mikudagur 14. juli 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107
26
Sosialurin
Oyggjablaðið
Vilmund Jacobsen
Út við 100 fólk eru á lønarlista hjá
Fiskavirkinum í Gøtu. Hetta eru
fólk í øllum aldursbólkum, heilt
frá skúla næmingum til fólk, sum
eru farin langt um pensjónsaldur.
Tey yngstu, sum í løtuni arbeiða á
virkinum, eru næmingar, sum nú
eru í summarfrí og kunnu tjena
sær nakrar krónur í frítíðini. Nøkur,
sum arbeiða á virkinum, eru farin
um tey sjeyti, og mánadagin í hesi
vikuni fylti eitt av arbeiðsfólkunum
74 ár. Fólk eru fegin um at kunna
vera leingi í starvi, um tey annars
orka at arbeiða í fiski so langt upp
í árini. Millum tey, sum starvast á
virk inum, eru eisini nøkur hjún,
sum soleiðis burtur av hava sítt
livibreyð á Fiskavirkinum í Gøtu.
Tórgerð og Johannes Árni Gøthe
eru millum teirra, sum arbeiða í
fiski hvønn dag. Hann er farin um
pen sjónsaldurin, og hjá Tórgerð
líður væl.
Í august í ár hevur Tórgerð Gøthe
arbeitt á Fiskavirkinum í Gøtu í
samfull 25 ár út í eitt, og Johannes
hevur verið har eini 4-5 ár styttri.
Tá Sosialurin vitjaði fríggjadagin,
stóðu einar 4 kvinnur og saltaðu
fisk, og Tórgerð heldur fyri, at einar
tríggjar av hesum eru omanfyri
sjeyti ár.
– Kvinnurnar eru raskar, og tær
megna sítt arbeiði uttan trupul-
leikar, sigur hon.
Vrakar og pakkar
Uppgávan hjá Tórgerð er í løtuni at
vraka og pakka.
– Vit eru fleiri vrakarar, sum
standa við knívi og hygga at, hvussu
saltfiskurin, sum kemur frá rein-
skeringini, sær út. Er okkurt, sum
vit ikki halda er nóg gott, leggja vit
seinastu hond á flakið.
Hon sigur, at hin uppgávan hjá
einum vrakara er at meta um, hvørt
fiskurin, sum kemur eftir band-
inum, er av dygd 1, 2 – ella, um hann
fer í tað, sum rópt verður mix.
Fiskurin verður pakkaður í eskj-
ur, og her liggur vektin um 25-26
kilo í hvørjari.
Hesi 25 árini, síðan Tórgerð byrj-
aði at arbeiða á Fiskavirkinum í
Gøtu, hevur hon verið um alla fram-
leiðsluna, men í seinastuni hevur hon
bara verið inni í pakki rúminum, har
vrakingin eisini fer fram.
Á plássinum hon stóð hendan
dagin, Sosialurin vitjaði, rópa tey til
stuttleikar í »gásageiranum«, tí her er
kanska nakað trongligt at standa.
– Eg havi soleiðis verið við í
ymiskum framleiðslum og í ymisk-
um tíðarskeiðum á virkinum. Áður
varð fiskurin, sum fór í salt, rein-
skorin fyri salting, men so leiðis
verður ikki gjørt longur. Nú verður
fiskurin fyrst saltaður, og hann
verður ikki reinskorin og góðsku-
mettur, fyrr enn hann verður
pakkaður.
Tá
fiskurin
verður
góðsku mettur, verður serliga hugt
at bein um og sandmaðki.
Hon sigur, at á virkinum eru einir
16 reinskerarar, og síðan standa eini
4-5 fólk og reinskera tað, sum restar
í, góðskumeta fiskin og skilja hann
eftir dygd í eskjur.
Betraðar umstøður
Fiskavirkið í Gøtu byrjaði í sínari tíð
við sild, men seinni gjørdist virkið
Ein fjórðingsøld á
fiska virkinum í Gøtu
FRAMLEIÐSLA Tórgerð Gøthe hevur arbeitt á Fiskavirkinum í Gøtu í samfull 25 ár. Maður hennara, Johannes Árni
Gøthe, hevur arbeitt á sama virki sum konan í umleið 20 ár. Fiskavirkið er soleiðis fíggjarliga lívsgrundarlagið hjá
teimum báðum, eins og virkið hevur verið og framvegis er grundarlagið hjá nógvum familjum í nærumhvørvinum
25 ÁR
– Mær dámar væl at arbeiða í fiski. Tað siga tey 25 árini, eg havi starvast her, eisini. Viðhvørt kundi eg tó hugsað mær okkurt
annað, sigur Tórgerð Gøthe, sum í august hevur starvast á Fiskavirkinum í Gøtu í eina fjórðingsøld
Mynd: Jens Kristian Vang
... eg havi stóra virðing
fyri Gregersen-monnunum
sum vinnulívsmonnum...
TÓRGERÐ GØTHE