mikudagur 14. juli 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Sum fryktandi var fyri áðrenn,
gjørdist talan um ein dyst, har
HB mestsum alla tíðina rann
aftaná og ongantíð fótaði sær.
Við kvikum og skjótum álops
spæli setti FC Red Bull Salzburg
dagsskránna á heimavøllinum
og kundi saktans havt vunnið
uppaftur meira.
Hagtølini aftaná søgdu, at
vertirnir høvdu heilar 26 skot
royndir, meðan HB bara hevði
fýra, sum allar komu av mið
vøllinum, tí Fróði Benjaminsen
átti tvær av teimum og Milan
Kulic ta einu, umframt at Rógvi
Poulsen hevði eitt skot, sum
ikki rakti málið.
– Hetta var sjálvandi eitt
øgiliga gott lið, sum vit spældu
ímóti, men vit gjørdu eina
rúgvu av feilum, og tá verður
tað uppaftur tyngri. Haraftrat
var tað tungt at spæla í hit
anum, tí meðan dysturin var,
vóru um 30 hitastig. Men skalt
tú hava úrslit burtur úr slík um
dystum, mugu allir vera førir
fyri at geva minst 100 pro
sent, og tað megnaðu vit ikki,
sigur Fróði Benjaminsen, lið
formaður hjá HB.
– Teir vóru frammanfyri
20 í hálvleikinum, men tá teir
so skoraðu til 30 beinanvegin
í seinna hálvleiki, var tað fyri
okkum sum at fáa ein framm
aná, tí vit høvdu í steðginum
tosað um, at vit – um ikki annað
– skuldu royna at vinna seinna
hálvleik ella at halda teimum
frá at skora. Tað eydnaðist
ikki, so tí gjørdist mótbrekkan
øgilig.
HB megnaði at halda tætt
í góðar 20 minuttir, so kom
fyrsta málið. Stutt fyri hálv
leik kom so eitt aftrat, og bein
anvegin í seinna hálvleiki fekk
FC Red Bull Salzburg tað triðja.
Eitt korter seinni var 40, og
átta minuttir fyri dystar enda
staðfestu vertirnir 50 sigurin.
– Tað er sjálvandi ikki long
ur ein spurningur um at koma
víðari, men á heimavølli fara
vit eisini at royna vinna. Tá
krevst sjálvandi, at allir eru
klár ir, tí tað verður ikki lætt.
Men um ikki annað, so sleppa
vit nokk undan at spæla í 30
hita stigum tá, staðfestir HB
lið formaðurin.
hilmarjan@sosialurin.fo
Myndir: www.redbulls.com
UEFA Champions League · Red Bull Arena, Wals-Siezenheim, 13. juli 2010 kl. 17.00
Red Bull Salzburg - HB 5-0 (2-0)
1-0: Gonzalo Zarate, 21.
2-0: Jakob Jantscher, 43.
3-0: Andreas Ulmer, 46.
4-0: Roman Wallner, 63.
5-0: Stefan Hierlander, 82.
Dómari: Igor Satchi, Makedonia
Red Bull Salzburg: Gerhard Tremmel – Christian Schwegler, Franz Schiemer, Ibrahim Sekagya, Andreas
Ulmer – David Mendes da Silva (Simon Cziommer, 60.) – Christop Leitgeb, Jakob Jantscher – Gonzalo Fulogio
Zarate, Dusan Svento (Nikola Pokrivac, 60.) – Roman Wallner (Stefan Hierlander, 75.)
Gult kort: Nikola Pokrivac
HB: Marcin Dawid – Pætur Jørgensen, Þórður S. Hreiðarsson, Hans á Lag (Rógvi Holm, 77.), Hendrik Rubeksen
– Símun Samuelsen, Fróði Benjaminsen, Vagnur Mohr Mortensen, Milan Kulic (Levi Hanssen, 59.), Rógvi
Poulsen – Andrew av Fløtum (Tór-Ingar Akselsen, 75.)
champions league Við nógva
hitanum og sterkari mótstøðu
ímóti sær, munaði HB einki í
útidystinum í gjárkvøldið ímóti FC
Red Bull Salzburg, sum vann ein
greiðan og uppibornan 5-0 sigur
HB hevði
ongan kjans
Hilmar Jan Hansen
Longu í lufthavnini niðri í Turka
landi fingu teir í Víkingi mánadagin
fyrsta forsmakkin uppá, hvat teir
kunnu vænta sær, tí einir 25 journa
listar stóðu og tóku ímóti. Tað var
í øllum førum annað og meira, enn
teir ljósabláu eru vanir við, tá teir
spæla í Sarpugerði…
– Eg havi so ongantíð í mínari
tíð við landsliðnum upplivað eina
slíka móttøku, sigur Jógvan Martin
Olsen, venjari hjá Víkingi, ið hevur
forhoyrt seg eitt sindur um, hvussu
tað man vera, tá spælararnir skulu
inn á vøllin á BJK Inönü Stadium
í annaðkvøld klokkan 19, føroyska
tíð.
– Vit eru blivnir ávaraðir um, at
tað er ein uppliving fyri seg, fyri
ikki at siga eitt sjokk. Spælararnir
koma helst at fáa eina løtu, ið er
nokk so nógv øðrvísi enn nakað av
tí, teir eru vanir við, men júst tað
royna vit eisini at tosa um og fyri
reika okkum til áðrenn.
Besiktas JK er eitt av stór feløg
unum í Turkalandi, og lítið man
vera at ivast í, at her fær Víkingur
nógv ta harðastu mótstøðuna,
nak að av føroysku liðunum kann
vænta sær í ár. Venjari er Bernd
Schuster, sum fyrr hevur verið í eitt
nú Real Madrid, og undir sær hevur
hann kendar spælarar og stjørnur
sum Rüstü Recber, Nihat Kahveci
og Ricardo Quaresma.
– Sjálvt um mótstøðan kann
tykjast ræðandi, eru spælararnir
bæði spentir og motiveraðir. Teir
vita, at tað ræður um at royna at
spæla, tí vit koma ongan veg, um vit
bara liggja og sparka bóltin burtur.
Verjuspælið má vera kompakt og
tætt, tí annars verður tað alt ov lætt
hjá hinum, sigur Jógvan Martin.
– Uppgávan er stór, men vit fara
at royna at gera okkara besta. Vit
eru farnir niður higar í góðari tíð, tí
vit vistu eisini, at hitin var øgiligur.
Um dagin eru 34 hitastig, men um
kvøldið, tá dysturin verður spældur,
fer tað at liggja um tey 30. Tað er
ríkiliga heitt hjá okkum, men so
leiðis eru umstøðurnar.
Áhugin millum turkiskar fjølmiðlar er øgiligur. Her verður
samrøða gjørd við formannin í Víkingi, Páll Gregersen,
meðan ikki færri enn tvey upptøkutól snurra…
Mynd: vikingur.fo
– Eg havi so ongantíð í mínari tíð við landsliðnum upplivað eina
slíka móttøku, sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi
Savnsmynd
evropa league Spælararnir hjá Víkingi kunnu
vænta sær eitt sjokk, tá hóskvøldið teir trína inn á
vøllin ímóti turkiska stórfelagnum, Besiktas
Víkingur í
turkiska hitanum
FJØlmiÐlaÁhugi