur í. Men hetta er ein spurning- ur, sum reiðaríið tekur sær av, sigur Ólavur Samuelsen, skipari. Gorpur og Skrápur og Munkur og Skúgvur lógu »stavn um stavn«, tá ið árið var úti. – Sostatt fáa skipari og manning á øllum fýra skipunum virðisløn, sigur reiðarin, Olaf Olsen Ólavur Samuelsen, skipari: Hevur fingið fleiri virðislønir C M Y K 7 6 Úts tsøla la -50% Kallkyn Vágsbotnur Tel. 31 62 06 Byrjar fríggjadagin 25/1 kl. 9.00 av øllum útsøluvørum