Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 17 - 25. januar 2002 Nr. 17 - 25. januar 2002 9 Mándagin fekk ein útróðrarbátur úr Sørvági stóran skaða av eldi. Báturin lá í bátahylinum, og eingin mansskaði hendi ELDUR Edvard Joensen Sørvági: Glastrevjabáturin Dunga Hans úr Sørvági fekk stóran skaða, tá eldur var í stýrihúsinum. Eingin mansskaði stóðst av eldin- um. Mánadagin kom eldur í ein glastrevjabát, sum lá í bátahylinum í Sørvági. Innan úr stýrihúsinum er alt farið fyri einki. Øll tólini mugu skiftast út, eins og garneringin øll má gerast av nýggjum. Helst verður eisini neyðugt at skifta allar rútarnar. Ein rútur í bak- borði, har eldurin var, er brotin. Sprongdur av hita. Tað stendur ein fiska- kassi á bryggjuni. Har eru radari, GPS'ari, ekkolodd og onnur tól í, sum tikin eru úr Dunga Hansi. Eisini eru brendir akkumulatorar og onnur útgerð at síggja. – Eitt óluksáligt skil at liggja her avbrendur, með- an fiskurin svimur upp á land. Jógvan Falkvard í Sør- vági, sum eigur Dunga Hans, er í ringum skørum, av at tað skuldi ganga so illa nú beint upp undir vár- róðurin. Hann stendur hálvur und- an lastalúkuni á glastrevja- báti sínum. Er farin at rudda eftir eldin. Báturin skal gerast aftur, eru hann og tryggingin vorðin samd um. Men tað verður ein strika í rokningini kortini, tí tað fer ov nógv tíð, heldur Jógvan. Tað var eitt skammlop í elskipanini, sum gjørdi, at eldur kom í, greiðir hann frá. Hann sigur, at hann hevði verið í bátinum, stutt áðr- enn hann fekk boð um eldin. Tá hann lat hurðina upp, vaks eldurin knapp- liga, tí luft slapp til. Hann hevði eina vatnslangu úr landi í hondini, og við henni fekk hann sløkt eldin, áðrenn sløkkiliðið a flog- vøllinum, sum eisini var boðsent, kom á staðið. Eldsløkkjarin var inni í húsinum, og har var ikki komandi at fyri hita. Tað verður ein rímiliga dýrur umgangur eisini, vísir hann á. Gamaní fer tryggingin at gjalda, men einastaðni oman fyri hálvt- annaðhundratúsund krónur væntar hann, at skaðin fer at kosta. – Og so koma teir nú og siga mær, at um eg hevði havt eina ella aðra trygging - eg minnist ikki, hvat hon eitur - so hevði eg krav upp á at fáa annan bát, meðan eg bíði eftir, at hesin verður afturgjørdur. Hví segði eingin mær tað, tá eg tekn- aði hesa tryggingina? fýlist Jógvan Falkvard á. Ikki tí. Hann fer neyvan at ganga hendur i lumma kortini, tí longu nú hevur hann fingið annan bát, sum liggur i Sørvági, í boði, og hann væntar, at hann fer at taka av. Hóast Jógvan ikki er nak- ar ársungi, hann er komin til pensiónsaldur, ætlar hann ikki at leggja seg á landi kortini. – Eg havi ikki tíð at leggja meg at doyggja, meðan fiskaprísurin er so høgur, heldur hann. Eldur í sørvágsbáti Stýrihúsið fór illa innan av eldinum Mynd: Edvard Joensen Øll nautiska útgerðin er kasserað, og nýggj má setast íaftur Mynd: Edvard Joensen Hydro-Tech savnar alt virksemið á Eiði undir sama tak í nýggja smiðju- bygninginum á havnarlagnum. Gamli smiðjubygn- ingurin verður væntandi seldur fyrsta dagin VINNUMÁL Edvard Joensen Eiði: Gamli smiðjubygn- ingurin hjá Hydro-Tech á Eiði verður helst seldur ein av komandi døgunum. Samráðingar- nar eru komnar væl áleiðis, og