Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juli 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107 22 Sosialurin Oyggjablaðið Vilmund Jacobsen Ein av minstu bygdunum ella býlingunum í Eysturkommunu er bygdin Undir Gøtueiði, sum liggur við Skálafjørðin, beint innanfyri Skipanes. Markið millum Skipanes og Gøtueiði og samstundis markið millum Eysturkommunu og Runa­ víkar kommunu er Eiðisá. Undir Gøtueiði eru tilsamans 12 sethús, men í einum teirra búgva tvær familjur. Ein av teimum, sum er uppaksin Undir Gøtueiði og altíð hevur búð her, er 67 ára gamli, Regin Joensen. Hann veit at siga, at bygdin Und­ ir Gøtu eiði er frá 1852, og í nógv ár var hon partur av Nes sókn. Men fyri meiri enn hundrað árum síðan gjørd ist bygdin partur av gomlu Gøtu komm unu. Tá ið Gøta og Leirvík so løgdu saman í Eystur kommunu nøkur ár herfyri, gjørdist Gøtueiði náttúrliga ein partur av hesi kommunu. Tá Regin var smádrongur, vóru fimm hús Undir Gøtueiði, og tó at bygdin ikki er vaksin tað heilt stóra, búgva kortini fleiri fólk her í dag. Elstu húsini Regin Joensen veit at siga, at nøkur grundøkir eru tøk í bygdini, og tí er ikki óvist, at ikki onkur sethús fara at koma aftrat, sum árini ganga. – Vit bygdu okkum hús Und­ ir Gøtueiði í endanum av seksti­ árunum, men fyri nøkrum árum síðan keypti eg gomlu húsini, sum fyrstu niðurseturfólkini bygdu. Hesi havi eg sett í stand, og í august mánaði í fjør fluttu vit inn. Vit eiga trý børn. Tvey búgva í Havn og dóttirin, sum býr her heima, flutti inn í húsini, sum vit á sinni bygdu okkum. Hann sigur, at bæ ði pápi hansara, Alexander og abbin, Rasmus, eru ættaðir úr hesum húsum, sum nú eru sett í stand og aftur eru bústaður. Vilmund Jacobsen Í summum kommunum verða bygdanøvn og bygdamørk fløkt saman í ein ellibita. Tey ungu hugsa minni enn tey tilkomnu og gomlu um neyvu bygdamørkini, sum ofta eru. Fólk hava eitt nú trupult við at skilja ímillum Runavík, Saltangará og Glyvrar. Sama fyribrigdi kann síggjast í Nes kommunu, har skiljast skal millum Nes, Toftir og Saltnes. Uppaftur aðrastaðni kann togan vera um nøvnini Trongisvág og Tvøroyri – og vit kundu hildið fram. Fyri tey, sum eru vaksin upp á staðnum, er sjáldan nakar ivi, men fyri yngra ættarliðið – og kanska serliga fyri tey, sum flyta til bygdar ­ hava neyvu bygda­ mørkini sum heild ikki sama týdning. Regin Joensen, sum býr Undir Gøtueiði, sigur, at hóast Eiðisá er neyvt mark millum Skipa­ nes, sum hoyrir til Runavíkar kommunu og bygdina Undir Gøtueiði, sum hoyrir til Eystur­ kommunu, tekur hann tað ikki so tungt, um onkur sigur, at hann býr á Skipanesi. – Nei, vit hava einki ímóti at siga, at vit búgva á Skipanesi, um tað skal verða, sigur hann. Samanhald Regin Joensen sigur, at tá okkurt er í bygdunum, sum fólk eru saml aði um, kenna fólk Undir Gøtueiði og fólk á Skipanesi seg sum eitt fólk. – Vit hava altíð verið saman við fólkinum á Skipanesi, tá eitt nú nýggjársbál ella okkurt annað hevur verið á skránni. Økini liggja jú so tætt uppat hvørjum øðrum, børnini hava gingið í somu skúlum, og vit kenna okkum væl til sættis við fólk í grannabygdini, sigur hann. Regin vísir á, at bátahylur er í bygdini, sum hoyrir til Gøtueiði og soleiðis til Eysturkommunu, men í løtuni liggur bara ein bátur í hylinum, sum maður eigur, ið býr í kommununi. – Hinir eru bátar, sum fólk í Runavíkar kommunu eiga, men fyri okkum, sum búgva her, er hetta eingin trupulleiki. Vit siga einki um tað. Sjálvur eigur Regin Joensen ein seksæring, sum stendur inni í neysti. Skúlagongd Skúlabørn Undir Gøtueiði hava flestu árini, sum Regin Joensen kann minnast, gingið í skúlunum hjá Runavíkar kommunu – í Søldarfirði og úti á Glyvrum og Runavík. – Næmingarnir gingu eina tíð eystanfyri Gøtueiði í skúla, men fóru so útaftur á Skálafjørðin í staðin. Hann sigur, at tá pápi hans­ ara gekk í skúla, gingu næm­ ingarnir um Gøtueiði og til Gøtu í skúla. Tá var eingin skip­ aður skúlabarnaflutningur, og neyðugt var tí at ganga allan henda langa teinin. – Heimaftur úr Gøtu kundi myrkur koma á um vetrarnar, og tað var ikki altíð so tespiligt at ganga um Gøtueiði. Tí vildu tey, sum høvdu roynt hetta og seinni fingu børn sjálvi, ikki lata síni børn ganga hesa leiðina. Regin Joensen heldur, at orsøkin til, at skúlabørn Undan Gøtueiði fyri tað mesta hava hava gingið í skúlunum hjá Runavíkar kommunu, í fyrsta lagi hevur havt sína orsøk í, at hetta hevur verið høgligari. vilmund@sosialurin.fo Gomul byG nýGGjari k UNDIR GØTUEIÐI Aftrat Gøtu og Leirvík, ið eru miðalstóru bygd­ ir nar, sum mynda Eysturkommunu, eru tríggjar smáar bygdir ella býling ar eisini partur av hesi kommunu. Effo­støðin í Skála firði og eini sethús beint sunnan fyri støðina eru partur av hesi kommunu, og tað eru Gøtugjógv og bygdin Undir Gøtueiði eisini. Í dag seta vit kikaran á Gøtu eiði, har fólk av fyrsta tíð settu búgv í 1852 Halda saman við fólki á Skipanesi SAMANHALD Hóast fólk Undir Gøtueiði og fólk av Skipanesi hoyra til hvør sína kommunu, halda tey saman, tá okkurt er á skránni. – Vit hava einki ímóti at siga, at vit búgva á Skipanesi, um tað skal verða, sigur Regin Joensen ... vit kenna okkum væl til sætt is við fólkið í granna bygdini... REGIN JOENSEN Nýggja niðankoyringin til húsini í Eiðisbrekku byrjar nú í økinum hjá Runavíkar kommunu Mynd: Vilmund Jacobsen NÝGGJUR VEGUR