mikudagur 14. juli 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107
Sosialurin
Oyggjablaðið
Vilmund Jacobsen
Millum tey, sum seinast eru
flutt til bygdina Undir Gøtueiði
at búgva, eru Anna Elisa og
Hjalmar Jacobsen. Tey eru bæði
komin í pensjónsaldur.
Røturnar eru ávikavist í
Leirvík og á Skipanesi.
Anna
Elisa
og
Hjalmar
búgva ovast í Eiðisbrekku, beint
norðan fyri, har Oscar og Maud
Poulsen búgva. Adressan hjá
teimum er Eiðisbrekka 5 – og
postnummarið er einki minni
enn 666 Gøtueiði!
Tey búgva í húsum, tey
keyptu fyri nøkrum árum síð
an og trívast væl í vøkrum um
hvørvi og góðum grannalagi.
Eiðisbrekka
er
brøtt
og
ikki altíð so tespilig í kava og
hálku. Vanliga verður brekkan
ikki grivin fyri kava, hvørki av
Eysturkommunu, ei heldur av
Landsverki.
Mangan vetrardagin tekur
Hjalmar Jacobsen spakan í
egnar hendur og fer at grava, og
síðan heldur hann vegin opnan
við regluligum grevstri og salti,
sum Eysturkommuna koyrir
hon um til dyrnar.
Anna Elisa og Hjalmar Jacob
sen hava rættiliga funnið seg
til sættis Undir Gøtueiði, tó at
kavi og hálka um veturin kunnu
kennast eitt sindur strævin.
vilmund@sosialurin.fo
666 Gøtueiði
TRIVNAÐUR Postnummarið Undir
Gøtueiði er hitt margháttliga
talið 666. Men hetta ger ikki,
at fólk ikki trívast í bygdini
– Upprunaliga vendu húsini
oman og niðan, men abbi mín
bygdi uppí tey suðureftir og vendi
teimum soleiðis suður og norður.
Hetta var fyrst í 1900talinum.
Regin heldur, at orsøkin til, at
húsini vendu oman og niðan er,
at hetta kravdi minni útgrevstur,
samstundis sum kjallari fekst til
kúnna.
– Tey seinnu árini búði ein gamal
drongur í hesum húsum. Hann búði
mest hjá beiggja sínum, og tá beiggi
hansara doyði, flutti hann inn har.
Hann veit eisini at siga, at hin
fyrsti, sum fyri meiri enn 150 árum
síðan búði í hesum húsum, kom úr
Syðrugøtu, hin næsti kom av Skála
– og hin triði úr Kunoy.
– Teir giftust inn her, leggur
hann aftrat.
Áttu borgarstjóra
Vit spurdu eisini Regin Joensen,
hvussu tað er at vera ein so lítil partur
av eini miðalstórari komm unu, sum
gamla Gøtu kommuna var – og nú
eini lutfalsliga stórari kommunu,
sum Eysturkommuna er.
– Eg haldi ikki, at hetta hevur
riggað so galið. Tað er nú ikki bara
Gøtueiði, sum er ein so lítil partur
av
kommununi.
Gøtugjógv
er
eisini ein lítil partur, og síðan er
hin minsti parturin ella býlingurin
av Eysturkommunu Effostøðin í
Skálafirði og eini sethús, sum liggja
beint sunnanfyri støðina. Tað er
hesi húsini, sum bilasølumaðurin,
Jóhannes Berg, eigur. Tað var Júst
í Túni, sáli, sum bygdi hesi húsini,
meðan hann fekst við aling í
Skálafirði.
Hann heldur, at bygdin Undir
Gøtueiði
hevur
verið
rímiliga
væl fyri í kommununi, og hetta
kemst kanska ikki minst av, at
bygd in hevur átt borgarstjórar og
bygdaráðslimir í fleiri ár.
– Vit hava eisini havt umboð í
kommununi, síðan samanleggingina
í Eysturkommunu, men í setuni, vit
nú eru í, hava vit einki umboð, sigur
Regin Joensen.
vilmund@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen
Rættiliga nógv bilaferðsla gongur
eftir vegnum niðanfyri bygdina
á Skipanesi og bygdina Undir
Gøtueiði, men Regin Joensen, sum
er uppvaksin Undir Gøtueiði, og nú
er komin til pensjónsaldur, sigur,
at hann hugsar ikki so nógv um
ferðsluna.
– Her hevur altíð verið nógv
bilaferðsla, men eg hugsi ikki um
hetta til dagligt. Soleiðis hevur tað
altíð verið her, síðan bilarnir fóru at
koyra, men við Norðoyartunlinum
er ferðslan økt.
Regin heldur annars, at ferðslan
í økinum sum heild hevur gingið
væl, og hann sigur seg ikki minnast,
at nakrir serligir trupulleikar hava
verið á hesum vegastrekki.
Hann leggur aftrat, at útsýnið
eftir vegnum er hampiliga gott,
eins og løgreglan ikki so sjáldan ger
ferðmátingar.
Nýggj niðankoyring
Tá Eiðisbrekka, sum gongur niðan
til tey ovastu húsini í bygdini, varð
gjørd fyri kanska 20 árum síðan,
vórðu eini sethús, sum stóðu fyri
vegagerðini, tikin niður.
– Eg haldi, at hesi húsini vórðu
bygd undir seinna kríggi ella har
um leið. Tá tey, sum áttu húsini,
ikki kundu fáa byggiloyvi Undir
Gøtueiði, bygdu tey sær í staðin hús
úti á Skipanesi.
Regin Joensen sigur, at nú er
nýggj niðankoyring gjørd til húsini
við Eiðisbrekku, soleiðis at bilarnir
tryggari sleppa oman á høvuðsvegin
– og nýggja niðankoyringin byrj ar nú
í økinum hjá Runavíkar komm unu.
– So, her er rættiliga tætt millum
húsini Undir Gøtueiði, sum hoyra
til Eysturkommunu og tey, sum
hoyra til Runavíkar kommunu,
sigur hann.
Nýggja niðankoyringin til Eiðis
brekku ger tað eisini tryggari og
betri hjá teimum, sum búgva í
brekkuni, at sleppa oman og niðan
aftur í hálku.
vilmund@sosialurin.fo
d í
kommunu
12 HÚS
Undir Gøtueiði eru 12 sethús, men í tí eina húsinum búgva tvær
familjur. Regin Joensen býr í svørtu húsunum við hvítari grund
og við sprossavindeygum, sum síggjast fremst á myndini
Mynd: Vilmund Jacobsen
Hugsar ikki um ferðslu
Anna Elisa og Hjalmar Jacobsen er millum tey seinastu,
sum hava búsett seg Undir Gøtueiði. Hendan dagin, vit
hugdu fram við, høvdu tey fingið grind úr Sandoynni
Mynd: Vilmund Jacobsen
... upp runa liga vendu
húsini oman og niðan, men
abbi mín bygdi upp í tey
suður eftir og vendi teim um
soleiðis suður og norður...
REGIN JOENSEN