smiðjan fer at flyta alt virksemið í nýggja bygningin á havnarlagnum. Tann nýggi smiðju- bygningurin er rættiliga nógv størri enn tann gamli, og klárar at hýsa øllum virkseminum hjá smiðjuni, sigur Ólavur Asafsson Olsen, stjóri á Hyrdo-Tech. Í gamla bygninginum er einki virksemi hjá Hydro-Tech sum so, annað enn at skrivstovu- høli og matarhøli eru eftir. Tá so tað alt er flutt í nýggja bygningin, verður arbeiðsligari hjá teimum, væntar stjórin. Partur av gomlu smiðjuni verður leigaður út. Talan er um ein skipstimburmann, sum millum annað plagar at gera timburarbeiðið í teimum tvíkiljunum, sum Hydro-Tech smíðar á Eiði, skilir Sosialurin. Enn er eingin endalig- ur sølusáttmáli undir- skrivaður, og tí vilja partarnir, sum samráðast um handilin, ikki siga nakað meira um sjálvan handilin. Sosialurin skilir, at talan er um ein privat- persón, sum liggur framvið at keypa smiðjubygningin. Hann vil tó ikki siga nakað enn, tí sum viðkomandi sigur, er eingin handil avsluttaður. Men hinvegin noktar hann ikki fyri, at hann er áhugaður í at keypa smiðjuna. Hann hevur tilknýti til ávísa vinnu á Eiði og metir, at hølini eru egnað at brúka í tí sambandi. Har eru bæði goymslupláss eins og skrivstovuhølini eru inn- rættað. Møguligi keyparin sigur við Sosialin, at onkur fyrispurningur hevur longu verið um at sleppa at leiga seg inn í smiðjubygningin. men enn er eingin avgerð tikin um tað. Tó metir hann góðar møguleikar vera fyri, at verandi leigumál kunnu fara at halda fram. Hydro-Tech fer kort- ini at verða verandi í gamla smiðjubygning- inum fram til fyrsta mai, tí ikki fyrr enn tá vænta teir, at alt er klárt i nýggja bygninginum at taka í móti tí, sum eftir er at flyta. Hydro-Tech flytir Hydro-Tech fer at flyta úr smiðjubygninginum fremst á myndini í stóra bygningin longst burtur Mynd: Edvard Joensen – Eri eg ikki kendur sum er, so koma fólk at kenna meg aftaná hesa sendingina, sigur Hans Birgir Hansen, býarmynd í Havn. Hann skal tosa, syngja, dansa og undirhalda í eini portrettsending, sum Sjónvarp Føroya tekur upp í løtuni SJÓNVARP Eyðun Klakstein Hans Birgir Hansen verður í næsta mánaði høvuðsleik- ari í nýggjari sending, sum Sjónvarp Føroyar er í holt við at framleiða. Hans Birgir er býarmynd í Havn, men nú fáa allir føroyingar høvi at uppliva og hoyra hann. Hann fer at siga sína hugsan um lív sítt, hann fer at syngja og dansa, og hann fer at taka hyggjar- an við inn í gerandisdag sín við sínum egna lítla sjón- varpskamera. – Eri eg ikki kendur sum er, so koma fólk at kenna meg aftaná hesa sending- ina, heldur Hans Birgir Hansen. Hann hevur seinastu tíð- ina havt eitt lítið sjónvarps- kamera hjá sær alla staðir, sum hann hevur verið, og Sjónvarpið hevur eisini gjørt nógvar upptøkur av honum. Helt tað snúði seg um sjónvarpsgjaldið Alt byrjaði mánadagin í næstusíðstu viku, tá Sjón- varpið ringdi til hansara. – Tá ið ein kvinna úr Sjónvarpinum ringdi, helt eg, at tað var tí, at eg ikki hevði goldið sjónvarps- gjaldið, men soleiðis var tað ikki. Hon segði, at hon vildi sleppa at gera eina sjónvarpssending um meg, greiðir Hans Birgir frá. Tað var Hans Birgir fúsur til beinanvegin, og síðani hevur hann lagt nógva orku í at fáa góðar upptøkur til sjónvarpið. Hann hevur havt eitt lítið kamera hjá sær, og hann hevur við hes- um tikið myndir, har sum hann vanliga ferðast í høv- uðsstaðnum. Harafturat hevur Sjón- varpið eisini tikið upp av Hans Birgiri á teimum støðum, har hann brúka stóran part av síni tíð. – Hendan sendingin skal vera livandi og undirhald- andi, og hon skal vísa ein Hans Birgir, sum tosar, syngur, dansar og undir- heldur, sigur høvuðsleikar- in sjálvur. – Hetta er nakað nýtt fyri meg, og tí havi eg verið eitt sindur nervøsur og spentur, men tað skal eg vera. Upp- tøkurnar skulu vera so ekt- aðar og natúrligar sum gjørligt, sigur hann. Sleppur at siga sína hugsan Tað er nýggja kvinnan í Sjónvarpi Føroya, Barbara Samuelsen, sum stendur fyri hesi sendingini. – Hetta verður ein hálvur tími um eina býarmynd í Havn. Øll í høvuðsstaðnum kenna Hans Birgir, og helst eisini nógv fólk kring land- ið. Tað slepst ikki undan, at nøkur fólk halda hann verða ein serskølt, men nú lata vit hann sleppa fram at í sjónvarpinum at greiða frá sínum hugsanum og tosa um lívið hjá sær, sigur Barbara Samuelsen. – Vit fylgja honum í ger- andisdegnum kring um í Havnini, har hann vanliga kemur. Hann hevur verið sera góður at samstarva við. Hann er í góðum lag og íðin eftir at fáa sum mest burturúr. Sendingin um Hans Bir- gir Hansen verður hálvan tíma til longdar, og hon skal sendast í SvF seint í februar mánaði. Hans Birgir dámar væl at syngja, og kanska fer hann nú at syngja ein væl kendan countrysang í komandi tíð. They’re gonna put me in the movies, they´re gonna make a big star out of me... and all I gotta do is act natural. Sjónvarpið ger portrett av Hans Birgir Hansen: – Nú koma øll at kenna meg – Tá ið ein kvinna úr Sjónvarpinum ringdi, helt eg, at tað var tí, at eg ikki hevði goldið sjónvarpsgjaldið, men soleiðis var tað ikki. Hon segði, at hon vildi sleppa at gera eina sjónvarpssending um meg, greiðir Hans Birgir Hansen frá Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 9 8 Brúktir bilar til sølu Sosialurin - 311820 www.ivan.fo www.ivan.fo Mitsubishi Pajero 3H km. 208.500, árg. sep. 1986 45.000,- Citroen Xantia 1,9 TD 5H km. 101.000, árg. jun. 1998 135.000,- Citroen Xsara 1,6i STC 5H km. 40.000, árg. jan. 1999 125.000,- Citroen Xantia 1,9 TD km. 94.000, árg. okt. 1996 115.000,- Mitsubishi Lancer 1,5 GLXi 5h km. 145.000, árg. mai 1992 52.000,- Mitsubishi L300 2,5TD Cosmos Van km. 112.000, árg. mar. 1996 120.000,- Mitsubishi Galant 2,0 GTi 5H km. 180.000, árg. feb. 1992 65.000,- Mazda 626 2,0 TD STC. 5H km. 67.000, árg. mai 1999 165.000,- Ford Escort 1,8D GLX 4H km. 187.000, árg. nov. 1995 51.000,- Ford Escort 2,0TD CLX stc. vøruvognur km. 128.000, árg. mai 1997 60.000,- Hyundai Accent 1,6LS km. 65.000, árg. feb. 1999 75.000,- Ford Escort 1,6i 16V km. 80.000, árg. jun. 1997 70.000,- Citroen AX 1,4 GT km. 115.000, árg. apr. 1989 17.000,- Mazda E2200 Vøruvognur km. 91.500, árg. mar. 1997 95.000,- Fiat Tipo 5H km. 108.500, árg. mai 1989 26.000,- Sýnaður 06'01 Sýnaður 06'01 Sýnaður 09'01 Sýnaður 12'01 Sýnaður 07'01 v/mvg v/mvg v/mvg OG FLEIRI AÐRAR BRÚKTAR BILAR SO HYGG INN Á GÓLVIÐ OG FÁ EITT GOTT TILBOÐ